mikudagur 29. mai 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Tað vakti undran, at Lars Løkke Ras
mussen, forsætisráðharri og Vinstri
flokkurin í Danmark beinleiðis blanda
seg upp í føroyska valstríðið til fólka
tingsvalið. Slíkt hava vit ongantíð sæð
áður.
Tað stendur á gomlum nøglum hjá
forsætisráðharranum. Gongur tað
nøkulunda sum veljarakanningarnar
siga, so hevur Lars Løkke Rasmussen
bara nakrar dagar eftir í forsætismála
ráðnum og helst eisini í donskum poli
tikki. Tapir hann valið, so missir hann
eisini valdið í Vinstraflokkinum.
Og tað smakkar honum illa. So illa, at
hann nú ger alt fyri at vinna tað, sum
vinnast kann. Hann hevur tosað um
búkkensluna, sum hann hevur av, at tað
helst fer at ganga betur, ella kanningar
nar spáa um. So hví ikki koma til Føroy
ar at vinna tvey eyka mandat her?
Føroyingar hava virðing fyri Lars
Løkke Rasmussen – sum betur enn nak
ar annar danskur politikari kennir land
okkara og samfelag okkara. Dugir før
oyska málið og hevur føroyska konu og
børn.
Men við hesum tiltakinum avdúkar
hann vantandi dømingarevni.
Tað er púra óhoyrt og ongantíð komið
fyri, at ein danskur forsætisráðharri
kemur til Føroya at taka dystin upp við
tveir føroyskar flokkar:
Endamálið hjá Lars Løkke Rasmus
sen er at flyta atkvøður frá Javnaðar
flokkinum til Sambandsflokkin og frá
Tjóðveldinum til Fólkaflokkin. Hevði
tað so verið fyri at hjálpa Sambands
flokkinum at vinna valið – men tað er
tað als ikki. Ætlanin er kalt og kyniskt at
vinna
borgarliga
veinginum
í
Fólkatinginum tvey atkvøðuneyt at
stuðla eini borgarligari stjórn í Danmark.
At Sambandsflokkurin og Fólka
flokkurin stuðla eini borgarligari stjórn
er fult legalt, eins og tað er hjá Javnaða
rflokkinum at stuðla eini javnaðarstjórn.
Men tað er at fara út um alt sømuligt
mark, at forsætisráðharrin kemur til
Føroyar fimm dagar fyri valið – og at
føroysku veljararnir skulu brúkast sum
hentir býttlingar í einum stríði millum
tveir politiskar flokkar í Danmark. Á
henda hátt hóttir danski Vinstriflokkur
in ríkisfelagsskapin – og harvið eisini
legitimitetin hjá Sambandsflokkinum.
Nú er Løkke desperatur
31. MAI 2019
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Samferðsluráðið søkir nú av nýggjum eftir
stjóra til Landsverk.
Heðin Mortensen, landsstýrismaður í
samferðslumálum, gjørdi mikudagin av at
søkja eftir stjóra til Landsverk av nýggjum.
Orsøkin til hetta er, at landsstýrismaðurin
metir, at ov fáar umsóknir eru at velja
ímillum. Tíggju umsóknir vóru til starvið, og
setanarnevndin mælti til at seta ein av teim
um tíggju umsøkjarunum.
– Eg vóni, at vit fáa fleiri umsóknir at velja
ímillum við at lýsa starvið leyst aftur, sigur
Heðin Mortensen, landsstýrismaður.
Tískil verður starvið sum stjóri hjá Lands
verki lýst leyst enn
einaferð, og verður
starvið eisini lýst
leyst í miðlum uttan
lands.
Søkja av nýggjum
eftir stjóra til
Landsverk
SAMFERÐSLURÁÐIÐ
Les eisini blaðið
á telefonini
Eitt sindur av skili
var kortini í Libya
Siðsøga síða 24-25
VINNAN í
blaðnum í dag
Atlantic Airways og Air France hava gjørt
eina codeshare-avtalu. Tað varð kunngjørt
á tiltaki í París í týsdagin fyri miðlum og
ferðaskrivstovum.
Nýggja farleiðin hjá Atlantic Airways
til París knýtir Føroyar til næststørsta
knútapunktið í Evropa, Charles de
Gaulle (CDG). Atlantic Airways flýgur
harvið beinleiðis til størsta miðdepilin
hjá Air France, og harvið fer nýggja av
talan at lata upp fyri nógvum nýggjum
ferðamøguleikum til og úr Føroyum.
Atlantic Airways hevur longu eina
codeshare-avtalu KLM, ið er systurfelag
hjá Air France. Tilsamans flúgva Air
France og KLM til 314 ferðamál í 116 lond
um.
Fleiri av høvuðsrutunum hjá Atlantic
Airways fara, umframt egin og KL-flog
nummur, nú eisini at bera AF-flog
nummur, og sostatt kunnu ferðafólk úr
øllum heiminum ferðast allan
vegin til Føroya við Air France.
Avtalan inniber eisini, at
Føroyar
verða
settar
á
sølulistan hjá AirFrance um
allan heimin.
– Hjá Atlantic Airways
arbeiða vit hvønn dag fyri at
knýta Føroyar nærri um
heiminum,
og
nýgg ja
codeshare-avtalan við Air
France saman við nýggju far
leiðini til Charles de Gaulle er
enn eitt stórt stig á hesi leið,
sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í
Atlantic Airways.
– Norður-Evropa er ein sera týdning
armikil marknaður fyri Air France og
KLM. Vit leita altíð eftir nýggjum
møguleikum fyri at styrkja okkara støðu
á hesum marknaðunum. Í januar víð
kaðu vit codeshare-avtaluna millum
KLM og Atlantic Airways, og vit eru sera
fegin um, at vit nú kunnu leggja Air
France afturat, sigur Gauthier Le Masne
de Chermont, sølustjóri hjá Air France
og KLM í Norðurevropa sambært
tíðindaskrivi frá Atlantsflog.
Tað fer at bera til at ferðast við code
share-ferðaseðlum frá 1. juli 2019, og søl
an fer í gongd longu 6. juni 2019.
Atlantic Airways flýgur beinleiðis til
París mána-, miku- og fríggjadagar frá 1.
juli til 30. september og eftir tað hvønn
mánadag og fríggjadag allan veturin.
Atlantic Airways og Air France
gera CodeShare avtalu
Í blaðnum...
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
Petur Karl av Rana:
Krás:
Mjólkarvirki Búanaðarmanna:
Mai 2019
Ræsinign best
við 4-6 hitastigum
Á marknaðin við
nýggjum matvørum
Gera 60 mjólkarúrdráttir
62
Góð rávøra ger tað
lættari at vera kokkur