Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-29, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mai 2019síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 13 Mai 2019 31 Matstovurnar brúka mjólk og úrdráttir frá Mjólkavirkinum ALLAR MATSTOVURNAR Í FØROYUM KEYPA MÓLK OG MJÓLKAÚRDRÁTTIR FRÁ MBM Árni Gregersen Vaksandi ferðastreymurin til Føroyar hevur mill­um annað havt við sær, at vit hava fingið fleiri nýggjar matstovur og fleiri nýggj gist­ing­ ar­hús eru á veg. Allar matstovurnar eru sjálvandi ikki gour­ met-mastovur, men dygdin er ment seinastu árini. Gistingarhúsini hava eisini matstovur eins og á fleir smærri gistingarstøðum verður morg­ un­matur serveraður har. Um okkara leiðir er mjólk og mjólkaúrdráttir ein stórur partur av morgunmatarborðinum, so kring landið standa produkt frá MBM á øllum morgunmatarborðum. Spurningurin er um innrásin av ferðafólki er so stór, at tað merkist í umsetninginum hjá MBM. - Eg vildi fegin sagt ja, men tíverri er tað ikki soleiðis. Vit selja til øll gistingarhúsini og til matstovur, kanska serliga til morgun­mat­ ar­borðini, men nøgdirnar eru iki so stórar, at tað sæst aftur í umsetninginum, sigur Hákun Stein­grimsson, stjóri á MBM. Ongi serlig krøv Matgerð í Føroyum hevur eisini ment seg nógv og maturin verður ofta gjørdur uppá ein annan máta í dag enn fyri árum síðani. - Ger tað, at matstovurnar seta serlig krøv til tað, sum tit lata teimum? Nei, generelt kann eg bara siga, at tey sum oftast keypa slíkt, sumv it hava sum hillavørur, men hendinga ferð er tað onkur, sum hevur spurt eftir onkrum serligum. -Bretar hava eitt tey kalla fyri double cream. Tað vildi onkur hava okkum at gera og tað gjørdu vit so eisini, men sum sagt keypa tey mest hillavørur, sigur Hákun Steingrimsson. Í løtuni verður bygt eitt sindur um á virkinum. Tað koma allatíðina nýggjar framleiðslur og tað krevur broytingar. Til dømis eru tey í løtuni í ferð við at gera eitt ostarí, har framleiðslan av osti verður flutt í. Hetta er fyrst og fremst, tí ávísar bakteriur verða brúktar í ostaframleiðsluni, sum altso helst ikki skulu vera, har sum mjólk annars verður arbeidd. Eisini verður umstøðurnar hjá teimum 50 starvsfólkunum gjørdar munandi betri enn tær hava verið. Gera ost til føroyska borðið MBM ER FARIÐ UNDIR FRAMLEIÐSLU AV FØROYSKUM OSTI ÚR FØROYSKARI MJÓLK Árni Gregersen Føroyingar gjørddu fyrr, tá ið kúgv var í so at siga hvørjum húsi, ost sjálvir. Síðani neyt ikki longur hoyrdi til hvørt hús datt hetta sjálvandi niðurfyri og vit hava etið ost, innfluttan fyrst og fremst úr Danmark, men eisini úr Bretlandi, Sveis og Noreg. Men nú ber aftur til at keypa føroyskan ost. MBM hevur sett sær fyri at gera ost til før­ oyska marknaðin og hann fæst longu til keyps í handlunum. Fyribils er talan um eitt slag av osti og framleiðslan er ikki so ómetaliga stór enn. - Ja, vit royna at geera hendan ostin og vit halda sjálvi, at hann er góður, sigur Hákun Stein­grimsson, stjóri á MBM. At gera ost krevur nógva mjólk. Vanliga verður sagt, at fyri at fáa eitt kilo av osti, so skal ein brúka 10 litrar av mjólk. Og tá ið MBM letur meira enn sjey krónur fyri hvønn liturin av mjólk, so sigur tað seg sálvt, at hetta er ein dýr framleiðsla. Eisini tá ið sammett verður við dnaskr prísir. Har gjalda mjólkavirkini millum tvær og tríggjar krónur fyri ein litur av mjólk. - Tað skal leggjast aftur, at hóast vit eru í harðari prískapping við innfluttan ost, so verða punktgjøld løgd á ost og onnu mjólkaprodukt, sum verða innflutt, sigur stjórin. Nýtt ostarí Fyri at fáa møguleikan at framleiða meira ost verð­ur eitt ostarí gjørt á virkinum í Hoyvík, har ost­urin skal framleiðast. Í løtuni verður osturin gjørdur ini í vanligu fram­leiðsluhøllini, men eftirsum serligar bakt­ eri­ur verða brúktar at gera ost við, so er hetta ikki so heppið. Tað verður ansað sera væl eftir, at tær bakt­ eriurnar ikki koma saman við øðrum mjólka­úr­ drátt­um, sum verða framleiddir í fram­leiðslu­ høll­ini. - Vit gleða okkum sjálvsagt til at vit fáa eitt ostarí, har vit eisini fáa betri møguleikar at ar­beiða við ostunum enn vit hava nú, sigur stjórin. Mesti osturin, sum føroyingar eta í dag, kem­ ur frá Arla, sum er stóra norðurlendska mjólka­ virki, men nakað kemur úr Stórabretlandi og eitt sindur úr Noreg. Tað ber sjálvandi til at gera nógv sløg av osti, men tað sum MBM ger, er vanligur sker­ ost­ur.