Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-29, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mai 2019síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 18 mai 2019 31 MEIRA KUNNING UM SKEIÐIÐ ER AT FINNA Á WWW.MIV.FO Í heyst skipar Miðnám í Vestmanna fyri nýggjum ferðaleiðaraskeiði. Enda málið við skeiðnum er, at les andi eftir lokið skeið skulu kunna virka sjálvstøðugt sum ferðaleiðari og kunna luttaka í tvørfakligum samstarvi. Ferðaleiðaraskeiðið er sett saman í skeiðspørtum umframt enda lig ari verkætlan. Undirvísingin er skipað sum teoretisk og praktisk undirvísing í tilsamans umleið 200 undirvísingartímar. Tríggir fjórð ingar er teoretisk undirvísing við floksundirvísing, fyrilestrum og bólkaarbeiði, meðan seinasti fjórð ing urin er skipaður sum praktisk undir vísing við vitjanum, útferðum og venjingum. Skeiðið byrjar 21. august og endar við próvtøku í mai komandi ár. Undirvíst verður á Miðnámi í Vestmanna mikukvøld kl.18.00 - 21.15, meðan útferðir og vitjanir verða skipaðar í vikuskiftum. Freistin at søkja um upptøku er týsdagin 11. juni. KUNDI TÚ HUGSAÐ TÆR AT VERIÐ FERÐALEIÐARI? Nýtt ferðaleiðara skeið byrjar í heyst Við løgtingslóg nr. 182 frá 21. desember 2018 um at einskilja P∕F Postverk Føroya hevur lands­ stýrismaðurin í Uttanríkis­ og vinnumálum fingið heimild at selja partapeningin í P∕F Postverk Føroya. Vegna landsstýrismannin í Uttanríkis­ og vinnu málum verður partapeningurin í P∕F Postverk Føroya hervið lýstur til sølu. Partabrøvini verða lýst til sølu undir einum, og tað ber sostatt bert til at bjóða uppá partabrøvini samlað. Partapeningurin er nom. kr. 43.000.000. Uttanríkis­ og vinnumálaráðið ynskir, at møguleiki er at keypa partapeningin í P∕F Postverk Føroya við ella uttan ognina á Óðinshædd 2, Tórshavn. Verður partapeningurin í P∕F Postverk Føroya og ognin á Óðinshædd seld ymiskum keyparum, má roknast við, at keyparin av ognini á Óðinshædd skal gera leigusáttmála við P∕F Postverk Føroya um leigu av bygninginum at hýsa rakstrinum av P∕F Postverki Føroya í eitt tíðarskeið, sum partarnir semjast um. Sambært løgtingslóg nr. 182 frá 21. desember 2018 skal tað setast sum treyt fyri søluni, at P∕F Postverk Føroya framhaldandi umsitur einkar­ rætt landsins og skyldu landsins til postflutning sambært løg tings lóg um postvirksemi í minsta lagi í eitt 10 ára tíðarskeið galdandi frá yvirtøku degnum. Við í keypinum fylgir rætturin at framleiða og selja frímerkir í 10 ár. Áhugaðir keyparar skulu í sínum boðum greiða frá, hvørjar ætlanir viðkomandi keyparar hava við Posta frameftir. Saman við boðum skal vera ein greining av, hvussu keyparin fer at røkja veitingarskylduna til fulnar í minsta lagi 10 ár, herundir hvussu keyparin fer at tryggja postflutning frá sendarum uttanlands til móttakarar í Føroyum og frá sendarum í Føroyum til móttakarar uttanlands. Við boðum skal eisini fylgja ein greining av, hvussu keyparin vil veita Føroya landsstýri trygd fyri, at hendan treytin verður hildin í øll 10 árini. Konsessiónin hjá P∕F Postverk Føroya og treytirnar í henni, herundir skyldan at tryggja postflutning frá sendarum uttanlands til móttakarar í Føroyum og frá sendarum í Føroyum til móttakarar uttan lands, fylgja við í søluni í minsta lagi í 10 ár, eins leingi og loyvi er givið at framleiða frímerkir. Virksemið sambært konsessiónini er undir eftirliti av Posteftirlitinum. Landsstýrismaðurin kann frítt velja og vraka ímillum innkomin boð ella ikki at taka av nøkrum boði. Tá landsstýrismaðurin metir um innkomin boð, verður umframt prís mett um og dentur lag dur á evnini hjá keyparanum at reka fyritøkuna víðari við teimum skyldum, fyritøkan framvegis hevur. Nærri upplýsingar um felagið, tíðarætlanina og treytirnar fyri søluni annars, kunnu fáast við at venda sær til: Biritu Sandberg Samuelsen SÓKN Advokatar Telefon 66 05 00 ella 28 31 88 Teldupostur birita@sokn.fo Indikativ boð saman við skjalprógvi fyri fígging skulu sendast sum teldupostur til birita@sokn.fo og skulu verða SÓKN Advokatum í hendi í seinasta lagi 17. juni 2019. Søla av P/F Postverki Føroya