mikudagur 29. mai 2019síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
14
mai 2019
31
MBM HEVUR MENT SEG,
SÍÐANI FYRITØKAN VAR SETT
Á STOVN Í OKTOBER 1977
Árni Gregersen
Yað var nógv tos millum bøndur í sjeyti árunum
um at fáa gjørt eina skipaða mjólkaframleiðslu
í Føroyum.
Viðurskiftini vóru vánalig, bæði hjá brúkar
unum og hjá teimum bøndum, sum høvdu
mjólkneyt.
Tí tóku nakrir seg saman og settu á stovn
Mjólkavirki Búnaðarmanna. Alment kom hetta
fram í einum landbúnaðartátti í útvarpinum, har
Fritleif Joensen, bóndi í Fuglafirði, greiddi frá, at
nú var ætlanin at gera Føroyar sjálvforsýnandi
við mjólk.
Tað vóru helst nógvir skeptikarar, sum ikki
trúðu at tað fór at lata seg gera at fáa bøndur
til at samarbeiða um eina slíka verkætlan, men
longu í 1980 stóð virki klárt í Hoyvík at taka
ímóti mjólk.
Í veruleikanum var talan um eina kollvelting
innan føroyska matframleiðslu. Meðan mjólk í
stóran stíl var innflutt, sum longlife mjólk ella
sum mjólkapulvur, bar nú til hvønn dag at
keypa mjólk í handlunum.
Eitt luksus, sum føroyingar ikki høvdu kent
til í fleiri ár.
Í einum 25 ára minnisriti verður sagt:
Í dag er MBM ein vælrikin fyritøka. Bygn
aðurin gevur starvsfólkunum rúmar ræsur og
greiðar karmar at arbeiða undir og deildirnar
eru meira sum sjálvstøðugar eindir undir meg
infelagnum og stjórnini í MBM.
Lutafelagsformurin gevur eigarum og deild
um ávísar fyrimunir og virkisbygnaðurin eggjar
til samsstarv og kappingarhuga millum deild
irnar. Harumframt er tileggjanin frá eigarunum,
sum oftast bæði eru veitarar og keyparar, sera
gagnlig.
Framleiða nógv
50 fólk og nøkur leysari tilknýtt arbeiða í dag á
MBM í Hoyvík. Umframt framleiðåslu og mót
tøku av mjólk, so selir virkið fóður og har er
isini ein handil við øllum, sum skal brúkast í
landbúnaðinum.
Virkið stendur sjálvt fyri innheintingini
av mjólkini frá teimum 22 veitarunum kring
landið, men útkoyringin til handlar er útveitt.
Sjálv goymslan hjá felagnum av framleiððu
produktunum er í einari høll hjá PM-heilsøluni.
Tað er tó sleiðis, at tey fólkini, sum starvast í
goymsluhøllini eru lønarlistanum hjá MBM.
Tað sama er bilførarin, sum syrgir fyri, at vørean
kemur úr framleiðsluhøllini í Hoyvík og oman
á goymsluna.
7,5 milljónir litrar av mjólk tekur virkið ímóti
hvørt ár.
Fólk við serútbúgving
Tey 50 fólkini, sum arbeiða á MBM, hava í stór
an mun viðkomandi útbúgvingar innan land
búnaðin. Har eru sjálvandi eisini fólk við tøkni
ligum útbúgvingum, tí nógv í framleiðsluni
verður gjørt gjøgnum teldur, robottar og ný
mótans tøkni.
-Vit eru sera heppin við tí starvsfólkahópi,
sum vit hava. Flestu hava viðkomandi útbúgv
ingar, men tað eru eisini onnur, sum hava
seerligan áhuga í júst tí, sum vit fáast við, sigur
Hákun Steingrimsson, stjóri.
Ein trupuleiki, sum á øðrum økjum eisini
raka smá lond, sum Føroyar, er, at tær mask
inur, sum verða brúktar til at gera pakning og
pakka mjólkina, eru so ómetaliga dýrar og
hava ómetaliga stóran kapacitet.
Til dømis kostar maskinan, sum ger pakk
arnar einar 10 milljónir.
- Tá ið vit spurdu Tetra Pak um teir ikki
høvdu okkurt minni til okkum søgdu tey nei og
vístu til, at tey júst høvdu selt 104 maskinur av
somu stødd sum okkara til Kina, sigur stjórin
við einum smíli.
Frá mjólkavirki
til eina fyritøku