mánadagur 27. mai 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. mai 2019 · Nr. 60
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge – Gundadalur,
Tórshavn
Tað eru spældir 15 minuttir í
Gundadali, tá Árni Frederiks
berg leggur bóltin innfyri
úr høgru. Hann hevur longu
frammanundan lagt árstals
felagið á odda úr áleið somu
støðu. Hesa ferð siktar hann
eftir einum viðspælara, sum
hevur leitað sær inn í brots
teigin.
Mitt
frammanfyri
málið
kemur ein nakað lágvaksin
spælari rennandi og setur
høvdið á bóltin, sum endar í
málinum við handari stong. Tað
er í so máta einki óvanligt at
hóma við málinum, men tað er
ikki fyrr spælarar og áskoðarar
síggja, at tað er maðurin við
3-talinum á rygginum, sum
hevur stútað bóltin í málið.
Átta ár síðani seinast
32 ára gamli Jónas Þór Næs
hevur spælt 115 dystir í vaksna
manna fótbólti uttan at hava
skorað eitt mál. Hartil hevur
hann 56 dystir á landsliðnum,
sum heldur ikki hava givið
mál. Vit skulu heili átta ár
aftur, fyri at finna Jónas Þór
Næs á máltalvuni. Tað var 15.
mai í 2011, tá hann í yvirtíðini
minkaði um munin fyri Val í
dysti móti Fylkir í íslendsku
kappingini.
-Sjálvt um eg eri lítil, so
skoraði eg eisini við høvdinum
tá, sigur Jónas Þór Næs við ein
um brosi við FM1.
Høgri bakkurin segði eisini,
at Jákup á Borg, venjari hjá B36,
gjarna vil hava bakkarnar fram
við. Tí fór hann eisini fram við,
sjálvt um tað ikki hevur verið
hansara lutur so oftani. Hartil
fær Árni Frederiksberg eisini
rós fyri innleggið.
-Árni hevur sagt, at hann
skal hjálpa mær. Tað gjørdi
hann har við einum góðum
innleggi. Eg veit ikki heilt
hvussu eg fekk skallað handan
bóltin í málið. Spælararnir
hava longu sagt við meg, at teir
fara at gera eina t-shirt har tað
stendur, at teir spældu við tá
eg skoraði, fortelur Jónas Þór
Næs skemtiliga frá eftir dystin.
Umskiftilig grannauppgerð
Sjálvur dysturin er ikki so
nógv at reypa av. Leikferðin
er lág í mun til toppdystirnar,
og hugburðurin hjá gestunum
av Argjum er ikki serliga
stríðshugaður. B36 er uttan
bæði Eli F. Nielsen og Magnus
H. Jacobsen, ið báðir hava leik
bann, og Brian Jakobsen situr
á bonkinum við trupulleikum
í lærkrikanum, meðan Erling
Dávidsson er við aftur frá
byrjan. Argjamenn eru uttan
Rógva Poulsen, ið er saknaður
sum bindilið millum miðjuna
og álopið.
Dysturin kemur ongantíð
ordiliga í gongd, tí B36 er
á
odda
2-0
longu
aftaná
eitt korter. Stutt seinni má
Benjamin Heinesen út við
skaða, eftir eina lívliga byrjan.
Eisini argjamenn skifta,
fyri at verja betri fyri
Árna Frederiksberg, sum
spældi væl í fyrra hálv
leiki.
Broytingarnar og støð
an í dystinum ger, at tað blív
ur ongantíð undirhaldandi og
spennandi.
Argjamenn mugu hava
styrk og broyta hugburð
Tað er afturgangandi fyri spæl
ið hjá argjamonnum, at teir
ikki fáa nakað burturúr, tá tað
stendur á. Teir spæla væl, tá
teir hava bóltin í uppspælinum,
men nærkast teir málinum, so
kemur minni burturúr. Hartil
stendur verjan seg illa. Tað
er lítil samanhangur millum
keturnar og tú hómar ikki,
at spælararnir vilja tað nokk
og vilja stríðast fyri hvørjum
øðrum.
Tað má ein hugburðsbroyt
ing til hjá serliga eldru spælar
unum á liðnum, sum ikki taka
ábyrgd. Tað er ongin útstráling
og ongin leiðari á liðnum.
-Í dag gera vit fleiri kollek
tivar feilir. Vit gera ikki tað, sum
vit hava avtalað at gera undan
dystinum. Eitt nú vita vit, at
B36 spælir langar diagonal
ar bóltar til vengurnar. Árni
Frederiksberg brúkar nógv
vinstra bein, men vit fáa ikki
steðga tí, sigur Sorin Anghel,
venjari hjá AB.
Hann letur illa at fyrra hálv
leiki, men heldur at seinni hálv
leikur er betri.
-Vit spæla betri í seinna
hálvleiki. Vit fáa málið og hava
ein møguleika at minka niður í
3-2. Um vit skora tá, so kanska
vit hava ein dyst, sigur Sorin
Anghel.
Venjarin hjá AB hevur í
farnu viku verið í Danmark og
hugt eftir trimum spælarum, ið
hann kundi hugsað sær at fing
ið til seinnu hálvu.
-Eg havi hugt eftir trimum
spælarum, sum eg haldi vit
kunnu brúka, men eg kann
ikki siga hvørjir teir eru. Tað er
ikki bara upp til mín nú, men
eisini leiðsluna í felagnum um
hetta er áhugavert, sigur Sorin
Anghel.
B36 á veg upp – AB niður
B36 hevur nú vunnið fýra
sigrar upp í slag, og hevur
fyribils lagt seg á annað
plássið, undan dystunum í
kvøld. Komandi tveir dystirnir
eru móti ÍF og TB á útivølli.
-Vit fara sjálvandi á vøllin
fyri at vinna teir dystirnar.
Tað gera vit altíð, men vit hava
eitt nú spælt móti TB hevur í
Gundadali fyri kortum. Tað var
ikki nakar lættur dystur, so vit
vita eisini at
tað verður torført,
sigur
Jónas Þór Næs.
AB hevur hinvegin avbera
torførar dystir. Komandi um
førini bjóða upp á útidystir
móti KÍ og NSÍ.
-Vit spæla við tí sum vit
hava og vit trúgva upp á
okkum sjálvur. Hví skulu vit
ikki kunna fáa stig í hasum
dystunum, spyr Sorin Anghel.
Turru tølini siga, at AB
hevur ikki vunnið í teimum
seinastu níggju dystunum í
landskappingini. Av teimum
eru átta taptir.
B36 er komið fyri seg í
toppstríðnum, meðan argja
menn mugu heima at ransaka
seg sjálvar, tí hugburðurin í
Gundadali í gjár var undir alt
lágmark. Serliga tá hugsað
verður um, at talan er um eina
grannauppgerð og AB liggur
niðast á stigatalvuni.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
B36 – AB 4-1:
JÓNAS UM FYRSTA MÁLIÐ:
-Árni Frederiksberg hevur sagt, at hann skal hjálpa
mær. Tað gjørdi hann har við einum góðum innleggi.
Eg veit ikki heilt hvussu eg fekk skallað handan
bóltin í málið. Spælararnir hava longu sagt við meg,
at teir fara at gera eina t-shirt har tað stendur, at
teir spældu við tá eg skoraði, fortelur Jónas Þór Næs
Í dysti nummar 116 eydnaðist tað Jónasi Þór Næs at skjóta sítt
fyrsta mál í vaksnamanna fótbólti í Føroyum. Tað hendi í 4-1
sigrinum á argjamonnum sunnudagin. Gestirnir vístu vánaligan
hugburð og broytingar mugu til, um liðið skal yvirliva
FYRSTA MÁLIÐ Í
FØROYSKUM FÓTBÓLTI
HJÁ JÓNASI ÞÓR NÆS