mikudagur 29. mai 2019síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
10
mai 2019
31
Krás á marknaðin við
nýggjum matvørum
- MILLUM VØRURNAR, SUM
VIT FRAMLEIÐA FYRI P/F POUL
HANSEN HEILSØLU, ER EISINI
FLAGGSKIPIÐ HJÁ OKKUM,
KRÁS LIVURPOSTEI, SUM MONG
META VERA HEIMSINS BESTA,
SIGUR ALBERG GAARDLYKKE,
DAGLIGUR LEIÐARI Á
MATVØRUVIRKINUM KRÁS
Vilmund Jacobsen
Hvør er í stuttum søgan aftan fyri matvøruvirkið
Krás?
- Krás er staðsett á bryggjuni í Hósvík, og
eigari er P/F Poul Hansen Heilsøla. Fyritøkan
byrjaði inni á gólvinum hjá PH Heilsølu tíðliga
í áttatiárunum og kom ikki til Hósvíkar fyrr enn
í 2003. Tá var MBM Kjøt í bygninginum.
Alberg Gaardlykke, dagligur leiðari í Krás,
vísir á, at MBM Kjøt og Krás samstarvaðu í eina
tíð, men so valdi MBM av gevast við sínum
virksemi við kjøti.
- P/F Poul Hansen yvirtók bygningin í
2004 og hevur rikið virksemið síðan, sigur
hann.
Á Krás eru umleið 13 ársverk í løtuni. Her eru
fýra konufólk og níggju mannfólk.
- Men, vit kundu væl verið fleiri í løtuni, tí her
er nógv at gera, sigur dagligi leiðarin.
Hann vísir á, at umstøðurnar á virkinum í
dag eru sera góðar.
- Vit bygdu eina sláturhøll upp í virkið
vestur eftir í 2009, og í 2017 bygdu vit upp
í goymsluna til køling og frysting og turr
goymslu suður eftir, sigur Alberg Gaardlykke.
Serliga døgurðamatur
Men, hvørjar eru so høvuðsvørurnar hjá Krás,
og kann onkur vøra kallast ”flaggskipið” fram
um aðrar?
- Høvuðsframleiðslan er døgurðamatur,
sum fer út til handlarnar og soleiðis út til
privatbrúkaran. Í øðrum lagi framleiða vit til
kantinur og matstovur, og í triðja lagi framleiða
vit lagurvørur av ymiskum slagi til P/F Poul
Hansen Heilsølu.
Alberg Gaardlykke sigur, at millum lagur
vørurnar er tað, tey kunnu rópa flaggskipið hjá
framleiðsluvirkinum.
- Her hugsi eg sjálvandi um Krás livurpostei,
sum mong meta vera heimsins besta livur
postei.
Vørurnar hjá matvøruvirkinum í Hósvík fara
um alt landið.
Framleiða ”convience”
Eru nakrar nýggjar vørur komnar seinnu árini,
og er væntandi, at okkurt nýtt fer at koma?
- Av nýggjum vørum kann nevnast, at vit
eru farin at framleiða tað, sum rópt verður
”convience”, ið verður leverað sum liðugtvøra
á einum alubakka. Vøran á hvørjum bakka sær
er ætlað til eini 2-3 fólk, og bakkarnir skulu
einans setast í ovnin í einar 30-45 minuttir. So
er maturin klárur at seta á borðið.
Alberg Gaardlykke sigur, at enn er talan bert
um fáar vørur, og enn røkkur framleiðslan av
”convience” bert til nakrar handlar.
- Men, vit ætla, at øllum skal standa í boði
at keypa hesar vørur, og vit ætla eisini, at fleiri
ymiskar vørur av slíkum slag skjótt verða á
marknaðinum.
Vanta fólk á Krás
Sum skilst á dagliga leiðaranum á Krás, hava
handlarnir higartil tikið sera væl ímóti nýggju
vøruni – ja, teir hava faktiskt tikið so væl ímóti
henni, at Krás vantar fólk til framleiðsluna av
”convience”.
- So, um onkur lesur hetta, sum hevur hug
at royna seg á hesum øki, eru fólk vælkomin
at seta seg í samband við okkum, sigur Alberg
Gaardlykke.
Tá vit hyggja nærri at, hvat orðið ”convience”
merkir, koma vit eftir, at ”convience food” í
beinleiðis umseting merkir ”komfortmad”, og
hyggja vit so eftir orðinum ”komfort”, merkir
tað í vanligari umseting hentleiki.
Hetta eru tískil skundverðar, sum er heitur
matur eftir stuttari løtu.
- Nú eru vit eisini farin at framleiða tað, sum rópt verður ”convience”, ið verður leverað sum liðugtvøra á einum alubakka, sigur Alberg Gaardlykke, dagligur leiðari í Krás
Krás er eisini veitari av nógvum ymiskum kjøtvørum, bæði útlendskum og føroyskum