mikudagur 29. mai 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. MAI 2019
SOSIALURIN 62
12
3.800 fólk renna saman
við krúnprinsinum
3.795 fólk hava
teknað seg at
renna saman
við Fríðriki
krúnprinsi á
norðoyastevnu
í Klaksvík.
Umframt
renning, vera 13
undirhaldsstøð
á rutuni
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
N
ógv verður g jørt
burturúr, nú Føroya
størsta rennitiltak fer
av bakkastokki leyg
ardagin 1. juni.
Hetta er í samband við Royal
Run 2019, sum í ár verður skotið
í gong í Føroyum.
Byrjað verður at renna við
ferjuleguna, og málið er eisini við
ferjuleguna.
Renna ella ganga
Møguleiki er at renna eina míl ella
10 kilometrar. Mílin verður runn
in frá ferjuleguni til Jógvan Waag
steinsgøtu og aftur.
Teinurin á 10 kilometrar verð
ur runnin frá ferjuleguni til rund
koyringina, út til gamla snøris
virkið/Berglon, har vent verður
niðan á Klaksvíksvegin. Harfrá
verður runnið út til Norðoyri og
aftur til ferjuleguna.
Runnið verður í ymiskum
bólkum. Tey fyrstu byrja klokkan
10:30, og tey seinastu fara avstað
klokkan 11:25.
Sjálvt um talan er um eitt renni
tiltak, so er tó ikki nøkur treyt at
renna. Til ber eisini at ganga, ella
bæði at ganga og renna.
Privatvitjan hjá prinsinum
Krúnprinsurin kemur klokkan
10:15. Hann fer avstað hálvan tíma
eftir at hann er liðugur at renna og
hevur sagt farvæl til fólkið.
– Talan er um eina privata vitj
an hjá krúnprinsinum, og tí verður
ikki gjørt so nógv burturúr sum
í fjør, tá ið hann var almennari
vitjan, sigur John Mortensen, sam
skiftisfólk í Klaksvíkar kommunu.
Krúnprinsurin hevur trygd
arfólk og onnur við sær í fylginum.
Vegir stongdir
Í sambandi við Royal Run verða
fleiri vegir í Klaksvík stongdir í
longri og styttri tíðarskeið. Ferðsl
an í miðbýnum verður stongd
longu klokkan 8, og øll ferðsla mill
um armarnar báðar verður stongd
millum klokkan 10 og 14.
Tað merkir millum annað, at
neyðsynjarakfør eru á báðum síð
um á armunum, so at tey fáa rykt
út, um tørvur á tí.
Parkera í Leirvík
– 60 prosent av teimum, ið skulu
renna, eru aðrastaðni frá enn
Norðoyggjum, og tí er neyðugt at
skipa ferðsluna á annan hátt enn
vanligt, sigur John Mortensen.
Fyri at lætta um fyri rennandi,
áskoðarar og gestir, hevur Klaks
víkar kommuna nevniliga gjørt
avtalu við Eysturkommunu, so
leiðis at fólk fáa møguleika at
seta bilin á kajøkinum í Leirvík
og taka bussin til Klaksvíkar. Tað
eru býarbussarnir hjá Klaksvíkar
kommunu, sum fara at koyra sum
'shuttle bussar'. Koyrt verður frá
klokkan 9 til 11 og frá klokkan 12 til
16. Koyrt verður hvønn 15. minutt.
Startnummar
Fyrireikararnir heita á luttakar
arnar at heinta startnummar og
blusu á á Nólsoyar Pálsgøtu 32,
700 Klaksvík, hósdagin 30. mai
klokkan 16.-20 ella fríggjadagin
31. mai klokkan 16-18.
Tað ber eisini til at heinta
startnummar leygardagin 1. juni
á startøkinum.
13 undirhaldsstøð
Fyrireikararnir siga, at umframt
sjálva renningina, so verða fleiri
undirhaldsstøð á skránni.
– Vit hava 13 undirhaldsstøð til
børn og vaksin á rutuni. Millum
annað verður Bubu og Trøllapætur
á skránni fyri børnini. Eyðun
Nolsøe, Carl Martin Samuelsen,
hornorkestrið og eitt lið við 40
taekwondo íðkarum sýnir fram.
Talan er um lítlar pallar á vegnum,
sigur Johna Mortensen.
Á málinum verður ein stórur
pallur, har Jonhard Larsen, Ragn
hild Ellingsgaard og Hallur Holm
greiða frá og práta við ymisk fólk.
KVF fer eisini at stroyma frá
tiltakinum.
Føroyar skulu spæla
á størri altjóða vølli
Helena Dam á Neystabø
Veðurlag, umhvørvi, náttúru
vernd, røkt av fiskastovnum,
orkupolitikkur, útlendingamál,
skattaskjól og hvíttvasking av
ørandi peningaupphæddum,
altjóða viðurkenning av útbúgv
ingum, framkomin gransking
o.s.fr.
Hetta og eru alt mál, sum vit
einans kunnu loysa saman við
øðrum londum – tvørturum
landamørk.
Mín hugsan er, at eitt før
oyskt fólkatingsumboð skal
vera á varðhaldi í øllum hesum
málum, gera vart við føroysk
sjónarmið og serstøður, og
tryggja, at Føroyar verður ein
virdur og viðurkendur við
spælari, tá ið avgerðir verða
tiknar, sum kunnu hava ávirkan
á føroyskt vinnulív, føroyskan
veðurlagspolitikk, útbúgving
arkrøv, mentanararv, og tá ið
vælferðin hjá føroyingum skal
tryggjast – bæði í Føroyum og
uttanlands.
Hetta arbeiðið skal gerast í
tøttum samstarvi við Lands
stýrið. Tí tað er Løgting, Lands
stýri og Føroya fólk sum er evsti
myndugleiki í Føroyum. Og tað
skal eisini fólkatingsumboðið
sláa fast við sjeytummaseymi –
á øllum altjóða pallum.
Tað er harmiligt, at Tjóðveldi
er til reiðar at avreiða føroyskan
sjálvsavgerðarrætt, afturfyri
at leggja seg út í, hvør verður
danskur statsministari. Eitt
fólkatingsumboð úr Føroyum
eigur ikki at seta føroyskan
sjálvsavgerðarrætt á uppboðs
sølu í fólkatinginum.
Eg bjóði meg fram sum val
evni til fólkatingsvalið fyri Javn
aðarflokkin – tí tað er avgerandi,
at Føroyar spæla á størri altjóða
leikvølli.
3.800 fólk fara at renna saman við krúnprinsinum í Klaksvík.
FÓLKATINGSVAL 2019