Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mai 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. MAI 2019 SOSIALURIN 62 17 Komandi partur Seinasti partur hjá John kemur um tríggjar vikur. Tann 15. juni verður minnisvarði avdúkaður í Svínoy. Í hesum sambandi verða tveir partar av siðsøguni úr Svínoy. tá vóru boð eftir honum at koma fyri rættin. Eg fór saman við hon­ um í bilinum hjá agentinum. Agenturin koyrdi okkum fyrst til eitt hús, har havnaarbeiðarar plagdu at hittast. Har fór agent­ur­ in inn. Eftir eini løtu kemur hann aftur. Eg segði við hann, um vit ikki skuldu fara í rættin? Tá er hann í fylgi við einum manni, og eg spurdi, hvør ið hann var. Jú, hesin maðurin var eisini í bilin­ um saman við sjaførinum. Hetta var eitt sindur løgið, tí okkara menn høvdu bara sæð ein mann í bil­inum. Vit fara so í rættin. Tá greiðir hesin maðurin frá, at hann var í bilinum. Hann sá, at teir arbeiddu frammanfyri, har teir komu koyrandi. Hann bað sjafør­in um at støðga, so teir kundu koyra varisliga framvið. Hann lurtaði ikki eftir. Annar maðurin hjá okkum kom eisini ímóti bilinum fyri at støðga teim­ um, men sjaførurin lætst ikki um vón. Tískil mátti okkara mað­ur leypa av vegnum fyri ikki at vera yvir­koyrdur. Tá brast. Hin mað­ urin í bilinum hevði tá lagt seg nið­ur i bilin, tá ið hann sá, at hetta fór at enda galið. Hetta bjargaði honum, og hann slapp óskaddur út úr bilinum. Sam­bært tí hann greiddi frá, var tað eingin ivi um, at tað var sjafør­ ur­in, sum tað var galið við. Tað var eisini skjótt, at løg­regl­ an eisini kom til ta niðurstøðu, at okkara menn høvdu onga ábyrgd av hesi hending. Tað var tó avrátt, at stýrimansnæmingurin skuldi ikki fara avstað við skipinum. Hann skuldi vera tøkur á staðn­ um, til alt varð avgreitt. Hann skuldu búgva á einum hotelli, og so skuldi hann fara heim við flog­ fari. Tað gingu fimm dagar, tá var hann heima. Buldrasligt við Ólavi Gregersen Eg var eisini við Ólavi Gregersen, farmaskipinum í Gøtu, uppkallað eftir kenda vinnulívsmannin við sama navni, kendur sum undan­ gongu­maður innan binding og tøting. Vit sigldu til Amerika við fryst­ um fiski. Tann eina túrin vóru vit á veg til Boston. Tá fingu vit eitt ógvusligt ódnarveður, tá ið við koma vestur á Reykjanesryggin. Hesin ryggur er so langur, og hann gongur vestur móti Flemish Cap. Har er so eisini eitt dýpi á rygginum. Tá vit koma vestur móti hesum dýpi, tá var so sera ring­ur sjógvur. Eg var uppi um náttina. So eina ferð, tá hoyri eg eitt brak uppi á brúgva­takinum. Eg hevði hoyrt um hesar nýggja radararnir við stórum skannarum. Teir vóru nokk so veikir og kundu brotna í ringum veðri. Hesin radarin var tó sløktur, og vit høvdu tann minna radaran gangandi. Tað var so ikki hesin, sum var farin. Eg lat meg so í eina ulpu fyri at vera væl ílatin í hesum veðrinum. Tað var bara ein lítil partur av andlitinum, sum var sjónligt. Eg fari so upp gjøgnum leytarin upp á brúgvatakið. Tá ið eg komi upp, tá fáa vit ein sjógv, sum eg fekk beint í andlitið. Hetta var sum at fáa eitt skot beint frammaná. Eg mátti so fara niður aftur og inn á brúnna. Knappliga nú fellur vind­urin burtur. Eg hugsaði, at hetta er, sum tað plagar at vera. Nú brennur hann á aftur. Hann hevði verið útsynningur, men nú bar hann aftur á vestri. Nú helt eg, at eg skuldi fara niður og leggja meg eina løtu. So kundi eg fara upp, tá ið hann brendi á aft­ ur. Tá eg komi niður og fari inn á wc, tá síggi eg at eg eri svartur um alt andlitið. Eg hugsaði, at eg hevði ikki verið nakrastaðni, har ím var. So fari eg at vaska tað burt­ur, men tað fór ongan veg. Tá er frágreiðingin tann, at eg eru blivin bláur um andlitið av vind­inum og sjógvinum vit fingu. Hetta hevur verið sum at fáa eitt slag í andlitið. So eina ferð batnar veðrið, og vit fáa sett ferð aftur á skipið. Vit koma til Boston. Tá koma myndug­leikar sum tollarar um­ borð. Teir hyggja allir so undarlig at mær. Teir skilja ikki, at eg skal síggja soleiðis út. Eg hevði verið nakrar túrir við, so eg kendi agent­arnar. Mær er fortalt, at ein held­ur fyri við agentin: “Eg havi ong­antíð sæð ein mann, sum bara er “nekari” í andlitinum og ikki í rest­ina av kroppinum”. Agenturin visti tó orsøkina, hana hevði eg fortalt honum. Men hetta javnaði seg tó sum tíðin leið. Sigldu niðan eftir ánni Eg sigldi eisini við Elizabeth Hentz­er. Tann, sum átti hana, var ein maður úr Sandavági, Hentza Rasmussen, sum búði í Keyp­ manna­havn. Skipið varð bygt á Skála Skipasmiðju. Har kom eg við sum stýrimaður, tí eitt systk­ ina­barn mítt var skipari. Tað var mest siglt við farmi úr Bretlandi til Suðuramerika. Vit komu nógv til Paraguay. Hetta var ein nokk so áhugaverd sigling. Tað varð eisini siglt millum havnir í Suð­ ur­amerika. Ein teinur var einar 800 fjórðingar, og 700 av teimum vóru eftir eini á, La Plata, og áir sum runnu í hana. Teir fyrstu 200 fjórðingarnar kundu vit sigla alt samdøgrið. Men restina av teininum var so myrkt, at vit kundu bara sigla í dagsljósi. Tískil mátti ankrast um náttina. Tað búðu nógv fólk fram við ánni. Hetta vóru mest bóndagarðar. Her kundu vit keypa kríatúr at slakta, so vit kundu fáa feskt kjøt. Tá ið vit ankraðu upp fyri nátt­ina, avtalaðu vit við loðsin, at hetta skuldi vera nær einum bónda­garði, so vit kundu fara í land at keypa kjøt. Hetta var neytakjøt, og neytini skuldu ikki vera undir 18 mánaðar, tá var kjøtið best. Men tað skuldi helst ikki vera meira enn 24 mánaðir, og í hvussu er ikki meira enn trý ár. Tað var eitt merki í oyranum, so vit kundu síggja, nær teir vóru kálvaðir. Summir av hesum gørðum vóru so stórir, at tað var mett, at har búðu 90 familjur undir sama taki. Hetta vóru bygningar úr timbri og við strátaki. Heim aftur lastaðu vit timb­ur. Trøini vóru høgd upp í skóg­un­ um og merkt, áðrenn tey vóru flotað í ánni. Tey vóru merkt við framleiðaranum, og ein av teimum var ØK, tann stóra danska fyritøkan, sum átti plant­ agur har á leiðini. Henda fyri­tøk­ an var upprunaliga grundað á Fjar­eystur, men hon fekk seinni nógv virksemi í Suður Amerika. Farmin heim aftur høvdu vit mill­um annað til Portugal. Tað vóru bara føroyingar, sum vóru við, teir flestu vóru úr Vágum. Tað var eisini áhugavert at sigla fram við býir í Suðuramerika. Tá ið hugt varð við kikara, sást nokk so nógv. Í ánni var eisini eitt ríkt djóra­lív sum alligatorar og kroko­ dill­ur, so tað var neyvan ráðiligt at svimja í ánni. Tað kundi vera vanda­mikið. At sigla á áum er ikki bara sum tað siga tað, so illa sum alt var uppmerkt. Men eg var ongantíð við til at taka botn, sum kann vera ein vandi í slíkari sigling. John á brúnni Elisabeth Hentzer Tað var ikki bara at siga tað at sigla á teimum stóru áunum.