Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-29, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mai 2019síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 17 Mai 2019 31 Brúkar í stóran mun føroyska rávøru – EG ROYNI AT BRÚKA FØROYSKA RÁVØRU. BÆÐI RÆST KJØT, LAKS, RABARBUR, KOLABRI, JÁKUPSSKEL, SALTFISK OG ANNAÐ, SIGUR RUBEN BUSK, IÐ SELUR RÆSTKJØTABURGARAN OG HEVUR MATSMIÐJUNA HJÁ RUBEN Frants Jensen Tað var í juli í fjør, at ræstkjøta­ burg­arin gjørdist kendur. Maðurin aftanfyri er Ruben Rusk í Hósvík. – Eg royni at nýta siðbundna før­oyska rávøru. Føroyingar halda, at tað er stuttligt at njóta ræsta kjøtið á ein annan hátt, sigur Rub­ en Rask. Hann er ein, ið roynir at fáa fatur á stórum parti av tí føroyska ræsta kjøtinum og keypir frá heilsølum og bóndum kring landið. – Ræsta kjøtið smakkar eitt sind­ur ymiskt í mun til hvørjum bónda, kjøtið er frá. Tí er tað ikki sami smakkur hvørja ferð. Men tað haldi eg eisini vera ein sjarmi við tí, sigur Ruben Busk. Hann vísir á, at nakrar ferðir verð­ur kjøtið blandað eitt sindur, so at ov stórur munur ikki skal vera á smakkinum. – Eg seti sum krav, at ræsta kjøtið skal hava góðkenning frá Heilsu­frøðiligu starvsstovuni. Sum heild eri eg væl nøgd­ur við góðskuna. Vit keypa aftur frá teim­um, sigur Rub­ en Busk. Hann vísir tó at, at ræsta kjøtið er dýrt, og tí er ræst­ kjøta­burgarin ikki so bí­lig­ur at keypa. Nógvar føroyskar rávørur Ruben koyrir ikki bara runt við street food vogninum og selur kring landið. Hann hevur eisini Mat­smiðjuna hjá Ruben, sum skipar fyri og ger mat til veitslur kring landið, og so er hann eisini í gongd við nýggjari buffét­matstovu í Havn. – Tað er sera ymiskt, hvønn mat fólk bíleggja til veitsl­una. Men eg royni at nýta so nógva føroyska rá­vøru sum gjørligt, og eg havi samband við nógvar veit­ara, sigur Ruben Busk. Hann nýtir millum annað føroyska kolabri, laks frá Hiddenfjord, før­oyskar rabarbur, før­ oysk­ar mjólkavørur, fiska­vørur frá Sjógæti, salt­fisk frá Vaðhorn, Jákups­skel frá virk­in­ um á Oyri og nógva aðra føroysku vøru. – Eg leggi dent á at fáa góða góðska, og eg havi nógv­ar veit­ar­ ar kring landið, sum lata eitt ella annað. Eg kundi eisini hugsað mær at nýtt meira føroyskt fekst kjøt, men tá er ís­lendskt kjøt ofta bí­lig­ari, og tað vel­ur kundin ofta, sigur Rub­ en Busk. Hann nýtir eisini nógva útlendsk rávøru. Selur til Poul Michelsen Bóndin sker alt sundur, áðrenn tað verður selt víðari. – Eg selji tað mesta til Poul Michelsen Heil­sølu. Teir selja tað so víðari til kundar. Eg havi eisini nakrar privatar kundar, sum eg havi havt í nógv ár. Nakað fer eisini livandi til Krás, sum teir fletta í Hósvík, sigur Petur Karl av Rana. Miðalvekt á 30 pund Miðalvektin hjá Petur Karl av Rana er um 30 pund. Hann selur krovini, ið eru frá 25 pund og uppeftir. Um tað er okkurt minni, brúkar hann tað sjálvur, ella setur hann tað við í eitt ár. Hann hevur eisini nakað, ið hann letur hanga til tað er turt, og nýtir tað sum skerpikjøt. – Eg havi nakrar kundar, ið ynskja at fáa skerpikjøt, og so brúki eg eisini nakað privat, sigur Petur Karl av Rana. Festijørð og ognarseyður Petur Karl av Rana hevur eitt festi í Øravík, sum verður kallað Uppi í Haga. Hann hevur eisini ogn­ar­seyð í hesum høgum í Trongisvági: Hvann­ hagi, Botni, Hvammhagi, Ranghagi, Líð­ar­hagi og Húsgarðshagi. Tá ið talan er um ogn, so eru eisini fleiri aðrir eigarar. – Eg havi bæði seyð, ið gongur framvið bøgørðum, men eg havi eisini nógv, ið gongur í brattlendi og nakað av skoraseyði. Sumt av tí gongur høgt annað lágt, sigur Petur Karl av Rana. 90 – 100 krónur fyri kilo Hann selur kjøtið víðari, og vanliga er prísurin um 90-100 krónur fyri kilo. Tað er umleið sami prísur á feskum. – Eg havi altíð fingið góðar viðmerkingar frá kundunum um smakkin á kjøtinum, sigur Petur Karl av Rana. Veðrið avgerð, hvussu leingi krovini hanga at ræsa hjá Petur Karl av Rana, bónda í Trongisvági. Vanliga millum fýra og sjey vikur Ruben Busk