mikudagur 29. mai 2019síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
9
Mai 2019
31
um, vørum og øðrum. Tað hevði sera
stóran týdning fyri okkum, at fólk
kundu taka lut í innrættingini uppá
tann mátan, at vit endurnýttu gomul
ting hjá klaksvíkingum. Tað kundi
vera ein púta, sum onkur hevði gjørt,
ella eitt pent glas ella ein krukka,
sum onkur hevði átt, sigur hon og
greiðir frá, hvussu hetta ávirkaði.
- Tá vit lótu upp, komu fleiri inn
og fegnaðust um at síggja síni
egnu gomlu ting. Nógvir klaks
víkingar fingu kanska við hesum
eitt lítið sindur av stoltleika og
eigarafornemmilsi av kaféini, sigur
Mimmy Vágsheyg.
- Ringt at venja
klaksvíkingar við latté
Sum mentanin var fyrr í Klaksvík, fór
mann heim til sín sjálvs ella onkran
annan at fáa sær ein kaffimunn í
arbeiðssteðginum. Har var heilt ein
falt eingin kafémentan, tí har vóru
ongar kaféir. Men síðan Fríða lat upp,
eru fleiri aðrar kaféir eisini komnar til,
og hetta metir Mimmy hava stóran
týdning.
- Tað var nokkso ringt at venja
klaksvíkingar við at gjalda 35 krónur
fyri ein caffe latté, tá teir vóru vanir
við at drekka svart kaffi heima hjá
ommu síni, sigur hon.
-
Tað
hjálpti
nógv
upp
á
kafémentanina,
tá
aðrar
kaféir
byrjaðu at lata upp so við og við.
Um vit enn høvdu verið einsamøll,
so hevði tað verið tungt hjá lokala
klaksvíkinginum at trivist á kaféum,
vænti eg. Tað hevur stóran týdning
fyri eina livandi kafémentan, at mann
hevur fleiri støð at velja ímillum.
- Kafémentanin er
komin fyri at vera
Kaffistovueigarin vísir á munin
millum søluna av kaffi gjøgnum
árini sum eina mynd av broytta
hugburðinum hjá klaksvíkingum.
- Filturkaffi var langt á odda fyrstu
árini. Men um vit hyggja eftir tí í dag,
so selja vit nógv meira kaffi latté
og cappucino enn filturkaffi. Tað er
ein ábending um, at klaksvíkingar
hava góðtikið og vant seg við, at
teir kunnu fara út at gjalda meira fyri
kaffi og harvið eisini seta størri krøv
til góðskuna á bæði kaffi og te, sigur
hon og staðfestir:
- Kafémentanin í Klaksvík er
komin fyri at vera.
Nógv ferðafólk vitja
Men tað eru verri enn so bara
klaksvíkingar, sum ganga á kafé
í Norðuroyggjum. Ferðafólk eru
sum øllum kunnugt røsk at ganga
á kafé, og tað er altavgerandi fyri
ferðavinnuna, meinar Mimmy.
- Uttan eina kafé ella matstovu,
so er inntøkan frá ferðafólkum sera
avmarkað í einum býi. Mann tjenar
ikki nógvar pengar, tá ferðafólkini
fara ein túr á fjall, men tá tey fara
at keypa sær ein kaffimunn ella
ein bita aftaná fjalltúrin, so kastar
ferðavinnan pening av sær.
Sosialu
miðlarnir
hava
sera
stóran týdning fyri virksemi hjá Fríðu.
Á viðmælistænastuni TripAdvisor
er Fríða tann best ummælda kaffi
stovan í Føroyum, og á Google er
hugnaliga kaffistovan eisini væl við,
og á Instagram hava tey fleiri enn
1000 fylgjarar.
- Hetta hevur ført við sær, at
ferðafólk, sum koma til Klaksvíkar,
kenna til okkara kafé, áðrenn tey
koma. Nógv ynskja at bíleggja
borð, áðrenn tey koma til landið,
so Kaffihúsið Fríða er blivið eitt
ferðavinnumál í økinum. Hetta kom
óvæntað, og vit mugu minnast til, at
vit ikki eru ein matstova. Kaffihúsið
Fríða er ein kafé, og tað skal og má
vera munur á hesum, sigur Mimmy.
- Fólk hittast í kaffihúsum
Tað er ein sannroynd, at kafélív er
stimbrandi fyri trivnaðin í einum býi.
Mimmy Vágsheyg vísir á, at mann
følir eitt nógv størri fjølbroytni, tá
mann fer út á kafé, og júst hetta
gevur ein stórbýardám til upplivilsið.
- Kaffihús er eitt sosialt upplivilsi,
har fólk hittast, deila hugskot, njóta
friðin ella spæla eitt spæl. Alt meðan
tey njóta eina lítla máltíð. Tú kanst
hitta fólk, tú ikki væntar, at tú fert at
hitta. Í einum kaffihúsi fært tú nógv
fleiri óvæntað innskot, sum tú ikki
hevði væntað at fingið í mun til, tá
tú er heima.
Harðar umstøður
Nettupp tí heldur Mimmy Vágsheyg
tað hava so stóran týdning, at lítlar
kaféir lata upp í smáum bygdum
kring alt landið. Men tað er ikki bara
sum at siga tað at lata kafé upp.
- Tær lítlu kaféirnar hava sera
harðar umstøður. Í mun til okkara
grannalond er tað er dýrari at lata
upp, tí talan er um nógv dýrari rá
vørur og í flestu førum nógv hægri
lønir, sigur Mimmy Vágsheyg og
vísir á avbjóðingina við rávørunum.
- Summar tíðir loysir tað seg ikki
at keypa rávøru í catering-stødd
gjøgnum heilsølu, tí hon spillist,
áðrenn hon verður brúkt. Tí keypir
mann heldur minni inn gjøgnum teir
smærru handlarnar, men so verður
vøran upp aftur dýrari av tí sama,
sigur Mimmy Vágsheyg.
Hon greiðir frá, hvat krevst, fyri
at føroysku kaféirnar kunnu klára
at hava opið árið runt og vera
kappingarførar í góðsku og tænastu.
-
Politikararnir
burdu
lækkað
meirvirðisgjaldið
fyri
matstovuvinnuna javnt við okkara
grannalond, har kaféir rinda um 12
prosent í MVG. Fáar kaféir yvirliva
leingi; serliga um tær ligga uttan fyri
Havnina.
- Vit eru ikki bara ein kafé
Tí hevur tað verið umráðandi fyri
yvirlivilsið hjá Fríðu kaffihúsi, at
tey hava málrættað nakrar vørur
beinleiðis til ferðabólkar og ferða
skrivstovur.
- Í dag eru vit ikki bara ein kafé,
sum selur mat og drekka; í dag
selja vit eitt upplivilsi. Vit siga søgur
um Nólsoyar Páll, Marin Malenu,
Royndina
Fríðu,
okkara
lokalu
útvegarar og Klaksvíkina sum heild,
sigur Mimmy Vágsheyg.