mikudagur 29. mai 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. MAI 2019
SOSIALURIN 62
9
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
www.midflokkurin.fo
MIÐFLOKKURIN
Trý úr Miðflokkinum,
ið bjóðað seg fram til Løgtingsvalið
Irdi Jacobsen
Irdi Jacobsen býr í Norðdepli, har hon eisini er fødd
og uppvaksin. Irdi er 41 ár og starvast til dagligt sum
borgarstjóri í Hvannasunds kommunu. Seinnu árini
hevur hon millum annað verið aktiv í málinum um
Tunlar Norður um Fjall.
- Eg havi í nógv ár eftirhondini verið miðflokksveljari,
og tí liggur tað nátúrligt fyri meg at bjóða meg fram
á miðflokslistanum. Eg haldi, at vit í Føroyum hava
brúk fyri politikarum úr øllum flokkum, sum vilja seta ein hægri standard
tá tað kemur til etikk, og hvat vit vilja loyva og ikki vilja loyva í okkara
landi. Rákið seinastu árini vísir greitt, at tørvur er á fólki, sum ikki letur seg
reka higar og hagar av rákinum bæði uttanífrá og innanífrá. Eg eri samd
við miðflokkinum um, at familjan er kjarnan í samfelagnum.
- Eg fari at arbeiða fyri, at føroyskt vinnulív, tað verið seg bæði fiskivinna,
alivinna og aðrar vinnur, skulu hava tryggar karmar. At vinnan, samstundis
sum vit seta krøv til burðardygd, eisini far møguleikar til effekt ivis ering,
nýhugsan og endurnýggjan. Eitt sterkt vinnulív fer at bera Føroyar inn í
framtíðina.
Ragnar Ludvig
Ragnar Ludvig býr i Haraldssund, er giftur og eigur 5
børn.
Eg eri stoltur av, at Miðflokkurin hevur hildið fast við
polit isku grundsjónarmið síni. Tey hava skapt ein
góð an integritet, sum við tíðini er blivin sermerki hjá
flokkinum.
Eg havi altíð valt Miðflokkin. Men hesa ferð havi eg
eisini tikið tað avgerð, at vísa ábyrgd við at stilla upp fyri Miðflokkin til
komandi løgtingsval. Men hvør tað verður sum kemur í Løgtingi liggur í
hondunum á veljaranum. Løgtingið hevur altíð tørv á vísdómi til at fremja
sømiligan og haldgóðan politikk. Lyklaorðini, ið kunnu halda øllum
samfelagnum uppi, eru skyn semi, hjartalag og alt ráð Guds.
Steffan Poulsen
Eg eri 23 ára gamal, føddur og uppvaksin í Hvanna-
sundi. Umoði tey ungu, UfM, á Miðflokslistanum. Í
løtuni lesi eg búskaparfrøði á Fróðskaparsetri Føroya,
eftir at hava lokið Handilsskúlan á Kambsdali.
Búskapur og samfelagið sum heild hevur mín áhuga.
Eg eri sera fegin um at kunna stilla upp fyri Mið-
flokk in, tí virðir, sum at verja ófødda barnið, hjúna-
bandið og líknandi áskoðanir, eri eg púra samdur í.
Eg síggi hetta sum ein góð an møguleika til at stríð ast fyri, at vit í Føroyum
tora at halda fast við slík virðir og ikki loyva øllum rák um at festa røtur her
hjá okkum. Serliga er tað ófødda barnið, ið liggur mær tætt at hjarta, og
hevur gjørt tað leingi. Hesin minnilutabólkur fær jú ikki vart seg sjálvan á
nakran hátt. Tí vil eg, saman við
Miðflokkinum og øðr um, ið deila
hesa hugsjón, gera mítt til at
verja ófødda barnið.
CITAT
At hugsa um 1. Jóh. 1. 1-4 ger meg
ordiliga glaðan hvønn tann einasta dag
(Ragnar Ludvig)
Bringumynd av
Jógvan Waagstein í
býarlundini í Klaksvík
F
ríggjadagin 31. mai verður ein
standmynd av Jógvan Waagstein,
fjøllistamanni avdúkað í Klaksvík.
Tað er Norðoya Sparikassi, sum
saman við Klaksvíkar kommunu, ið skipar
fyri.
Jógvan Waagstein varð føddur í
Klaksvík, sonur Samuel Michael Joensen,
lærari og deknur úr Gerðum í Klaksvík og
Mariu Fredrikku, f. Olsen av Toftanesi í
Leirvík. Hon var ein mentað og gudrøkin
kvinna. Fleiri eru tey, ið siga, at listagávur
Waagsteins eru arvaðar av Toftanesi.
Jógvan Waagstein var giftur við Elsebeth
Súsannu, f. Dahl úr Vági.
Jógvan Waagstein var ein fjølbroyttur
listamaður. Umframt sítt lívsstarv sum
lærari tókst Waagstein við nógv ymiskt
mentanarligt arbeiði, millum annað var
hann nótauppteknari, komponistur,
listamálari og urguleikari í Havnar kirkju.
Hann stóð í mong ár fyri Havnar
Fimleikafelag og stjórnaði eisini Havnar
Sangfelag. Ímillum løgini, hann hevur gjørt,
kunnu nevnast: »Í búri«, »Tíðin rennur sum
streymur í á«, »Hann rann sær kátur« og
»Ein skortlitt kúgv við garðalið«.
Jógvan Waagstein var eisini ein virkin
listamálari. Motivini eru tey allarflestu
landsløg og bygdaløg í Føroyum. Hann
hevur m.a. málað altartalvurnar í Árnafirði,
Mikladali og í Hovi.
Norðoya Sparikassi og Klaksvíkar
kommuna vilja við tiltaki, sum fer fram
fríggjadagin 31. mai kl. 16, heiðra hesum
mentamanninum, Jógvan Waagstein.
SKRÁ fyri hátíðarløtu - JÓGVAN
WAAGSTEIN 140 ÁR Í 2019
Dagur: Fríggjadagur 31. mai 2019 kl. 16.00 - 17.30
Stað: Miðhøllin á Skúlatrøð
Vertur: Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar Kommunu
Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentarnevndini, bjóðar vælkomin
Kirkjukórið í Christianskirkjuni syngur “Dimmið” - Lag: Jógvan Waagstein
Andras Sólstein, savnsleiðari, sigur frá um Waagstein
Tónlistaskúlin spælir “Tíðin rennur sum streymur í á”, við klassiskum ljóðførum.
Gulla Øregaard, abbadóttir Waagstein, fortelur um abba sín, Jógvan Waagstein
17 Sangarar, "Vár við lýggjum vindi" - Lag: Jógvan Waagstein
Alex Sólstein, fyrrverandi skúlastjóri, hugleiðir um
løtur saman við Jógvan Waagstein
Ingibjørg Hansen og Magni Husgaard, “Í búri”- Lag: Jógvan Waagstein
Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa tekur
samanum og bjóðar yvir í býarlundina
Stað: Býarlundin, við minnisvarðan
Alex Sólstein, Andras Sólstein og limir úr Klaksvíkar
hornorkestri spæla “Signaða sól”
- Lag: Jógvan Waagstein
Gulla Øregaard avdúkar bringumyndina av Jógvan Waagstein
Felagssagur "Tíðin rennur um streymur í á" - Lag: Jógvan Waagstein
Norðoya Sparikassi bjóðar kaffi og okkurt afturvið – um veðrið ikki
er til vildar, verður boðið kaffi í torg 4 framman fyri skúlakøkin.
Jógvan Waagstein f. 1879, d. 1949.
Fyrsti skúlin í Klaksvík, bygdur 1876.
Málningur Jógvan Waagstein