Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-28, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mai 2019síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 29. mai 2019 · Nr. 61 Jóannes Hansen Við sannførandi 3-0 heimasigri ímóti grannunum av Skála syrg­di NSÍ í gjárkvøldið fyri, at tað er stórt trýst á toppliðnum. Tað er bara eitt stig frá NSÍ og fram til KÍ. Fyritreytirnar broyttust beinanvegin. Klæmint A. Olsen setti longu í sjeynda minutti hol á við fínum stútara, tá ið hann vísti framúr styrki og neyv­ leika í luftspælinum. Lítla løtu undan steðginum vann hann brotsspark, sum Petur Knudsen um­setti til 3-0. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki skoraði Pól Jóhannus Justinussen til 2-0 eftir fríspæling frá Klæminti A. Olsen. Í øllum trimum førum var upp­skriftin tann sama. NSÍ spældi skjótt, og vongverjarnir vóru ikki komnir so langt fram­ um miðstrikuna, tá ið teir løgdu bóltin í brotsteigin. At skálamenn dygst undan steðginum fingu triðja málið ímóti sær var steinur omaná byrðu, og eftir steðgin kendist tað væl, at tað var avgjørt, at heimaliðið fór at vinna øll stig­ini og harvið takkaði fyri seinast. Tað var, tá ið Skála 30. mars vann 2-0 á heimavølli ímóti NSÍ. Síðstu vikurnar hevur gongd­in verið hvønn sín vegin hjá NSÍ og Skála. Meðan NSÍ hevur vunnið fulla úrtøku seks tær seinastu ferðirnar við málmuninum 24-4, so er tað steðgað upp hjá Skála, ið annars var so sannførandi í fyrs­tu umførunum. Skála hevur einki stig vunn­ið í fýra teimum seinastu roynd­ un­um í landskappingini, og í sama tíðarskeiði er liðið varpað úr steypakappingini. Tølini siga, at tað haltar í álops­partinum. Í fimm teim­um seinastu dystunum – írokn­að hálv­final­ur­ nar í steypa­kapp­ing­ini – hevur Skála bara skorað tvey mál. Í gjárkvøldið var verju­spæl­ ið ikki sannførandi í fyrra hálvleiki. Tað kostaði nógv, at Fróði Benjaminsen var leik­ bann­aður og ikki var und­ir lið­ ini á eyðsýnda Jákupi Jakob­ sen. -Vit lógu ov aftarlaga, tá ið teir skoraðu málini, og vit mugu bara ásanna, at í løtuni gongur tað illa at umseta álopsspælið, sum í longum løtum var gott, til mál, sigur Skála liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen. Álopsspælarin Sør­en B. Nielsen hev­ur verið skadd­ur, síðani hann 17. mars skor­aði sein­na málið í 2-0 heima­sigri­ num ímóti TB. Tað verður vón­ að, at hann fer at eiga onkr­an leik­lut í dyst­um undan sum­ mar­steðgi­num. Ari Olsen, Heð­in Klakstein og Ronni Møller-Iver­sen stóðu fyri nógv­um góðum álopsspæli í høgru, og innleggini vóru góð, men tað eydn­aðist ongantíð skála­monn­um at fáa málið, sum kundi havt við sær, at spenn­ingurin kykn­aði aftur. Lagið er gott í NSÍ leguni: -Vit hava av álvara funnið stevið, hugburðurin er góður, og vit eru tilvitaðir um okkara egnu dygdir. Vit høvdu fyri­ reikað okkum væl, lið­av­rikið var gott, og tað ber mál við sær. Í dag vóru vit tríggir, sum skoraðu, og tað hevur stóran týdning, og tað hevur stóran týdn­ing, at vit aftur hildu tætt í verjupartinum, sigur NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen, sum skoraði fyrsta mál­ið, átti næstsíðsta fót á 2-0 máli­num og vann brotssparkið, sum bar 3-0 málið við sær. FÓTBÓLTUR Máltindurin Klæmint A. Olsen NSÍ 13 Jóannes Bjartalíð KÍ 8 Adrian Justinussen HB 6 Stefan Radosavljevic TB 6 Patrik Johannesen KÍ 5 12. umfar Leygardagin 1. juni NSÍ – TB Sunnudagin 2. juni KÍ – AB ÍF – B36 Víkingur - Skála HB – EB/Streymur 11. umfar: Hóast hugflogsríkt spæl í løtum gongur tað illa hjá skálamonnum at fáa mál og harvið at vinna stig NSÍ – Skála 3-0 (3-0) 1-0: Klæmint A. Olsen 7. 2-0: Pól Jóhannus Justinussen 21. 3-0: Petur Knudsen br 44. Dómari: Rúni Gaardbo NSÍ: Tórður Thomsen – Bárður J. Hansen (Per Langgaard, 82.), Oddur Højgaard, Jóhan Troest Davidsen, Pætur Hentze – Peder Nersveen, Pól Jóhannus Justinussen – Jann Benjaminsen (Jannik M. Olsen, 84.), Jann Martin Mortensen, Petur Knudsen (Búi Egilsson, 67.) – Klæmint A. Olsen Gult kort: Bárður J. Hansen Venjari: Guðjón Tórðarson Skála: Karstin Hansen – Ari Olsen, Jákup Jakobsen, Pætur Dam Jacobsen, Teitur R. Joensen – Haraldur R. Højgaard (Niels Pauli Danielsen, 70.), Ólavur Mikkelsen (Djóni Petersen, 83.) – Heðin Klakstein, Ronni Møller- Iversen, Erland Berg Danielsen (Janus Svabo Samuelsen, 46.) – Jákup Johansen Gult kort: Ronni Møller-Iversen Venjari: Eyðun Klakstein Betri deildin støðan LIÐ DS VD JD TD MF MÍ MM (%) ST. 1 KÍ 11 8 2 1 29 9 +20 26 2 NSÍ 11 8 1 2 30 11 +19 25 3 B36 11 8 0 3 18 11 +7 24 4 Víkingur 11 7 2 2 23 14 +9 23 5 HB 11 5 3 3 19 12 +7 18 6 Skála 11 5 0 6 14 12 +2 15 7 TB 11 3 3 5 10 21 -11 12 8 EB/Streymur 11 2 1 8 11 26 -15 7 9 ÍF 11 1 1 9 8 26 -18 4 10 AB 11 1 1 9 13 33 -20 4 KLÆMINT OG TEIR MIÐJA MÓTI TOPPINUM