Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mai 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. MAI 2019 SOSIALURIN 62 23 málskjótingin er ein av­bjóð­ ing. SOSIALURIN TIPPAR: 3-0 ÍF-B36: Sunnudagin klokkan 15.00 DÓMARI: PETUR REINERT Meðan KÍ, NSÍ og HB eru púra greiðir stórfavorittar, so er ein avbjóðing fyri B36, at liðið spælir á útivølli móti ÍF. Fuglfirðingar hava bara fýra stig og tað sær einki serligt út á stigatalvuni, har liðið liggur undir niðurflytingarstrikuni. Gestirnir vunnu rímiliga greiðan sigur á argjamonnum sunnudagin. Árstalsfelagið hevur havt ávísar trupulleikar við at skjóta mál, men sunnudagin fingu teir góða hjálp frá gestunum, sum ikki høvdu tikið stríðshandskarnar uppá. Tað sama kann henda sunnudagin. Avrikini hjá ÍF hava verið misjøvn, men er stríðsandin tann rætti, so kunnu teir geva B36 mótstøðu. Tað hava vit millum annað sæð TB gjørt. Spælir B36 upp til sítt besta er óhugsandi, at nakað stig liggur eftir í Fløtugerði. SOSIALURIN TIPPAR 1-3 KÍ-AB: Sunnudagin klokkan 15.30 DÓMARI: JÓHAN HENDRIK ELLEFSEN Størsti favoritturin í hesum umfarinum er KÍ. Klaksvíkingar liggja nummar eitt og hava bestu málúrtøkuna. Teir hava skotið næstflest mál, meðan gestirnir úr AB hava latið flest mál inn í ár. Heimliðið hevur havt eitt trupult tíðarskeið við tveimum tapum fyri HB, men sunnudagin gjørdu klaksvíkingar tað, sum skuldi til fyri at halda fast í oddasessinum. Álopsspælið hjá KÍ er rímiliga flótandi, har Patrik Johannesen eisini er komin í gongd við málskjótingina aftur. Fleiri undrast á, at tað ikki eru boð eftir honum á landsliðnum, men hinvegin er Jóannes Bjartalíð aftur á landsliðnum. Góða gongdin hjá KÍ hevur eisini tryggjað Jákupi B. Andreasen eitt landsliðspláss. Á Argjum er gongdin ring í løtuni og Sorin Anghel, venjari, hevur verið í Danmark har leitað verður eftir trimum nýggjum spælarum. Einum málverja, einum miðverja og einum áleypara. Ljóspunktini í løtuni eru Heri H. Mohr og Bjarki Nielsen. Á Argjum høvdu tey gjarna sæð málsøkna vongin á U21-landsliðnum, men har er ikki pláss fyri honum. Her er KÍ favorittur og heldur Patrik fram við at skjóta mál, so verður tað eisini ein greiður sigur. SOSIALURIN TIPPAR: 4-1 Ikki við: Bárður J. Hansen (leikbann, 1 dyst), (Øssur Dalbúð (fótskaði, langtíðarskaddur) Við aftur: Betuel Hansen (burturstaddur) Ikki við: Tóri Traðará (slitið krossbandið, úti restina av árinum), Henry Heinesen (nakkin, langtíðarskaddur), Poul N. Mikkelsen (knæið, helst álvarsamt), Karl Løkin (knæið, úti restina av fyrru hálvu) Ikki við: Ronni Møller-Iversen (leikbann, 4 gul), Edvin Jakobsen (knæið, 2-3 vikur), Søren Nielsen (fóturin, 1-2 vikur) Við aftur: Fróði Benjaminsen (leikbann) Ikki við: Luc Michael Jeggo (leikbann, 1 dyst), Poul Ingason (armskaði, 6 vikur), Regin í Lágabø (knæskaði, ógreitt hvussu leingi), Andrias Sørensen, (burturstaddur, 4 vikur) VÍKINGUR SKÁLA NSÍ Ivasamur: Adeshina Lawal (fipur) TB Betri deildin kvinnur støðan NR. LIÐ D V J T MÁL S 1. KÍ 7 5 1 1 12-5 (+7) 16 2. ÍF/Vík/B68 7 4 2 1 16-6 (+10) 14 3. HB 7 4 1 2 23-6 (+17) 13 4. B36 8 2 0 6 7-18 (-11) 6 5. EBS/Skála 7 1 0 6 4-27 (-23) 3 Betri deildin menn støðan NR. LIÐ D V J T MÁL S 1. KÍ 11 8 2 1 29-9 (+20) 26 2. NSÍ 11 8 1 2 30-11 (+19) 25 3. B36 11 8 0 3 18-11 (+7) 24 4. Víkingur 11 7 2 2 23-14 (+9) 23 5. HB 11 5 3 3 19-12 (+7) 18 6. SKÁLA 11 5 0 6 14-12 (+2) 15 7. TB 11 3 3 5 10-21 (-11) 12 8. EB/Streymur 11 2 1 8 11-26 (-15) 7 9. ÍF 11 1 1 9 8-26 (-18) 4 10. AB 11 1 1 9 13-33 (-20) 4 Betri deildin kvinnur 10. umfar: Betri deildin menn 12. umfar: LEYGARDAGIN: NSÍ-TB (16.00) SUNNUDAGIN: VÍKINGUR-SKÁLA (15.00) HB-EB/STREYMUR: (15.00) ÍF-B36: (15.00) KÍ-AB: (15.30) Fimm favorittar Seinastu árini hevur heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum havt tipping, har trý miðlafólk hava tippað um komandi umfar. Í ár hevur Sosialurin yvirtikið hendan leistin. Sostatt verður tað í Sosialinum, at tú kanst lesa um tippingarnar. Fyribils verður talan um at seta 1, X ella 2 við hvønn dyst. Eftir hvørt umfar verður stigatalvan gjørd upp, har tippararnir fáa eitt stig fyri rætta tipping. Tippararnir eru teir somu sum vóru á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum. Teir eru Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur í Kringvarpinum, Jákup Ósá, ítróttarskrivari á bolt.fo og Norðlýsinum, og undirritaði, Tróndur Arge. Tipping: Tipping 12. umfar: LEIVUR FREDERIKSEN: NSÍ-TB 1 HB-EB/STREYMUR 1 ÍF-B36 2 KÍ-AB 1 VÍKINGUR-SKÁLA 1 JÁKUP ÓSÁ: NSÍ-TB 1 HB-EB/STREYMUR 1 ÍF-B36 2 KÍ-AB 1 VÍKINGUR-SKÁLA 1 TRÓNDUR ARGE: NSÍ-TB 1 HB-EB/STREYMUR 1 ÍF-B36 2 KÍ-AB 1 VÍKINGUR-SKÁLA 1 STIGATALVAN: 1. LEIVUR FREDERIKSEN 37 STIG 2. JÁKUP ÓSÁ 34 STIG 3.TRÓNDUR ARGE 30 STIG SUNNUDAGIN: ÍF/VÍKINGUR/B68-HB (12:15) KÍ-EB/STREYMUR/SKÁLA (12:30) ÍF