Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-29, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mai 2019síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 16 mai 2019 31 Ræsingin er best við fýra til seks hitastigum EIN AV VEITARUNUM AV FØROYSKA KJØTINUM, SUM MATSTOVUR OG MILLUM ANNAÐ RÆSTKJØTABURGARIN KEYPIR FRÁ, ER PETUR KARL AV RANA, BÓNDI Í TRONGISVÁGI. HONUM DÁMAR BEST, UM TAÐ ERU FÝRA TIL SEKS HITASTIG UNDIR RÆSINGINI UM HEYSTIÐ Frants Jensen – Vit fletta alt her hjá okkum í Trongisvági og ræsa tað í hjallinum hjá okkum, áðrenn tað verður latið víðari, sigur Petur Karl av Rana, bóndi í Trongisvági. Fyri fýra árum síðani fekk hann góðkenning frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni at vera veitari av føroyskum matvørum. – Vit høvdu longu fingið okkum tað, sum kravdist, áðrenn. Tað var ikki nógv, sum skuldi til afturat, fyri at fáa góðkenningina. Hetta hava bøndur skil fyri. Tað, sum Heilsufrøðiliga starvs­stovan serliga setur krav um, er gott flettingarrúm, reinføri og góðan hjall, sigur Petur Karl av Rana. Góðar umstøður at fletta Seyðabóndin hevur fleiri fólk at hjálpa sær um heystið, tá ið flett verður. – Vit hava góðar umstøður við spæli, har vit toga skinnið av og heingja krovini upp, tá ið vit fletta. Tó eru nakrir menn, ið dáma best at tumma við hond, so tað gera teir. Vit fletta nógvan seyð, og sum oftast gongur tað hond í hond, um vit eru fimm ella seks fólk sum hjálpast at, sigur Petur Karl av Rana. Gjóstur og rætti hitin Krovini verða hongd í hjallin beinanvegin, og bóndin ansar eftir, at maðkur ikki kemur í. – Eg ansi væl eftir. Best er, um tað er eitt sindur av gjósti. Um tað er ov nógv lýkka, so er neyðugt at ansa sera væl eftir. Tá verður tað næstan ov ræst. Mær dámar best, um tað eru fýra, fimm ella seks hitastig. Tað gevur ta bestu ræsingina. Um tað er kaldari, so tornar tað í so skjótt, sigur Petur Karl av Rana. Bóndin í Trongisvági vendir og flytur krovini av og á, so at tey, ið hanga innast verða flutt út til rimarnar, og tey, sum hanga uttast við rimarnar, verða flutt longur inn. – Veðrið avgerð, hvussu leingi krovini hanga at ræsa. Tey kunnu hanga fýra vikur, men tey kunnu eisini hanga upp í sjey vikur, sig­ur Petur Karl av Rana. Um tað er ov nógv lýkka, so er neyðugt at ansa sera væl eftir. Tá verður tað næstan ov ræst. Mær dámar best, um tað eru fýra, fimm ella seks hitastig. Tað gevur ta bestu ræsingina. Um tað er kaldari, so tornar tað í so skjótt