mikudagur 29. mai 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. MAI 2019
SOSIALURIN 62
11
Tunnilsarbeiðið dryppar av
sær til veitarar í Sandoynni
- Tað hevur hildið, sum
myndugleikarnir lovaðu okkum á
hátíðarløtuni í Húsavík, og longu
nú eru maskinur í gongd, sigur
borgarstjórin, Brynhild Sørensen
VILMUND JACOBSEN
T
á Landsverk herfyri
skipaði fyri hátíðarløtu í
Húsavík, har fyrstu tvey
fløgini til vegin niðan til
ætlaða Dalstunnilin vórðu loyst,
lovaði Heðin Mortensen, lands
stýrismaður í samferðslumálum,
at arbeiðið í Húsavík skuldi byrja
longu í vikuni eftir.
Borgarstjórin í Húsavíkar
kommunu, Brynhild Sørensen,
sigur, at hetta hevur hildið, og
longu nú eru maskinur í gongd í
Húsavík.
- Í fyrsta lagi verður svørðurin
loystur oman av, har tunnilsveg
urin skal liggja og soleiðis, sum
eg havi skilt, verður flagið brúkt
aftur aðrastaðni.
Hon sigur, at kommununi
kunnugt verður tað fyritøkan
MTF hjá Friðfinni Nicolajsen í
Skopun og fyritøkan hjá Finnleifi
Fagradal á Sandi, sum skulu koyra
moldtilfarið, sum kemur burtur úr
grevstrinum.
Ikki bara Landsverk
Í løtuni eru menn hjá Finnleifi
Fagradal í holt við at gera mold
goymsluna klára. Her verður ein
lítil vegastubbi gjørdur oman úr
Húsavíkarvegnum - Inni á Leiti,
tey rópa - har moldin frá út
grevstrinum skal leggjast.
Uppi í Bøgøtu í Húsavík skal
gamli vegurin eisini breiðkast
nakað, tí hugsandi er, at høvuðs
vegurin onkuntíð fer at verða
stongdur undir arbeiðnum.
- Hetta verður gjørt fyri at gera
tað lættari at koyra í gomlu bygd
ini.
Brynhild Sørensen sigur, at
tað er Landsverk, sum stendur
fyri øllum arbeiðnum í Húsavík,
og síðan hava tey veitt partar út
til arbeiðstakarar í Sandoynni, og
tað fegnast hon um.
Deilast um koyring
Friðfinn Nicolajsen hjá MTF sig
ur, at fyritøkan hjá honum og fyri
tøkan hjá Finnleifi Fagradal skulu
deilast um koyringina frá grevstr
inum, sum Landsverk kemur at
gera, og síðan skal Finnleif Fagra
dal eisini taka ímóti moldini Inni
á Leiti og slætta hana út.
- Vit koma soleiðis at deilast
um at koyra mold og grót, og
tað er Finnleif Fagradal, sum ger
vegastubban oman, hagar mold
goymslan verður.
Friðfinn Nicolajsen vísir á, at
fyritøkan hjá honum – MTF –
eisini hevur fingið til uppgávu at
bora og spreingja fyri portalinum
til tunnilin, sum byrjar í Húsavík.
Moldgoymslan í Húsavík er liðug
Vegurin, sum nú skal gerast
niðan til økið, har tunnilsmunnin
í Húsavík verður, kann
samanberast við vegin, sum er
bygdur til tunnilsmunnan, har
Sandoyartunnilin fer at byrja
VILMUND JACOBSEN
F
innleif Fagradal sigur, at
teir eru lidnir við vegin
oman til goymsluplássið
niðan fyri Húsavíkar
vegin, sum skal taka ímóti mold,
nú vegurin til tunnilsmunnan í
Húsavík skal gerast.
- Her er eisini nakað av mold
longu komið á goymsluna. Hetta
er avgrevstur frá arbeiðnum hjá
Landsverki at breiðka ovasta part
av Bøgøtu í Húsavík.
Finnleif Fagradal vísir á, at
Landsverk hevur lagt eina neyva
tíðarætlan fyri, hvussu arbeiðið
við tunnilsvegnum skal fremjast.
- Eg ivist eitt sindur í, hvussu
nógv verður at gera hjá okkum í
ár, nú talan bara verður um mold,
sum skal koyrast á goymslu. Men,
tað verður so nakað, leggur hann
aftrat.
Ein arbeiðsvegur
Finnleif Fagradal sigur, at vegurin,
sum nú skal gerast niðan til økið,
har tunnilsmunnin verður, kann
samanberast við vegin, sum er
bygdur til tunnilsmunnan, har
Sandoyartunnilin fer at byrja.
- Hetta verður ein arbeiðsvegur,
og sambært ætlanini skal koyring
in av mold frá avgrevstri verða lið
ug miðskeiðis í summar – og fyri
summarsteðgin.
Finnleif Fagradal sigur, at
seinni í heyst skal verða komandi
til tunnilsmunnan, og har uppi
skal gerast pláss til at seta eina
arbeiðshøll.
- Her skal eisini inntakið – ella
portalurin – til tunnilin gerast, so
leiðis at klárt verður at seta borin
í einaferð seinni í ár, leggur hann
aftrat.
Tað var ein stór løta hjá bygdaráðslimum í Húsavíkar kommunu, tá fyrstu fløgini til tunnilsvegin
vórðu loyst. Nú dryppar verkætlanin longu av sær til entreprenørar í Sandoynni
Tað er Fríðrik Heinesen, sum vegna Landsverk leiðir verkætlanina
við Dalstunlinum, sum ætlandi skal verða liðugur um fýra ár