Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mai 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. mai 2019 · Nr. 61 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TØKK Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og hjálp, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Johanne Kathrine Sørensen f. 23.07.1924 – d. 03.12.2018 andaðist og varð jarðað. Ein hjartans tøkk til øll tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Tøkk til allar heimahjálpirnar, Klaksvíkar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið, ið passaðu hana so væl. Tøkk til Poul Færø, Frits Thomsen, Jens Bech og Mikkjal Sørensen fyri góð orð í kapellinum, í Nerija og á grøvini. Tøkk til Jógvan við Keldu og John í Skemmuni fyri gott undirspæl. Tøkk til Svein í Prestgarði fyri vakran sang. Tøkk til tykkum, ið stóðu fyri ervinum og tykkum, ið hjálptu til og tykkum, ið komu við køkum . Tøkk fyri peningagávu til Nerija. Burturi úr likaminum – heima hjá Harranum. Familjunnar vegna Petur, Hans, Heðin, Áki og Jóhan við familjum. TØKK Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá kæri maður mín, pápi, verfaðir og abbi okkara Jógvan Østerø f. 04.08.1941 d. 04.03 2019 andaðist og varð jarðaður. Takk til læknar, sjúkrasystrar og starvsfólk á dialysudeildini, sum vóru um Jógvan. Takk fyri tykkara umsorgan og hjálp. Takk fyri talur og sang í kapellinum og tykkum, sum komu í kapellið. Takk fyri bønir, talu og góð orð í Betesda. Hjartans takk fyri umsorgan tit vístu okkum, tá vit komu norður. Takk til tykkum øll, sum á ymsan hátt hjálptu til við jarðarferðina og ervið. Takk til tykkum, sum fylgdu Jógvan til gravar. Takk fyri blómur, kransar og minnisgávu til Zarepta. Vegna familjuna, Selma Birgit, Poul Jóhannes, Asbjørn, Sunniva og Súsan við familjum TØKK Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá góði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Leivur Nielsen f. 04.10.1930 – d. 21.03.2019 andaðist og varð jarðaður Tøkk til starvsfólkið á B6 á Landssjúkrahúsinum fyri góða umsorgan og tøkk til kommunulæknan. Tøkk til Una Næs, prest fyri góð orð í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, organist og gravarar. Tøkk fyri blómur og kransar. Tøkk til tykkum øll, sum á ymsan hátt vóru við til at gera jarðarferðina so virðiliga. Familjunnar vegna Óluva Marjun, Krista og Heidi v/familju Minnist til haldaragjaldið Tórsgøta 1, FO-110 Tórshavn fyrst og fremst www.in.fo