Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mai 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. MAI 2019 SOSIALURIN 62 16 Óli Jacobsen Óli Jacobsen 3. partur Í seinasta parti greiddi John frá, tá ið hann hitti Gadaffi, einaræðisharran í Libya, tá ið hann handaði Gadaffi bilin, sum John hevði flutt honum úr USA. Hann greiðir eisini frá tveimum øðrum hendingum í samband við Libya, har hann sum so hevði góðar royndir. John: Kundu sokkið í Tripoli. Eina ferð, tá ið vit komu til Tripoli, høvuðsstaðin í Libya, lógu nógv skip og bíðaðu eftir at sleppa inn í havnina. Hetta hendi nokk so ofta. Tá ið eitt skip so kom inn ímóti havnini, fekk tað eitt nummar í bíðirøðini. Tá skuldu vit fylgja við, hvar ið vit vóru í røðini. Eg minnist eina ferð, at vit høvdu ligið nógvar dagar og bíðað eftir okkara tørni at sleppa inn. Vit byrja so at nærkast, men tá kemur nógvur vindur við aldu. Eg visti, at í innsiglingina til havnina var ein grynna. Verður aldan ov stór, so er óráðiligt at fara inn um, serlig so langt niður í sjógvin, sum okkara skip stakk. Eg mátti siga frá, eisini til reiðaríið, at um henda aldan helt fram, so mátti eg nokta at sigla inn í havnina. Tað máttu teir so góðtaka. Tá kundi tað henda, at vit vórðu koyrdir aftast í bíðirøðini. Tá lógu 21 skip og bíðaðu frammanfyri okkum. Tá kundu vit blíva nr. 22 eftir, at vit longu høvdu bíðað í fleiri dagar. Tá kundu vit koma at liggja fleiri dagar afturat. Eg tók kortini ta støðu ikki at fara inn. Men eitt annað skip, sum var nummar tvey í røðini, fekk nú okkara tørn. Havnarmyndugleikarnir spyrja so hetta skipið um teirra djúpgongd. Hon var hálvan metur minni enn okkara. Hann fer tá at sigla inn í havnina. Eg sigi so við fjarritaran at senda fjarrit til reiðaríið í Keypmannahavn og tað sama til agentin í Tripoli, at vit nú vóru vit nr. 22 í røðini. Meðan fjarritarin er í ferð við at gera hetta, hoyri eg eitt róp á VHF-telefonini frá hinum skipinum, sum var til havnina í Tripoli, har teir siga, at “vit standa, vit taka botn, og vit kunnu ikki stýra skipinum”. Teir svara aftur: “Koyr fulla ferð á motorin, og lat ikki skipið steðga har”. Tað eydnaðist teimum at kom inn um, men teir róku á land. Tað vísti seg, at róðrið var farið og skrúvan hevði eisini fingið skaða. Tá kallaði Tripoli havn okkum upp aftur og boðaði frá, at nú standa vit aftur sum nr. 1 av skipunum at koma inn. Teir mundu hava fingið ein hvøkk av tí fyrra skipinum. So vit komu væl burtur úr hesum, at vit søgdu nei, tá ið vit áttu tørn at fara inn. Vit komu nakað seinni inn í øllum góðum. Høvdu vit verið farnir, tá vit fingu boð um tað, høvdu vit helst sokkið har. Nakað av rættvísi var eisini Vit vóru eisini úti fyri eini álv­ar­ samari hending í Tripoli. Skipini vóru tá so framkomin við bingju­ flutningi. Vit høvdu ein stóran gaffiltrukk, sum kundi lyfta 40 tons. Tá kundu vit sjálvir koyra bingjurnar í land. Í havnini í Tripoli vóru teir ikki so fram­ komnir tá til slíkt arbeiði. Tí var tað manningin á skip­unum, sum gjørdi hetta arbeiðið. Hjá okkum var ein stýri­mans­næm­ingur, sum koyrdi trukkin. Men tað óhepna var, at har vit lógu, var samstundis inn­koyr­ ingin til havnina. Meðan teir eru í ferð við at koyra ein kontainara í land kemur ein bilur koyrandi við nógvari ferð fram móti trukk­ inum við næminginum við róðrið. Hann bakkar trukkin og koyrir gaffilin upp, so bilurin kundi koyra undir gaflinum. Men hvat hendir! Bilurin steðgar ikki á og koyrir við eini rúkandi ferð, og hann rennur seg í gaffilin. Gaffilin var komin ov stutt upp, so takið kemur í gaffilin og verður skorið av bilinum. Úrslitið var, at maðurin varð so illa skadd­ ur, at hann doyði av løst­un­um. Og bilurin fór sendandi víðari einar 150 metur eftir kaiuni. Teir báðir av manningini steðga sjálvsagt arbeiðinum, teir skunda sær um­ borð og klaga sína neyð. Eg hugs­ aði við mær sjálvum, at hetta kundi vera álvarsamt í einum slík­um landi at koma í eina slíka støðu. Eg spurdi, um nakar hevði verið til staðar, sum hevði sæð til­burðin. Nei, har hevði eingin verið. Eg roknaði við, at eg kundi koma at fáa ábyrgdina av hesum og kundi enda í rættinum. Og so var eisini spurningurin, hvussu stýrimansnæmingurin kundi koma burtur úr hesum á besta hátt. Tað gingu bara 20 minuttir, Libya er framvegis ein sorgarsøga við borgarakríggi við syrgiligum avleiðingum fyri fólkið í landinum. John sigldi nógv á hesum leiðum og hevur fleiri áhugaverdar frásagnir úr Libya SIÐSØGA John Eliassen: EITT SINDUR AV SKILI VAR KORTINI Í LIBYA Tripoli og havnin, har John var væl kendur Ólavur Gregersen var eitt framkomið farmaskip