Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mai 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. MAI 2019 SOSIALURIN 62 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 8 Poul Michelsen Landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum Í lesarabrævi í vikuni, legg­ur Jenis av Rana, and­støð­u­ting­mað­ur fyri Mið­flokk­in, sam­ gong­una undir at vera á­byrgd­ar­leysa og fyri at by­passa demokratiið. Hann leggur eisini sam­ gong­una undir at hava lagt ár­ar­nar inn, og hann sig­ur enn­tá, at samgongan ætl­ar sær at tvíhalda um vald­ið, hóast hon hevur mist meir­i­lutan, með­an løg­ting­ið er ó­virk­ið í knapp­ar fimm mánaðir. Hann endar les­ar­a­ bræv­ið við at siga, at “lata tey 33 sær slíkt lynda, burdi ongin teirra sloppið at bjóð­að seg fram­aftur at stjórna Føroyum!” Lat meg byrja við at stað­festa, at eingin nakr­ an­tíð hevur ivast í, at sit­ andi samgonga hevur ver­ ið ein minnilutasamgonga. Longu dagin eftir, at sam­ gong­u­skjal­ið var und­ir­ skriv­að, gjørdist nevniliga greitt, at meirilutin hvarv, tá 17. ting­limurin valdi at seta seg sjálva utt­an fyri sam­gonguna. Tað hevði við sær, at henda samgongan frá byrj­an mátti leita sær eftir meir­i­luta uttan fyri sam­ gong­una. Og tað hevur eydnast. Tí sitandi minn­i­lut­a­sam­ gonga hevur megnað at fáa nógv mál ígjøgnum Løg­ting­ið. Eisini nógv stór­ mál. Vit hava til dømis fing­ið nýggja pen­sjón­s­ skip­an, vit hava fingið nýggja fiskivinnuskipan, vit hava fingið nýggja ali­ lóg­gávu og vit hava eisini fingið ­nýggja útl­end­ing­a­ lóg. Bara fyri at nevna nøk­ur stórmál úr bunkanum. Hesi mál høvdu ikki ver­ið samtykt, um tað ikki hevði eydnast samgonguni at fáa, í øllum førum, part­ ar av andstøðuni at taka und­ir við teimum. Hetta er fyrstu ferð í søgu løg­tingsins, at landið, í eitt heilt valskeið, er stjórn­að av einari minni­ lut­a­sam­gongu. Sam­an­um­ tik­ið er mín heilt greiða fat­an at tað hevur gingið væl, tí vit hava fingið minst líka nógv – um ikki væl meira burturúr – sum nøk­ur meirilutasamgonga und­an okkum. Eg havi altíð trúð upp á prin­sipp­ið í at hava minni­ lut­a­sam­gong­ur. Tær mugu ar­beiða tvørtur um mørk, og tað gevur grundarlag fyri breið­um semjum. Og tað er júst tað, sum hevur eydn­ast hjá hesari sam­ gong­uni. Ikki allar semjur hava verið so breiðar sum ynsk­i­ligt var, men, sum nevnt, hevur eydnast okk­ um at fáa í øllum førum part­ar av andstøðuni at taka undir við okkara upp­ skot­um. Í onkrum føri hevur ver­ið heilt nær við, at vit hava fingið heilt breiðar semj­ur. T. d. í samband við fiski­vinn­u­ný­ski­p­anina. Men tá kastaði Sam­bands­ flokk­u­rin frá sær í síðstu løtu og vildi ikki vera við kort­ini. Tað var harmiligt, tí vit vóru samd um nógv tað mesta, men tað var teirra val. Kortini megnaði hend­ an sam­gong­an at avgreiða tað stór­málið, og onnur við, sum seinasta sam­ gonga ongantíð kom nær við at avgreiða, tí hon kvald­ist av innanhýsis stríði. Jenis av Rana rør sum sagt fram­undir, at einasta end­a­mál hjá samgongan er at varð­veita valdið og, at Løg­ting­ið skal liggja lamið í fimm mánaðir, til eftir val­ið. Hetta er møsn og tað veit Jenis av Rana væl sjálv­ur. Tí sambært grein 13 í stýr­is­skip­an­ar­lógini (og grein 59 í tingskipanini), kunnu tveir fimtingar av ting­lim­unum skrivliga biðja um tingfund við dags­skrá. Tað vil siga, at 14 ting­lim­ir kunnu krevja, at Løg­ting­ið kemur saman, um tað er tað tey so brenn­ andi ynskja. Andstøðan og utt­an­flokk­a­ting­lim­ir­nir tel­ja í løtuni 18, so tí átti tað at bor­ið til. Men tað ger tað kortini ikki, og er sannleikin ikki bara, at and­støðan megnar ikki so frægt sum at telja upp í 14, so hon kann kalla Løgtingið saman fyri at út­ skriva nýval? Fólka­flokk­ ur­in hevur líka frá byrjan ynskt at fáa hesa sam­ gong­una frá, men hann hev­ur ikki megnað tað. Sam­bands­flokkurin ætlaði iva­leyst tað sama, tá hann trekti seg úr sam­ráð­ing­u­ num um fisk­i­vinn­u­ný­ skip­an­ina, men tað hendi held­ur ikki, og aðrir partar av and­støðuni hava við mill­um­bilum sagt tað sama. Men hví gera tit so einki við tað? Tí tit megna tað ikki. Fyri mær at síggja er hetta sama mannagongd, sum andstøðan brúkti, nú Løg­ting­ið fór í summarfrí. Minn­i­lut­a­sam­gong­an hev­ ur fleiri uppskot liggjandi í Løg­ting­inum, sum vit feg­ in vildu havt ígjøgnum fyri valið, og vit eru altíð til dyst­in fús at viðgera mál­ ini. Lat meg skera tað út í papp. Hetta eru lógir, sum sam­gong­an hevur lagt fyri ting­ið, tí samfelagnum tørv­ar tær, og sum vit tí feg­in vilja hava samtykt. Okk­um tørvar bara, at onk­ur í andstøðuni hevur, og vís­ir, sama áhuga. Men tað vil andstøðan ikki, og tí situr hon við full­ ari løn og blokerar fyri, at hesi lóg­ar­upp­skot kunnu vera sam­tykt. Var nakar stirðil í tykk­ um, tóku tit hvørt einstakt mál og viðgjørdu tað sam­ an við sam­gonguni, so tit fingu á­virkan. Men tað vilja tit heldur ikki. Higartil hava tit sum andstøða onki prógvað og onki fing­ ið á skaftið í hesum val­ skeið­i­num. Kanska er or­ søk­in bara, at tit ikki hava nakran felags politikk – ann­að enn at fáa okkum frá. Tí er tað ikki sam­gon­g­ an, sum “bypassar” dem­o­ krat­i­ið. Tað eru tit, sum sita við meirilutanum, men tit megna ikki at brúka hann til nakað. Og so vænta tit at vinna valið – og valdið? Hvat er tað, sum tit hava at bjóða? Tit skulu ikki vænta, at henda samgongan kastar frá sær. Vit eru vald fyri fýra ár, og valskeiðið ren­n­ ir út tann 1. september. Beint nú arbeiðir henda sam­gongan júst sum und­ an­farn­ar samgongur hava gjørt hesa ársins tíð. Løg­ ting­ið er farið í summarfrí, men lands­stýr­is­fólkini eru til ar­beiðis og tey hava úr at gera. Tað eru tit, sum hava valt at blokera arbeiðið hjá Løg­ting­i­num. Men tað er iva­leyst tí tað er tað ein­ asta tit megna. Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Andstøðan megnar tað ikki Poul Michelsen landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum – Var nakar stirðil í tykk­um, tóku tit hvørt einstakt mál og viðgjørdu tað sam­an við sam­gonguni, so tit fingu á­virkan. Men tað vilja tit heldur ikki. Higartil hava tit sum andstøða onki prógvað og onki fing­ið á skaftið í hesum val­skeið­i­num. Kanska er or­søk­in bara, at tit ikki hava nakran felags politikk – ann­ að enn at fáa okkum frá, skrivar Poul Michelsen, landsstýrismaður, í viðmerking til Jenis av Rana