Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mai 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. MAI 2019 SOSIALURIN 62 14 So verður bjóðað til bátahugna í Hvalvík Eins og undanfarin ár, verður leygardagin siglt av Selatrað til Hvalvíkar, og tá bátafylgið hevur lagt til bryggju í maritima bátahylinum, verður bjóðað til ókeypis smurt breyð í tjaldinum á bryggjuni VILMUND JACOBSEN L eygardagin 1. juni, sum er komandi leygardag, fer Sundalags Bátafelag at skipa fyri bátahugna í Hvalvík. Hetta er eitt tiltak, sum er yngri enn bæði bátastevnan í Vestmanna, bátafestivalurin á Toft­um og regattasiglingin í Sunda­lagnum, sum endar í Hós­ vík. Men, hóast hetta bátatiltak í Hvalvík ikki hevur so nógv ár á baki og í stødd ikki kann metast við tær størru bátastevnurnar, so er hetta kortini eitt tiltak, sum nógvir bátasiglarar og onnur gleða seg til. Blíðskapur í hásæti Bátahugnin í Hvalvík hevur heilt síðan byrjan verið eitt sera hugnaligt tiltak, sum ikki hevur nakra drúgva skrá, men har blíð­ skap­urin altíð er í hásæti. Tá siglt hevur verið av Selatrað til Hvalvíkar seinnapartin leyg­ar­ dagin, og bátarnir eru komn­ir at liggja trygt í maritima báta­hyl­ inum í Hvalvík, verður høvi hjá øllum bátsmanningum og kamp­ ingfólki at fara í tjaldið á bryggj­ uni til gott smyrjibreyð. Tað er bygdafólkið, sum stend­ ur saman um smyrjibreyðið, og her eru nógvar hendur í gongd, áðr­enn borðreitt verður til mongu gest­irnar. Umstøðurnar framúr Ein orsøkin til, at bátahugnin í Hvalvík er øðrvísi enn onnur til­ tøk av slíkum slag, er, at her er eing­in levind og gangur – tó, at her bæði verður felagssangur og harm­onikutónleikur. Sunda kommuna hevur syrgt fyri, at maritimu umstøðurnar í bátahylinum í Hvalvík eru framúr, og her hava bátar atgongd til bæði vatn, el og keyp av olju. Eins og undanfarin ár, sigla bátarnir, sum eru við í tiltakinum, av Selatrað til Hvalvíkar, har lagt verður til bryggju í bátahylinum. Byrjað verður at sigla klokk­ an 13.30, og vanligt er, at borgar­ stjór­in, Heðin Zachariasen í bát­ in­um Juvel siglir á odda norður gjøgnum Sundalagið. Pylsur og grísur Klokkan 14 leygardagin fara Áway Service og dekksølan at bjóða grillaðar pylsur og sunkist ókeypis, og soleiðis hevur verið í fleiri ár, tó við einstøkum und­ antaki. Tá klokkan verður 17 fara Ørv­ aroddar at grilla grís og búffar við húsið hjá Sundalags Bátafelag, og her verður høvi at keypa sær mettuna, um onkur hevur brúk fyri tí. Felagssangur við harmon­iku­ spæli verður í tjaldinum klokkan 20.30, og klokkan 23 verður drigið um lutaseðlar. Sundalags Bátafelag letur heilsa og sigur, at øll eru hjartaliga væl­komin til bátahugnan í Hval­vík leygardagin.