mikudagur 29. mai 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. MAI 2019
SOSIALURIN 62
10
Arbeiða út í øllum veðri
Við krympiplasti ber
til hjá handverkarum
og øðrum at arbeiða
í øllum veðri – sjálvt
um tað regnar ella er
vindur. Tað er Rasmus
Magnussen, ið hevur
stovnað fyritøkuna
Krympiplast
FRANTS JENSEN
– Krympiplast er ein dúkur, sum hevur
eginleikan, at hann er ótrúliga seigur, sterkur
og hevur stórar flatur. Tá ið hann er komin
upp at hanga, verður hann hitaður við einum
serligum hitara. Tá ið hann verður kaldur aftur,
so krympar hann saman, so at hann festir
seg, har tú hevur lagt hann. Talan kann vera
um stilass, bát, hús ella annað, sigur Rasmus
Magnussen, eigari av Krympiplast.
Endamálið er, at til ber at arbeiða undir taki,
óansæð hvussu veðrið er, um tað er vindur og
regn.
– Tað eru nógvir dagar, sum fara til spillis í
Føroyum, tí at tú ikki fært arbeitt úti fyri veðri
og vindi. Harumframt eru krøv eisini um vætu
munandi herd. Tí er tað ikki líkamikið, um ullin
er turr ella vát, tá ið hon fer inn í veggin. Tað
sama við fugum og øðrum, sigur Rasmus
Magnussen.
Plast um Varðan Pelagic
Fyritøkan byrjaði fyri trimum einum hálvum
ári síðani. Sjálvt sum fyritøkan enn bara telur
ein persón, so smæddist hon ikki at bjóða seg
fram millum nógvar stórar fyritøkur á altjóða
vinnumessuni Atlantic Fair, ið var í Klaksvík
herfyri.
Krympiplast hevði gjørt tjaldið, har skráset
ingin til vinnumessuna fór fram.
Tað eru mest fólk innan byggivinnuna, sum
eru kundar hjá Krympiplast.
– Tað størsta arbeiðið, eg havi gjørt higartil,
var at krympa allar síðurnar á Varðanum
Pelagic á Tvøroyri, tá ið tað varð bygt uppaftur.
Talan var um 3.500 fermetrar av plast, sigur
Rasmus Magnussen.
Hann nýtir mest stórar rullur av plasti, til
dømis 12 x 30 metrar, sum viga 100 kg.
Fyribils skilaveggur
Krympiplast kann eisini nýtast sum ein fyribils
skilaveggur. Til dømis úti á Fløtum í Havn. Har
er ein long lon á fleiri hundrað metrar. Har
verður krympiplast nýtt sum skilaveggur, so
ikki er neyðugt at hita alt upp, tá ið ein partur
er liðugur, og ein annar partur ikki er liðugur.
Hetta er millum annað ein fyrimunur í málara
arbeiðinum.
– Krympiplast er ein kend vøra. Tey flestu,
ið hava arbeitt á einum flakavirki, minnast, at
plast varð lagt rundan um plattar, og so var tað
hitað, so at tað lá tætt inn at plattinum.
Hugskotið kom við bátinum
– Hugskotið, at byrja fyritøkuna, kom, tá ið eg
hevði tørv á at pakka bátin hjá mær inn, tí eg
skuldi arbeiða uppá hann. Ein vanlig presend
ing er trupul at nýta, tí tað loypur so nógv tilfar
av. Og um tað er onkur bílig presending, so
heldur hon ikki í vindi. Tá kom hugskotið til
krympiplast, sigur Rasmus Magnussen.
Hol á uttan at tað skrædnar
Hann ráðgevur teimum, ið keypa, hvussu tað
skal setast upp og festast. Keyparin ger ar
beiðið við uppseting. Tá ið dúkurin er festur,
fer Rasmus og hitar hann.
– Tað er mín serkunnleiki at duga at síggja,
nær hann hevur fingið nokk av hita. Tað kann
vera trupult, um tað er vindur, men eg havi
fingið fleiri royndir nú. Krympiplast riggar sera
væl til føroyska veðurlagið. Eg havi ikki gjørt
nógvar vánaligar uppsetingar higartil, sigur eig
arin og flennir.
Tilfarið er gjørt soleiðis, at til ber at seta hol
á, uttan at tað skrædnar víðari.
– Tá ið eg gjørdi krympiplast á Varðanum
Pelagic, var tað eitt krav, at teir skuldu hava
møguleika at seta hol í ymsastaðni, uttan at
dúkurin fór í luftina í vindi. Og tað eydnaðist
sera væl.
Dustveggur
Krympiplast kann eisini nýtast til annað, mill
um annað ein dustvegg.
– Eg gjørdi til dømis ein dustvegg, tá ið
Høllin á Hálsi varð útbygd. Tá ið gamli veggurin
varð tikin niður, so mátti okkurt setast upp
ístaðin. Dustveggurin stóð uppi meðan arbeitt
varð. Tað var bara fest í erva og í neðra. Tað helt
eisini, tá ið hondbóltsspælarar lupu í tað.
– Har var eisini tørvur á at fáa hurðar í. Eg
festi lynlás, og vit skóru so út fyri tí. So bar til
at ganga millum. Hurðin sjálv var bara hesin
dúkurin, sigur Rasmus Magnussen.
Lýkur brandkrøv
Um plast er krympað, so ber tað ikki til at taka
tað av og endurnýta tað á einum øðrum staði.
Til ber tó at brúka dúkin aftur, um tað er eitt
sindur minni í stødd, dúkurin skal leggjast út
yvir. So kann Rasmus koma framvið og hita
hann einaferð afturat, til hann formar seg eftir
nýggja skapinum.
Viðvíkjandi brandkrøvum, so lýkur hetta øll
krøv sambært eigaranum.
– Tað serliga er, at tað líkur brandflokk null,
tað vil siga, at tað kann ikki koma eldur í plasti,
sigur Rasmus Magnussen.
Tað kostar eitt sindur at brúka henda dúkin.
– Tað er nokk ymiskt, hvat fólk halda um
prís. Tann tjúkki dúkurin verður seldur fyri 20
krónur fyri fermeturin pluss mvg, sigur Rasmus
Magnussen.
Við Jóannesar Paturssonargøtu í Havn hevur verið arbeitt í drúgva tí. Har hevur Krympiplast
sett upp dúk, so at handverkararnir kunnu arbeiða turrir innanfyri
Krympilpast hevur gjørt dúkin, ið var til skrásetingina á vinnumessuni
Atlantic Fair, sum var í Klaksvík herfyri
Rasmus Magnussen, eigari
av Krympiplast, sýndi fram á
Atlantic Fair í Klaksvík
Tað eru nógvir
dagar, sum fara til
spillis í Føroyum, tí
at tú ikki fært arbeitt
úti fyri veðri og vindi