mikudagur 29. mai 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. MAI 2019
SOSIALURIN 62
13
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
"Hugburðsbroyting". Tað er
lyklaorðið, sum krevst fyri at fáa
eina reinari føroyska náttúru,
sambært nógvum føroyingum.
Fleiri enn áttatúsund føroyingar
eru nevniliga samdir um, at vit
øll kunnu gera mun til frama
fyri umhvørvið og náttúruna.
Tað kann íð hvussu er
staðfestast út frá limatalinum
á Facebookbólkinum “4 plastic
per day”, sum veruliga hevur
fingið vind í seglini seinastu
tvær vikurnar.
Bólkurin hevur sum enda
mál at eggja føroyingum at
rudda plast upp á vegnum og í
náttúruni annars. Limirnir eru
raskir at rudda og leggja mynd
ir út av óruddinum, teir hava
funnið úti. Tað verður við hes
um hvønn einasta dag víst á,
hvussu nógv órudd er at finna í
veitum, á bøi, við sjóvarmálan og
aðrastaðni í náttúruni. Dunkar,
sigarettstubbar, toy, emballagur
og jarn eru nøkur av teimum
tingunum, sum javnan eru at
síggja á myndunum, limirnir
leggja út.
Ætla at røkka útlendingum
Bólkurin er stovnaður av Svein
Rógva Nielsen Ljósstein og
konu hansara. At byrja við var
heitið á bólkinum “4 plastik
um dagin”, men nú hevur hann
broytt navn til enska heitið “4
plastic per day”.
- Vit hava broytt navnið, fyri
at onnur fólk, sum ikki skilja
føroyskt, eisini kunnu vera við.
Tað veri seg ferðafólk, sum vitja
í Føroyum, og hvør veit - kanska
átakið kann røkka út um land
oddarnar, so onnur kunnu taka
tað til sín, sigur Svein Rógvi
Nielsen Ljósstein, sum dagliga
dagførir og motiverar inni á
bólkinum, hann hevur stovnað.
Lýsingin
av
bólkinum
stendur nú í fýra málum -
føroyskum, donskum, enskum
og týskum.
Byrjaði á fjørðuni
Bólkurin varð stovnaður sum
ein natúrlig avleiðing av tí nógva
plastinum, sum er at finna í før
oysku náttúruni.
- Vit búgva beint við sjóvar
málan, og vit hava leingi sæð,
hvussu nógv plast og annað
órudd hevur ligið har og er
skolað inn. Vit vildu gera
okkurt við tað, og so fingu vit
hugskotið at stovna ein al
mennan facebookbólk, sum vit
so bjóðaðu okkara vinum upp í,
sigur Svein Rógvi Nielsen Ljós
stein.
Aftaná hetta hevur tað gingið
skjótt - sera skjótt. Limir hava
bjóðað vinum upp í, sum aftur
hava bjóðað sínum vinum upp
í, og nú gongur limatalið móti
9.000.
At rudda við einum smíli
Bólkurin er ikki ætlaður til, at
fólk skulu finnast at, men heldur
koma við positivum tankum um,
hvat kann gerast betur.
- Tað hevði stóran týdning
fyri okkum, at vit fingu ein
jaligan tóna til hetta, sigur Svein
Rógvi Nielsen Ljósstein.
Lýsingin av bólkinum
er soljóðandi:
- Ver við til at gera mun við
einum smíli. Allastaðni, har vit
ganga, liggur plastikk og órudd
og flýtur. Hvat við, um vit øll
framyvir fara at taka minst 4
stk. plastikk upp um dagin, og
hugsa okkum um, hvat vit koyra
út í náttúruna aftur?
Ikki bara tey aktivu
sum rudda
Øll eru ikki líka aktiv á Facebook,
tá tað kemur til at deila myndir
og annað. Men at deila mynd av
sínum innsavningsposa er als
ikki ein fyritreyt fyri at vera við
í hesari rørsluni. Svein Rógvi
Nielsen sigur sjálvur, at tað eru
verri enn so øll, ið leggja myndir
út av tí, tey hava savnað inn. Fleiri
av limunum rudda eisini uttan
yvirhøvur at deila myndirnar á
bólkinum, og hetta veit hann, tí
fólk bæði viðmerkja tað og skriva
privat boð til hansara um tað.
Eingin ivi er um, at hesin
bólkurin veruliga hevur fingið
føroyingar at blíva meira til
vitaðar um plastdálking í
náttúruni. Flest allir føroyingar
hava hoyrt um bólkin nú, og
um teir ikki beinleiðis rudda,
er tað sannlíkt, at boðskapurin
um eina reina náttúru ótilvitað
hongur fast í sinninum hjá væl
fleiri, enn áðrenn hesin bólkurin
varð stovnaður.
FACEBOOKBÓLKUR Í UNDANVINDI:
FØROYINGAR
GÓÐTAKA IKKI
ÓRUDD Í NÁTTÚRUNI
Fyrst var heitið "4 plastik um
dagin", men nú hevur bólkurin
skift navn til enska heitið "4
plastic per day" fyri eisini at
røkka útlendingum - hetta er
at kallað blivið ein rørsla
Tilvildarlig mynd av Oyndafjarðarfjalli
MYND: PÓL SUNDSKARÐ - HIKING.FO