týsdagur 28. mai 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 29. mai 2019 · Nr. 61
Sært tú Føroya Fólkaháskúla fyri tær sum ein
týðandi menningarmøguleika hjá ungdómi á
veg út í lívið? Hevur tú evnini at leiða og skipa
fyri? Vilt tú fara undir eina uppgávu, sum krevur
alt av tær í fimm ár? Krevur hugflog, skyn semi
og góðar samstarvseginleikar?
HØVUÐSUPPGÁVUR OG ÁBYRGD
Háskúlastjórin skal mynda skúlan inneftir og
úteftir í samsvari við endamál skúlans.
Háskúlastjórin hevur fíggjarligu og umsitingar
ligu ábyrgdina av Háskúlanum, sum er sjálv s
eigandi stovnur, ið partvíst er fíggjaður við
stuðli frá landinum og partvíst við eginfígging.
Hvørt ár hevur Háskúlin nógv skeið við ví ð
fevnd um innihaldi. Umframt langa heyst skeiðið
frá august til desember eru javnan onnur skeið
sum t.d. seniorskeið, familjuskeið, skriviskeið,
sjónleikaraskeið, filmsskeið, summar skeið og
mong onnur, sum háskúla stjórin hevur evstu
ábyrgdina av.
FØRLEIKAKRØV
Royndir við undirvísing, leiðslu ella fyrisiting
kunnu vera ein fyrimunur, men eru eingin treyt
fyri at søkja. Í umsóknini skulu standa upp lýsing
ar um starvsroyndir, útbúgving og stutt lýsing av
persónligum viðurskiftum. Tey, ið søkja starvið,
verða biðin um at orða, hvussu ið tey hugsa sær,
at endamál háskúlans kann tulkast og røkkast í
dag, og hvussu ið tey hugsa sær, at Føroya
Fólkaháskúli framhaldandi kann vera ein vi ð
komandi kveikjari í føroyska samfelagnum.
Starvið verður sett eftir eini heildarmeting.
SETANARTREYTIR
Starvið er tíðaravmarkað í 5 ár.
Starvið verður lønt ájavnt við lønarflokk 34 hjá
tænastumonnum landsins (í løtuni 40.459 kr.),
tó uttan at vera tænastumannastarv. Her aftrat
koma 15 % í eftirlønargjaldi at flyta í góðkenda
eftirlønarskipan.
Bústaðarskylda er knýtt at starvinum, og stjórin
býr í sethúsunum, sum hoyra til Háskúlan.
UMSÓKN OG FREISTIR
Starvið er lýst leyst til setan tann 1. september
2019. Tann, ið fær starvið, tekur við sum stjóri
tann 1. oktober.
Freistin at søkja starvið sum háskúlastjóri er úti
tann 1. juni 2019.
Samrøður við umsøkjarar verða væntandi í viku
viku 23 og 24.
SPURNINGAR
Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær
til forkvinnuna í háskúlastjórnini, Turið
Sigurðardóttur, á tlf. 292525, turids@setur.fo.
Umsóknir skulu sendast til:
STJÓRN FØROYA FÓLKAHÁSKÚLA
Turið Sigurðardóttir
Leivsgøtu 4
100 Tórshavn
Stjóri til Føroya Fólkaháskúla
Føroya Fólkaháskúli hevur í meira enn 100
ár verið ein mentað rødd og týdningarmikil
kveikjari í føroyska samfelagnum.
Endamál fyri Føroya Fólkaháskúla, orðað
í 1910:
1. At vekja ans fyri andligum og kropsligum
mentum hjá Føroya ungdómi
2. Móðurmálið og Føroya søga eru megin
støðið undir kenslu og øllum starvi
skúlans
3. So kann dentur vera lagdur á einstakar
lærugreinir ella lærugreinabólkar, men alt
virksemi skúlans skal miða fram ímóti at
menna føroyska sjálvsfatan og medvit.
Søkt verður eftir stjóra til Føroya Fólkaháskúla at byrja 1. september 2019
HEÐIN ZACHARIASEN
VEL FÓLKAFLOKKIN
PRAKTISKAN
POLITIKK
– VERULIG ÚRSLIT