mikudagur 29. mai 2019síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
12
mai 2019
31
Fyritøkan skuldi
nøkta tørvin hjá
brúkarunum
MJÓLKAVIRKIÐ ER Í DAG KOMIÐ MUNANDI LONGUR, ENN BERT
AT TRYGGJA FØROYSKU BRÚKARUNUM M JÓLK Á BORÐIÐ
Árni Gregersen
Føroyska matvinnan hevur ment seg ómeta
liga nógv tey seinnu árini.
Eyguni venda sær fyrst og fremst í hesum
døgum móti matstovuvinnuni, sum er ein av
grundarsteinunum undir, at so nógv ferðafólk
vitja hendan vegin.
Men tað ber sjálvandi ikki til at reka før
oysku matstovurnar, uttan so at vit eisini hava
veitarar til tær máltíðir, sum matstovurnar
framleiða.
Sumt er nýtt, men eitt av teimum virkjum,
sum eru grundarlag undir føroyskari matment
an yvirhøvur, er Mjólkavirki Búnaðarmanna.
Felagið var sett á stovn í oktober 1977 og hevði
fyrst og fremst sum endamál, at gera Føroyar
sjálvforsýnandi við mjólk.
Í dag eru 50 ársverk á MBM og tey gera
meira enn 60 úrdráttir úr mjólk, umframt at tey
selja fóður og amboð til landbúnaðin.
Ett risafet, tá ið hugsað verður um, hvussu
vánalig støðan var. Vit innfluttu longlife mjólk
fyri yvirhøvur at fáa mjólk útí til ein drakka
munn. Barnafamiljur máttu mangan klára seg
við mjólkapulvuri og til í dag, tá ið føroysk
mjólk altíð stendur á hillunum í sølubúðunum
kring landið.
22 mjólkibøndur lata í dag mjólk til MBM.
MBM heinta sjálvi mjólkina í fjósunum kring
landið, har fleiri í dag eru nýmótans og krevja
minni og minni manpower, men heldur meira
tøkni til at stýra fóðring og framleiðslu.
7,5 miljónir litrar av mjólki verður latið inn
til MBM hvørt ár. Mjólkavirkið letur 7,25 krónur
fyri hvønn litur av mjólk í dag – og tað er ein
høgur prísur samanborið við tað, sum bøndur
í Danmark fáa.
- Tað ger, at vit mugu gera okkara allarbesta
fyri at vera kappingarfør, serliga tá ið tað snýr
seg um mjólkaúrdráttirnar, sigur Hákun Stein
grimsson, stjóri á MBM.
Nýggir úrdráttir
Tá ið mjólkarvirkið byrjaði at framleiða, so var
høvuðsmálið at veita føroyska mjólk til før
oyska brúkaran.
Síðani hevur fyritøkan, sum eisini broytti
navn til Meginfelag Búnaðarmanna – broytt
seg frá at vera eitt mjólkavirki til at gerast ein
fyritøka. Hendan fyritøkan er ein savnandi
eind fyri landbúnaðin. Fyritøkan selir ymiskt,
til dømis fóður og amboð umframt annað.
Kjarnaqn í felagnum er tó framvegis mjólka
framleiðslan og mjólkaúrdráttir.
- Ja, tað kann man gott siga, men vit ar
beiða alla tíðina við nýggjum produktum til
marknazðin. Ella sagt uppá ein annan máta:
vit náa ikki mat framleiða alt, sum vit hava hug
at gera, sigur Hákun Syeingrimsson, stjóri í
fyritøkuni.
Fyritøkan hevur síðani hon var sett á stovn,
alla tíðina brotið burtur úr nýggjum. Frá at hava
nøkta tørvin á mjólk hjá føroyska brúkaranum,
var farið undir at gera mjólkaúrdráttir av
ymiskum slag.
Føroyskur rómi hevur verið á handilshillun
um í mong ár og tað er við jogurt, hvíta, súrg
aðari mjólk, kakamjólk og so framvegis.
Seinnu árini er virkið eisini farið undir at
framleiða bæði ost og smør til heimamarkn
aðin.
Framleiða
bert til
heima
marknaðin
ONKUSR ROYND ER
GJØRD AT FARA ÚT UM
HEIMAMARKNAÐIN, MEN Í
DAG VERÐA ÚRDRÁTTIRNIR
SELDIR Í FØROYUM
Árni Gregersen
Upprunaliga skuldi Mjólkavirki Búnað
armanna tryggja, at føroysk mjólk altíð
kundi keypast í Føroyum, men síðani
hevur virkið ment seg ómetaliga nógv
og ger í dag meira enn 60 úrdráttir úr
mjólk til føroyska marknaðin.
Nú kundi ein hugsa, at tað kanska
hevði borið til at útflutt ein part av fram
leiðsluni í Føroyum til okkara granna
lond, men tað verður ikki gjørt í dag.
- Nei í løtuni selja vit bert til heima
marknaðin, sigur Hákun Steingrimsson,
stjóri.
Hann veit tó at siga, at tey hava gjørt
royndir at selja føroyskar úrdráttir í Grøn
landi.
Ja, vit fingu ein møguleika at senda
nakað av vøru til Grønlands. Tað vísti
seg eisini, at grønlendsku brúkararnir
tóku sera væl ímóti okkara vørum, men
tað vísti seg beinanvegin, at tað fór at
vera ov dýrt at senda vørur úr Føroyum
til Grønlands. Vegurin var sera langur, tí
vøran skuldi fyrst úr Føroyum til Ålborg
og síðani haðani til Grønlands, sigur
hann.
Ein av vørunum, sum MBM sendi til
Grønlands, var føroyskt milkshake.
-Tað vísti sedg, at hetta var ein vøra,
sum grønlendingar tóku sera væl ímóti,
men sum sagt, hetta var ein trupul út
flutningsmøguleiki, so tí steðgaðu vit við,
sigur Hákun Steingrimsson.