týsdagur 28. mai 2019síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. mai 2019 · Nr. 61
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge – FSF Húsið, Tórshavn.
22 nøvn standa á skerminum
í FSF-húsinum, men ongin
Gunnar Nielsen, ongin Sonni
Ragnar Nattestad og ongin
Jóan
Símun
Edmundsson.
Tríggir spælarar, sum hava
stóran týdning fyri føroyska
landsliðið.
Tað eru góðir avloysarar í
hópinum, men tað er ongin ivi
um, at júst hasir tríggir høvdu
byrjað inni til eina og hvørja tíð,
um teir vóru klárir. Landsliðs
venjarin, Lars Olsen, greiddi á
tíðindafundi frá støðuni.
-Eg bleiv skjótt greiðir yvir,
at Gunnar Nielsen ikki fór at
blíva klárur. Eg tosaði við hann
dagin eftir, at hann breyt hond
ina. Síðani ringdi eg til Jóan
Símun Edmundsson, sum er
byrjaður at spæla aftur, men
hann hevur pínu bæði áðrenn
og aftaná hann hevur spælt. Eg
havi valt ikki at taka hann við,
tí eg vil ikki koma í somu støðu
sum í Malta, tá hann má geva
avboð í minuttunum upp til
dystarbyrjan. Tað ynskir hann
eisini sjálvur at sleppa undan,
sigur Lars Olsen.
Støðan er øðrvísi við Sonna
Ragnar Nattestad, sum tykist
hava trupult við at fella til í FC
Fredericia. Her er talan um eitt
bleinleiðis frával hjá landsliðs
venjaranum.
-So er tað Sonni Ragnar.
Hann hevur havt eitt misjavnt
hálvár í Fredericia, har hann
hevur havt fleiri snuddir. Tí
hevur hann heldur ikki vant
ordiligt. Av tí sama hevur
hann heldur ikki fingið nokk
at spæltíð, men eg sá um viku
skiftið, at hann kom á vøllin.
Vónandi kann hann nú byrja
at venja javnan, tí so er hann
avgjørt ein spælari, sum lands
liðið kann brúka, sigur lands
liðsvenjarin.
Spurdur uppaftur, um talan
er um eitt beinleiðis frával
svaraði hann:
-Ja, eg havi valt
hann frá, sigur
Lars
Olsen
avgjørdur
á
málinum.
Andrias og
Jákup eru
nýggir
Tveir mans hava
fingið landsliðs
boð á fyrsta sinni.
Teir
eru
Andrias
H. Eriksen úr B36 og
Jákup B. Andreasen úr KÍ.
Um Andrias H. Eriksen
sigur Lars Olsen:
-Teir dystirnar eg havi
sæð, hevur hann spælt
væl. Hann spælir sum
miðverji, men eg havi
hann eisini í tonkunum
sum
høgri
bakk.
Gilli
Rólantsson
kann
blíva
skaddur ella fáa kort. Tá er
Andrias ein møguleiki, sigur
Lars Olsen
Um Jákup B. Andreasen sig
ur landsliðsvenjarin:
-Hann
hevur
framvegis
aldur til U21-landsliðið. Tað
er týdningarmikið, at hann
fær royndir í altjóða fótbólti
í U21-landsdystunum. Tí vil
eg gjarna, at hann spælir við
U21-landsliðnum. Jákup hevur
staðið seg væl á verjukenda
miðvøllinum hjá KÍ, og tað er
júst har vit leita eftir einum
spælara. Tí er hetta ein góður
møguleiki at hyggja nærri at
honum. So kemur tíðin at vísa,
um hann sær spælitíð eisini.
Nýggjur málverji
Tá Gunnar Nielsen ikki verður
við, so skal nýggjur maður í
hansara stað. Hetta er fyrsti
undankappingardystur undir
leiðslu av Lars Olsen, at Gunn
ar Nielsen ikki stendur í mál.
Spurningurin er so hvør kemur
at verja føroyska málið.
-Teitur M. Gestsson hevur
verið við leingi og hevur sitið
á bonkinum nógvum dystum.
Hann
h e v u r
eisini
spælt
fleiri
venj
ingardystir. Tað sær kanska
eisini út til, at hann er næstur í
rekkjuni, men eg vil ikki binda
meg, tí tað kann henda nógv til
venjing. Tí er ongin orsøk til at
siga hvør byrjar, tí so kundi eg
tað sama kunngjørt liðið, sigur
Lars Olsen.
Lars ivast í samansetingini
á miðjuni
Avboðini ávirka sum so ikki
miðvøllin, men Lars Olsen
leitar
framvegis
eftir
eini
samanseting til miðvøllin.
-Síðani Fróði Benjaminsen
gavst, hava vit leitað eftir ein
um verjukendum miðvallara.
Vit hava flutt eitt sindur
runt við Halli Hansson og
Brandi Hendriksson. Faktist
haldi eg, at seinnu dystirnar
hevur Brandur luttikið meiri í
spælinum, tá hann hevur spælt
longu afturi á vøllinum. Tá
koma hansara eginleikar sum
spælfordeilari eisini til sín
Landsliðsúttøka:
Lars Olsen hevur úttikið teir 22 spælararnar, ið skulu spæla
móti Spania og Norra á Tórsvølli ávikavist fríggjakvøldið 7. juni
og mánakvøldið 10. juni. Tríggir profilar eru ikki við, meðan
tveir nýggir mans hava fingið landsliðsboð á fyrsta sinni. Teir
eru Andrias H. Eriksen úr B36 og Jákup B. Andreasen úr KÍ
FLEIRI BROYTINGAR
Á LANDSLIÐNUM
FAKTA:
FØROYAR – SPANIA
fríggjadagin 7. juni klokkan 19:45
FØROYAR – NORRA
Mánadagin 10. juni klokkan 19:45
MÁLVERJAR
Teitur Matras Gestsson, HB
Karstin Hansen, Skála
Kristian Joensen, KÍ
VERJUSPÆLARAR
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, Hamarkameratene (NOR)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DAN)
Magnus Egilsson, HB
Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (NOR)
Andrias Høgnason Eriksen, B36
MIÐVALLARAR
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DAN)
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ÍSL)
Hallur Hansson, AC Horsens (DAN)
Brandur Hendriksson Olsen, FH Hafnarfjørður (ÍSL)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (ÍSL)
Árni Frederiksberg, B36
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Meinhard Egilsson Olsen, Kristiansund BK (NOR)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
FRAMHERJAR
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Jákup Ludvig Thomsen, FH Hafnarfjørður (ÍSL)
Jóannes Bjartalíð, KÍ