Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-28, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mai 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. mai 2019 · Nr. 61 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – Sarpugerði, Norðagøta Tað er einki nýtt undir sólini í Sarpugerði, tá Víkingur vinn­ ur 1-0 á HB. Tað er eitt hvast lot eftir vøllinum, Sámal Erik Hentze hevur lagt ein um­ still­ings­fellu og allir vík­ing­ arnir bíða eftir, at HB traðkar í felluna. HASP, sigur tað og so fara víkingarnir í skjótálop. Minst tríggjar ferðir hendir tað í fyrra hálv­leiki, at Víkingur vinnur bólt­in um miðkringin og so fara teir tvísporandi avstað. Serliga Sølvi Vatnhamar útmerkar seg við at vinna bóltin, meðan Andreas Lava Olsen hóttir við einari renning fyri og aðari eftir. Vóru víkingarnir neyvari mána­kvøldið, so kundu teir havt skorað tvær ella tríggjar ferðir afturat. HB hevði bóltin nógv og kom í fleiri góðar støður, men mál­verjin hjá Víkingi, Elias Ras­mussen, mátti ongantíð út í fulla longd. Antin vóru skot­ini ov vánalig, ella kom ein veruspælari í vegin. Best møguleikan fekk Dan í Soylu seint í fyrra hálvleiki, men skot­ið fór framvið málinum. Dion avgjørdi tíðliga Einasti málskjútti var Dion Splidt, sum eftir fýra minuttir stýrdi bóltin í málið, eftir at Sølvi Vatnhamar hevði lagt inn­fyri úr vinstru. Magnus Egils­son skuldi helst havt ruddað vekk, men tað kundi sæð út til, at vindurin órógvaði havnarmannin í royndini at fáa fótin ella høvdið á bóltin. Bólturin brast ongantíð í netið, tí málverjin fekk hond­ ina á, men báðir partar søgdu eftir dystin, at bólturin var innan­fyri. HB royndi og royndi, og heima­liðið vardi og lúrdi eftir møgu­leikanum at fara í kontra. HB hevði bóltin væl meiri, men tað kendist vandamiklari, tá ið Vík­ingur bjóðaði av í skjótum mót­álopum. -At teir skoraðu beinanvegin var tað, sum als ikki skuldi koma fyri. Víkingarnir eru góðir at verja og bíða eftir møgu­leika­num at fara í kontra. Tað sóu vit aftur í kvøld. Nú ræður um hjá okkum at vinna nakrar dystir. Í løtuni hugsa vit ikki um, hvør møguleikin er at endur­vinna FM, segði HB mál­ verjin Teitur M. Gestsson eftir dystin. Málskjúttin hjá Víkingi, Dion Splidt, var væl nøgdur eftir dystin. Hann hevur verið skadd­ur ein stóran part av farna kappingarári, og avrikini hava verið misjøvn hetta kapp­ ingarárið. -Eg hevði ikki roknað við, at bólturin skuldi koma heilt yvir til handara stólpa eftir inn­leggið úr vinstru, men tað var góð kensla at skora. Undan dysti­num tosaðu vit um, at tað skuldi ikki eydn­ast HB at spæla millum ket­ur­nar hjá okkum so­leiðis, sum tað bar til hjá teimum, tá ið vit taptu 3-1 í Gundadali, og ætlanin hjá okkum eydn­að­ist, segði væl nøgdi málskjúttin Dion Splidt. Hetta er aðru ferð, at Dion Splidt hevur søkt HB sum einsa­mallur málskjútti. Tað gjørdi hann eisini fyri KÍ í 2017. HB stendur eftir í topp fýra stríðnum Úrslitið ber við sær, at Víkingur hevur 23 stig – trý færri enn odda­liðið KÍ – og at HB hevur 18 stig. Eftir tveir góðar sigrar á KÍ, ein í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið og ein í lands­kappingini, so er aftur gerandisdagur í HB. Liðið hevur verið ov óstøðugt í ár og avrikið mánakvøldið var ikki sann­førandi. HB spældi til tíðir væl og fluttin bóltin frá síðu til síðu, men tað bleiv ongantíð vanda­mikið. Nú eru átta stig upp til KÍ, sum liggur fremst. Eftir eina misjavna byrjan, so er Víkingur av álvara komið í gongd. Hóskvøldið vann Vík­ ingur seg í steypafinaluna við málleysum javnleiki móti Skála, meðan liðið mána­kvøld­ ið megnaði at halda trýstið á KÍ, NSÍ og B36, sum leiggja eitt frammanfyri. FÓTBÓLTUR Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... DION SPLIDT UM DYSTIN: -Eg hevði ikki roknað við, at bólturin skuldi koma heilt yvir til handara stólpa eftir innleggið úr vinstru, men tað var góð kensla at skora. Undan dystinum tosaðu vit um, at tað skuldi ikki eydnast HB at spæla millum keturnar hjá okkum soleiðis, sum tað bar til hjá teimum, tá ið vit taptu 3-1 í Gundadali, og ætlanin hjá okkum eydnaðist Víkingur vann mánakvøldið 1-0 á HB í Sarpugerði. HB hoppaði beint í felluna, sum Bagga og Víkingur løgdu. Dion Splidt bleiv dystaravgerandi við máli longu aftaná fýra minuttir. Víkingur var nærri at økja, enn HB var at javna Eg hevði ikki roknað við, at bólt­ urin skuldi koma heilt yvir til handara stólpa eftir inn­leggið úr vinstru, men tað var góð kensla at skora Dion Splidt Vìkingur – HB 1-0: HB FÓR BEINT Í FELLUNA HJÁ BAGGA