Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mai 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 27. mai 2019 · Nr. 60 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 hugsa um landskappingina og ikki um steypakappingini, var tað kærkomið at vinna 4-0 á heima­vølli ímóti EB/Streymi. Sunnudagin fær KÍ vitjan av AB, og tá verður ivaleyst møguleiki hjá trúføstu KÍ viðhaldsfjøldini at sóla sær á toppinum og droyma um, at tað seinni í ár skal eydnast at vinna fyrsta FM heitið í tjúgu ár. Tað var ikki broddur og bit í hjá EB/Streymi, sum bara tvær ferðir var í vandamiklum støð­ um. Besti møguleikin var tann hjá Niklas Kruse, sum varð spældur leysur eitt sind­ur í høgru, og kanska kundi havt vunnið seg í uppaftur betri støðu, enn hann var í, tá ið hann royndi av brots­teigar­ marki­num og Kristian Joensen í KÍ málinum bjargaði lættliga. KÍ hevði greiða yvirvág, men tað tað gekk striltið at vinna úrtøku úr spentum støðum. Liðið var í uppstillingini, sum undan kiksarunum ímóti HB vísti gott spæl. Fyritreytirnar vóru heilt øðrvísi, enn tær vóru ímóti HB, tí EB/Streymur hevði ikki so nógv at bjóða uppá í fram­rættaða partinum. Patrik Johannesen og Jonn Johannesen skoraðu stutt undan steðginum, tá ið tað í eina løtu hevði verið ikki frítt av tómgongd, og miðskeiðis í seinna hálvleiki avgjørdi Darius Lewis, sum fyri fyrstu ferð var millum teir fyrstu elli­ vu og var í framrættaðum leik­ luti í høgru. Bæði í lands­kapp­ingar­dysti­ num fyri einari viku síðani og í steypadystinum miku­ kvøldið var verjuspælið hjá KÍ ikki so sannførandi, sum tað hevur verið higartil í ár. 4-0 sigurin ímóti EB/Streymi var tann sætti í ár, sum er vunn­in uttan, at tað er eydnast mót­ støðuliðnum at skora. Avbjóðararnir bjóða seg fram Í kvøld fæst at vita, hvussu stór KÍ leiðslan verður eftir ellivu um­før. Felags fyri báðar dystirnar, sum í kvøld vera í Eysturoy, er, at dagsskráin snýr seg um, hvussu hesi liðini skulu vera fyri í ovaru kappingini, um tað ber til at siga tað soleiðis. Einki av hesum liðunum – NSÍ, Skála, Víkingur og HB – hava nakra orsøk at hugsa um kappingina um at sleppa undan hóttanini at flyta niður. NSÍ, sum undan hesum um­ farinum var eitt stig aftanfyri KÍ, fær í kvøld vitjan av Skála. Fimm tær seinastu ferðirnar hevur NSÍ vunnið fulla úrtøku við málmuninum 21-4 og við FÓTBÓLTUR KÍ – EB/Streymur 4-0 (2-0) 1-0: Patrik Johannesen 41. 2-0: Jonn Johannesen 41. 3-0: Darius Lewis 62. 4-0: Patrik Johannesen 75. Dómari: Eiler Rasmussen KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic (Mikkjal á Bergi, 80.), Ísak Simonsen – Jákup B. Andreasen, Simen Sandmæl – Darius Lewis, Jóannes Bjartalíð, Jonn Johannesen (Steinbjørn Olsen, 70.) – Patrik Johannesen (Aksel B. Danielsen, 78.) Gult kort: Simen Sandmæl, Patrik Johannesen Venjari: Mikkjal Thomassen EB/Streymur: Jákup Højgaard – Svein Knút Magnussen, Árni G. Olsen, Petur Zachariasen, Ragnar B. Danielsen – Poul G. Olsen, Rógvi Egilstoft Nielsen – Niklas Kruse (Gestur B. Dam, 76.), Magnus Jarnskor, Jónstein Magnussen (Rói H. Olsen, 46.) – Steffan Løkin (Arnbjørn Hansen, 59.) Gult kort: Magnus Jarnskor Venjari: Jákup Martin Joensen TB – ÍF 1-0 (0-0) 1-0: Stefan Radosavljevic 79. Dómari: Kári J. á Høvdanum TB: Milos Budakovic – Aron Sørensen, Teitur Olsen, Ndende Adama Guéye, Dánjal Godtfred – Nikolei Johannesen (Tormóður P. Djurhuus, 87.), John Villi Wøldika, Veljko Vukovic, Regin í Lágabø (Niklas Djurhuus Olsen, 34./ Jens Erik Bruhn, 92.) – Ivan Ivanovic, Stefan Radosavljevic Gult kort: Milos Budakovic, Aron Sørensen Venjari: Zoran Pavlovic ÍF: Petur Meinhard Magnussen – Dánjal Pauli Højgaard, Dávid Langgaard, Frank Poulsen, Andy Ó. Olsen – Høgni Madsen, Gundur E. Petersen (Jóhan Petersen, 74.) – Dánjal á Lakjuni (Holgar Durhuus, 52.), Pól Jákup Lundsbjerg, Ari Ó. Ellingsgaard – Jan Ó. Ellingsgaard Gult kort: Høgni Madsen, Dánjal Pauli Højgaard Venjari: Hans Jørgen Djurhuus og Kári Reynheim Mánakvøldið 27. mai Víkingur – HB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00 NSÍ – Skála: Rúni Gaardbo kl. 19.00 12. umfar Leygardagin 1. juni NSÍ – TB Sunnudagin 2. juni KÍ – AB ÍF – B36 Víkingur – Skála HB – EB/Streymur Máltindurin Klæmint A. Olsen NSÍ 12 Jóannes Bjartalíð KÍ 8 Adrian Justinussen HB 6 Stefan Radosavljevic TB 6 Patrik Johannesen KÍ 5 Betri deildin støðan LIÐ DS VD JD TD MF MÍ MM (%) ST. 1 KÍ 11 8 2 1 29 9 +20 26 2 B36 11 8 0 3 18 11 +7 24 3 NSÍ 10 7 1 2 27 11 +16 22 4 Víkingur 10 6 2 2 22 14 +8 20 5 HB 10 5 3 2 19 11 +8 18 6 Skála 10 5 0 5 14 9 +5 15 7 TB 11 3 3 5 10 21 -11 12 8 EB/Streymur 11 2 1 8 11 26 -15 7 9 ÍF 11 1 1 9 8 26 -18 4 10 AB 11 1 1 9 13 33 -20 4 Fakta frá 11. umfari: Klæminti A. Olsen sum framúr væl uppløgdum skarprættara. Tá ið fyrsta kommunu­upp­ gerðin var á Skála, vann heima­ liðið 2-0. Á Skála er tað gerandisdagur. Heimasigur ímóti NSÍ og sigur á útivølli ímóti HB bendu á, at Skála av álvara fór at bjóða seg fram í kappingini um heiðursmerki. Fimm tær seinastu ferðirnar hevur tað ikki gingið so væl. Skála hevur tapt tríggjar ferðir í lands­ kappingini, og í steypa­kapp­ ingini bóru tveir javnleikir ímóti Víkingi við sær, at tað heldur ikki í ár eydnast Skála at vinna seg í steypafinaluna, sum Skála ongantíð hevur verið í. Víkingur fær í kvøld vitjan av HB. Um tað eydnast HB at vinna, verður frástøðan fram til KÍ og toppin fimm stig. Um tað eydnast Víkingi at vinna, so verður fjarstøðan frá Víkingi og fram til KÍ trý stig, og so verða tað átta stig frá HB og fram til toppin. Felags fyri bæði Víking og HB er, at tey hava undanvind. HB hevur vunnið tríggjar lands­kappingardystir á rað, og HB hevur vunnið seg í steypa­ finaluna. Burtursæð frá vónbrotinum, sum 1-1 á heimavølli ímóti EB/ Streymi var, so hevur Víki­ngur vunnið fimm ferðir í lands­ kappingini og vunnið seg í steypafinaluna. Í kvøld hittast tey bæði í Sarpu­gerði, sum leygarkvøldið 21. september fara at dystast í steypa­finaluni.