Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mai 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. MAI 2019 SOSIALURIN 62 6 - Í næstu viku verði eg ikki í Vágsbotni. So kunnu fólk gita, um eg fari niðan í Mjørkadal at sita ella til Danmarkar, sigur Mortan Johannesen, sum kennir seg óynsktan í Vágsbotni, aftaná hann í vikuni fekk bót fyri at koyra ein plastposa fyri følararnar til ferðsluforðingina til fiskasølutorgið PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO V ið sølutorgið niðri í Vágsbotni standa trúgvu fiskaseljararnir Mortan Johannesen og Carl August Arge. Teir eru at rokna sum tvær sannar býarmyndir, sum altíð eru verdir eitt gott prát um fiskarí, samfelagsviðurskifti ella annað gerandistos. Teir hava báðir selt fisk í nógv ár, men seinastu trý árini hevur tað ikki verið líka hugaligt. Teir kenna seg vera fyri vanbýti av kommununi, sum í 2016 setti tríggjar pullertar upp fyri inngongdina Undir Bryggjubakka við endamálinum at avmarka bilferðsluna á bryggjuni. Gaman í hevur hava mekanisku ferðsluforðingarnar avmarka bil­ferðsluna, men tær hava so sanniliga eisini avmarka søluna hjá teimum báðum fiskaseljarunum, nú atkomuviðurskiftini eru versnað. Hetta er út um alt lág­ mark, halda teir báðir, og teir føla, at hetta er at gera seg inn á ald­ ar­gomlu føroysku siðvenjuna at selja fisk í Vágsbotni. - Nú skal eg kempa - Hetta er mín deiliga hobby, sum fólk eru glað fyri. Eg eri blivin so mikið gamal, at mín tíð eftir her í Vágsbotni er stutt. Tí havi eg sett mær fyri, at nú skal eg kempa. Soleiðis sigur ein avgjørdur Mortan Johannesen uttan at blunka, meðan hann stendur við básin í Vágsbotni, har hann hevur staðið í nógv ár. Mánadagin fekk hann bót fyri at smoyggja ein plastposa út yvir følararnar til ferðsluforðingarnar fyri at geva bilum møguleika at koyra inn aftur og keypa fisk frá sær og Carl August. Røvari og politi Í Miðlahúsinum hava vit gott útsýni til sølutorgið í Vágsbotni, og vit fingu video av allari hend­ ingini, tá løgreglan fór "und­er­ cover" fyri at fanga Mortan Jo­ hann­esen, meðan hann breyt lóg­ina við sínum plastposa. Tveir løgreglumenn fjaldu seg aftan fyri Hvonn fyri at lúra eft­ir Mortan, aftaná teir høvdu givið honum greið boð um ikki at koyra plastposan fyri følararnar, nú hann hevði gjørt tað einaferð. Tá Mortan løtu seinni smoygdi enn ein plastposa út yvir følaran, fangaðu løgreglumenninir hann uppá ferskan gerning. Teir gjørdu skjótt av og tóku posan av og góvu Mortan eina bót fyri brotsverkið. Videobrotið av hesum er farið runt alt Føroyar og hevur fingið óvanliga nógvar reaktiónir - eisini frá høvuðspersóninum sjálvum. - Eg mátti flenna, tá eg sá tað. Tað er so sjáldan, at tað eydnast at fáa sovorðnar hendingar á video, og eg havi fingið fleiri enn 300 viðmerkingar um hetta. Um hatta hevði verið fyrireikað í eitt hálvt ár framman undan, hevði tað ikki eydnast líka væl sum hatta, flennir Mortan Johannesen. Í Mjørkadali ella í Danmark Mortan Johannesen skilir ikki, hví mann vil brúka tíð og orku upp á at senda løgreglufólk eftir sær. - Í næstu viku verði eg ikki í Carl August og Mortan: VÁGSBOTNUR FYRI TAÐ MEI Carl August og Mortan báðir sita á umstríddu pullertunum í Vágsbotni