Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mai 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. MAI 2019 SOSIALURIN 62 7 Vágs­botni, tí tá fari eg í feriu. So kunnu fólk gita, um eg fari nið­an í Mjørkadal at sita ella til Dan­ markar. Og eg lovi íð hvussu er, at eg fari ikki at gera nakað brots­ verk hesa vikuna. Mortan Johannesen hevur siglt sum skipari, síðan hann var 25 ára gamalur, og seinastu nógvu árini hevur hann staðið í Vágsbotni og selt fisk. - Pínadoyð, mann hevur stríðst í samfelagnum og livað sum ein høviskur borgari í kommununi. Eg havi havt góða inntøku, goldið nógvan skatt og havt nógv fólk í arbeiði, sigur Mortan Johannesen, sum av løgregluni og býráðnum nú verður roknaður sum ein brots­maður í prinsippinum. - Men eg havi ongantíð verið út fyri, at løgreglan hevur ligið og lúrt eftir mær. Eg havi altíð verið opin og ærligur. Tá eg koyrdi has­ar plastposarnar á, segði eg við løg­ reglumenninar, at eg fór so beint at koyra posarnar upp á aftur, tá teir fóru avstað. Um eg skal gera eitt brotsverk, so skal eg gera tað ærliga. Pullartarnir ávirka søluna Við síðuna av Mortan stendur Carl August Arge við sínum feska fiski, sum hann sjálvur hevur fiskað. Hann hevur selt fisk í Vágsbotni í 11 ár og er púra samdur við Mortani um avjbjóðingina. Hann sigur, at hann javnan hoyrir frá fólki, at tey tíma ikki oman á sølutorgið longur, tí tað er so ringt at sleppa av við bilin. - Hetta er til stóran ampa fyri okkara handil og tey fólkini, sum keypa her. Fólk biðja meg dagliga um at skunda mær at avgreiða hand­ilin, tí tey hava verið noydd at parkerað ólógliga. Onnur siga, at tey høvdu ætlað sær oman her, men av tí at tað er sovorðið roks, so halda tey seg aftur, sigur Carl August Arge. - Hetta er siðvenja og mentan Teir báðir fiskasølumenninir eru samdir um, at sølutorgið hevur stóran týdning, og tí eigur tað at vera so lætt sum gjørligt at brúka hetta tilboðið. - Sølutorgið hevur ein stóran sosialan og mentanarligan týdn­ ing fyri Havnina, sigur Carl August Arge, og Mortan Johannesen tek­ ur undir við honum: - Hetta er føroysk mentan og siðvenja, sum hevur verið í hálvt­ annaðhundrað ár. Vit eru nógvir føroyingar, sum eru voksn­ir upp við hesum her, og í roynd og veru er hetta føroyska sam­felagið. Men tað følist sum, at bý­ráðs­polit­ik­ ar­arnir og tey fínu fólkini í Havn ikki tola luktin av fiski í býnum og heldur vilja forkoma hesari sið­venjuni við at geva okkum av­ mark­ingar. Fólk eru vaksin upp við hesum Mortan Johannesen vísir á, at ferðslu­forðingin serliga rakar teir eldru borgararnir, sum verða noydd­ir at ganga frá onkrum park­ er­ingsplássi aðrastaðni í býnum, um teir vilja keypa sær fisk. - Eg haldi tað er ræðuliga langt úti, at eitt býráð skal behandla sín­ ar eldru borgarar so ússaligt, at teir ikki fáa loyvi at koma oman her at keypa sær góðar fiskavørur, tí teir ikki sleppa at parkera beint við. Hetta eru jú fiskavørur, sum nógv eru vaksin upp við sum børn, og sum tey eisini fingu her fyri 40-50 árum síðani. Tað er hetta, sum eg kempi fyri, sigur Mortan Johannesen og ger greitt: - Býráðið eigur at taka í nakkan á sær sjálvum og syrgja fyri, at Vágsbotnur eisini kann vera fyri tað meiniga fólkið. Fleiri loysnir - Loysnin uppá trupulleikan er so einføld, men viljin frá býráðnum hevur verið lik við null. Tey kunnu jú bara flyta pullertarnar eitt sindur longur oman á bryggjuna, sigur Mortan Johannesen. Carl August Arge vísir á, at mann eisini kann fylla út innast í krókinum aftan fyri básarnar, so at pláss verður fyri nøkrum bilum. - Eitt annað, sum mann kundi gjørt beinanvegin uttan nak­an kostnað, er at seta eini 2-3 park­ er­ingspláss av við Nólsoyar Páls torgið til kundar, sum koma her. Har kann mann skjótt stilla eitt skelti upp, sum ásetir 15 minuttir park­ering, sigur Carl August Arge. - Býráðið lovar og lovar Bogi Andreassen, sum er for­ mað­ur í Vinnunevndini hjá Tórs­ havnar Býráð, hevur lovað at loyst trupulleikan, so teir báð­ir kunnu selja sín fisk í frið. Hans­ ara uppskot er at seta ein bumm út longur úti á bryggjuni, so­ leiðis at bilar sleppa ótarnaðir til sølu­torgið, segði hann við in.fo týsdagin. - Ja, hann hevur snakkað í fimm ár um handan bummin, sum býráðið hevur lovað okkum. Um tey bíða í fimm ár aftrat, eri eg her nokk ikki, og tá kann tað jú gera tað sama, sigur Mortan Johanne­ sen. Carl August Arge kennir eisini alt til tey tómu lyftini. - Vit hava tosað so ofta við bý­ ráðið, sum lovar og lovar. Men har hendir einki. So vit vera bara noyddir at bróta lógina, og tað er jú ikki nakað, mann ger fyri stutt­ leikar. R SKAL VERA INIGA FÓLKIÐ Mortan Johannesen Carl August Arge