mikudagur 29. mai 2019síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
8
mai 2019
31
- KAFFIHÚS ER EITT SOSIALT
UPPLIVILSI, HAR FÓLK HITTAST
OG DEILA HUGSKOT. HER
KANST TÚ HITTA FÓLK, TÚ IKKI
VÆNTAR, AT TÚ FERT AT HITTA,
SIGUR MIMMY VÁGSHEYG,
EIGARI AV KAFFIHÚSINUM
FRÍÐU Í KLAKSVÍK
Pætur Hjalmar Evensson
pature@sosialurin.fo
Á Nólsoyar Pálsgøtu í Klaksvík er litríka og
hugnaliga kaffihúsið Fríða, sum er fyrsta kafé
av sínum slag í Norðuroyggjum. Fyri seks árum
síðani lat hendan heimliga kaféin upp, sum má
sigast at hava lagt lunnar undir kafémentanina,
sum er í Klaksvík í dag.
Eigarin
er
klaksvíkskvinnan
Mimmy
Vágsheyg, sum vildi royna okkurt nýtt við
egnari kafé aftaná at hava verið í kafé- og
matstovuvinnuni í fleiri ár. Hon fekk bjóðað
eitt høli á Nólsoyar Pálsgøtu nummar 7 beint
við Biskupsstøð, har Nólsoyar Páll búleikaðist
sum bóndi í 1800. Við hesum søguliga ele
mentinum í huga var konseptið sjálvsagt, og
hon uppkallaði kaféina eftir báti Nólsoyar Páls,
Royndini Fríðu.
- Nólsoyar Páll ferðaðist í Evropa um ta tíð
ina, tá kaffi- og tehús byrjaðu at vinda uppá
seg. Hann man ivaleyst hava vitjað á kaffi
húsum í Evropa og fingið nøkur góð hugskot
og íblástur. Vit vita, at Nólsoyar Páll og kona
hansara Marin Malena brúktu koppastell og
ølgløs, og eg haldi, at tey bæði og Royndin
Fríða hóskaðu seg væl sum tema til kaffihúsið,
greiðir Mimmy Vágsheyg frá.
So nógvar lokalar rávørur sum gjørligt
Ein týdningarmikil partur av virkseminum í
Fríðu er at gagnnýta tað, sum er í nærum
hvørvinum.
- Vit royna at hava so lokalar rávørur sum
møguligt. Sjálvsagt borðreiða vit eisini við
høsnarunga og fleski, men tað ger einki, tí tað
passar eisini væl til konseptið. Royndin Fríða
hevði jú sum endamál at inn- og útflyta, sigur
Mimmy Vágsheyg.
Matskráin í Fríðu er fjølbroytt og kann skifta
frá degi til dags. Teimum dámar væl at brúka
rávørur, sum vit ikki vanliga síggja í kaféum.
- Borgarar hava eitt eigarafornemmilsi
Tað eru ikki bara rávørurnar, sum koma úr
nærumhvørvinum - eisini tingini inni í kaffi
húsinum. Tá Mimmy innrættaði Fríðu, brúkti
hon nevniliga ein heilt serligan máta at fáa lív
og samleika í staðið.
- Vit vildu inndraga so nógv frá lokala sam
felagnum sum gjørligt; bæði av tingum, gløs
Fríða kaffihús:
Kaffistovan sum
er myndað av
lokalumhvørvinum
Her situr Mimmy Vágsheyg inni í Fríðu kaffihúsi