mikudagur 29. mai 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. MAI 2019
SOSIALURIN 62
22
TRÓNDUR ARGE
U
m vikuskiftið verð
ur 12. umfar í Betri
deildini hjá monn
um. Bara í tí eina
dystinum er spenningur á
pappírinum, meðan NSÍ, HB,
B36 og KÍ eru stórfavorittar at
vinna. Størsti spenningurin er
óiva í Gøtu, har Víkingur tekur
móti Skála. Liðini hittust í
steypakappingini herfyri og tað
endaði við javnleiki.
NSÍ hevur gjørt reint borð
á heimavølli og tekur móti TB
leygardagin. Sunnudagin eru
tríggir greiðir favorittar. HB
fær vitjan av EB/Streymi, B36
er í Fuglafirði, meðan KÍ tekur
móti AB í Klaksvík klokkan 15.30
sunnudagin.
NSÍ-TB:
Leygardagin klokkan 16.00
DÓMARI: EILER RASMUSSEN
NSÍ hevur vunnið seks dystir
upp í slag í landskappingini.
Samstundis hevur NSÍ vunnið
allar seks heimadystirnar í lands
kappingini í ár. Tí er uppgávan
stór hjá tvøramonnum, sum
ikki hava vunnið á útivølli í ár.
Turru tølini siga ein greiða sigur
til heimaliðið, har Klæmint A.
Olsen í minsta lagi kemur á
máltalvuna. Liðskiparin hevur
skorað ikki færri enn 13 mál í
bara 11 dystum. Seinast liðini
møttust vann NSí 3-0 við Stórá.
Gestirnir tykjast tó leggja
lítið í turr tøl og meiningar
hjá øðrum. TB hevur havt
eina umskiftiliga upptakt til
hetta kappingarár, men við
1-0 sigrinum á ÍF sunnudagin,
hevur TB slitið seg leyst av
niðurflytingarstríðnum.
TB
hevur
nú
12
stig
og átta stig eru niður til
niðurflytingarstrikuna. Zoran
Pavlovic tykist hava tekkið
á Tvøroyri, meðan nýggju
spælararnir gera góðan mun.
Spælarar sum Ivan Ivanovic og
Luc Michael Jeggo trívast væl
í TB-troyggjuni, meðan lokali
U21-landsliðsspælarin, Stefan
Radosavljevic, er blivin nýggja
stjørnan í Suðuroynni.
Tað er tó torført at koma
uttan um ein sigur til heimaliðið
í hesum dystinum. NSÍ hevur øll
tølini í sín lut.
SOSIALURIN TIPPAR: 3-0
Víkingur-Skála:
Sunnudagin klokkan 15.00
DÓMARI: ALEX TROLEIS
Hetta er mest spennandi
dysturin á pappírinum. Hóast
stigatalvan er farin at líkjast
sær sjálvari aftur, so er munurin
millum hesi bæði liðini ikki
stórur. Tey hava júst spælt tvær
hálvfinalur í kappingini um
Løgmanssteypið. Her endaðu
báðar við javnleiki, meðan
landskappingardysturin endaði
við 3-2 sigri til Víking á Skála.
Ein annar mátistokkur er
gongdin seinastu tíðina. Her
er ein greiðir fyrimunur til
heimaliðið. Víkingur hevur
vunnið seks av teimum
sjey seinastu dystunum í
landskappingini. Einasti
svipsarin var á heimavølli
móti EB/Streymi.
Hinvegin hevur Skála
havt eitt torført tíðarskeið.
Eftir frálíka sigurin í Gundadali
móti HB í 7. umfari, hevur Skála
tapt fýra dystir upp í slag. Her er
tó vert at leggja afturat, at Skála
í teimum dystunum hevur spælt
móti fýra av fimm teimum stóru,
umframt at liðið hevur spælt
tvær hálvfinalur í kappingini í
Løgmanssteypinum.
Víkingarnir eru í løtuni
sterkir í verjupartinum. Teir
hava bara latið fimm mál inn í
sjey dystum. Tí bendir nógv á
ein tepran sigur til Víking.
SOSIALURIN TIPPAR: 1-0
HB-EB/Streymur:
Sunnudagin klokkan 15.00
DÓMARI: LARS MÚLLER
Nú hevur HB ikki ráð at
gera fleiri mistøk í hesum
kappingarárinum. Eftir eitt
gott tíðarskeið við eitt nú einum
sigri á KÍ í landskappingini, so
eru nú aftur átta stig upp til
oddaliðið úr Klaksvík. Spælið
var ikki sannførandi í
Gøtu, tá
HB mánakvøldið tapti 1-0 móti
Víkingi.
Tróndur Jensen hevur
leikbann til dystin móti EB/
Streymi, men tað er ongin
umbering fyri, at HB skal vinna
greiðan sigur sunnudagin.
Gestirnir úr Sundalagnum
eru byrjaðir á nýggjum, men
afturstigini hava verið fleiri.
Fleiri av lyklaspælaranum sita
uttanfyri við skaðum, meðan
úrslitini á máltalvuni blíva verri
og verri. 8-1 og 4-0. Glottin var
1-1 javnleikurin í Gøtu, men hann
verður torførur at endurtaka í
Gundadali.
HB spælir í løtuni á einum
hægri stigi enn fyrr í ár, men
Ikki við: Jákup Pauli Breckmann
(lærkrikin 4-6 vikur), Jógvan
Jóannesarsson (knæið, 2-3 vikur),
Heðin Stenberg (knæið, 5 vikur),
Hørður Tórsson (akslaskaði, 2-3
vikur), Rógvi Poulsen (fóturin,
restin av fyrru hálvu), Bárður
Olsen (fipur, 4 vikur), Jobin
Drangastein (hælsinan)
Ikki við: Benjamin Heinesen
(leikbann, 4 gul kort), Rói Mørk
Hentze (knæskaði, 2-3 vikur),
Róaldur Jakobsen (fótur,
langtíðarskaddur), Hannes
Agnarsson (lær, 3-4 vikur),
Erlendur Magnusson (krossband,
langtíðarskaddur)
Ivasamir: Erling Jacobsen
(lærkrikin), Símun Rógvi Hansen
(knæ), Bjarni Petersen (lær)
Við aftur: Eli F. Nielsen (eftir
leikbann), Magnus H. Jacobsen
(eftir leikbann)
Ikki við: Andras Olsen
(krossband, langtíðarskaddur),
Jóhannes Hansen (krossband,
langtíðarskaddur), Arnar Dam
(knæ), Leif Niclasen (fótur,
mánaðir), Tóki H. Johannesen
(skinnabein), Magnus Jarnskor
(leikbann), Niklas Kruse
Ivasamir: Arnbjørn Hansen, Rói
Zachariasen
Við aftur: Gestur Bogason Dam
Ikki við: Tróndur Jensen (leikbann),
Brynjar Høldversson (fóturin, 4
vikur), Andreas Breimyr (2 vikur)
Við aftur: Símun Samuelsen
(leikbann)
Ikki við: Ólavur Niclasen (hælurin),
Óli Eyðsteinsson Poulsen (knæið)
Ivasamir: Boris Dosljak
(vøddaskaði), Simen Sandmæl
(vøddaskaði) og Torbjørn Grytten
(vøddaskaði)
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
AB
EB/STREYMUR
KÍ
ÍTRÓTTUR
Upptakt 12. umfar:
Fýra stórir og ein favorittur eru til 12.
umfar í landskappingini, sum verður um
vikuskiftið. NSÍ og TB spæla leygardagin,
meðan hinir fýra dystirnir verða sunnudagin.
Topp-fimm liðini eru øll favorittar at vinna
TOPP-
LIÐINI ERU
FAVORITTAR