Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-29, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mai 2019síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 20 mai 2019 31 NÚ PRIMAFISK OG KNETTAVIRKIÐ HAVA SAMA EIGARA, ER EISINI SAMLAÐA VØRUÚRVALIÐ HJÁ FYRITØKUNI VORÐIÐ STØRRI. – NÚ KUNNU VIT BJÓÐA FISKAPYLSUR, FISKABÚFFAR, FISKASUPPU, KNETTIR, FRIKADELLUR OG FISKAFLAK, SIGUR JAN E. PETERSEN, SUM EIGUR VIRKSEMIÐ Vilmund Jacobsen Tað er eitt felag hjá Jan E. Petersen, Sp/f Taste The Faroe Islands, ið eigur og rekur PrimaFisk í Leirvík, sum ikki minst er kent fyri sínar væl­ umtóktu fiskapylsur. PrimaFisk byrjaði sítt virksemi í 2004 og hevur soleiðis 15 ár á baki í ár. Jan E. Petersen sigur, at endamálið hjá fyri­ tøkuni frá byrjan var at gagnnýta, virðisøkja og meirvirka gulllaksin til eina gerandisvøru. - Við støði í heilsugóðari vøru varð farið undir at framleiða fiskapylsur til døgurðamat eins væl og til viðskera, sigur hann. Ikki kappast við aðrar Fremsta orsøkin til, at PrimaFisk fór at arbeiða við pylsum, var, at fyritøkan ikki skuldi í bein­ leiðis kapping verandi framleiðslu, eitt nú gull­ laksa­knettini og fiskafrikadellurnar hjá Knetta­ virk­inum í Leirvík. - Vit høvdu dialog um hetta frá byrjan og hevur PrimaFisk tískil bert framleitt pylsuvørur øll árini. Men, nú hevur PrimaFisk so yvirtikið Knetta­virkið í Leirvík - ella kanska rættari hevur Knetta­virkið yvirtikið PrimaFisk, sum hann bros­andi tekur til. Hetta merkir, sigur Jan E. Petersen, at saml­ aða vøruúrvalið hjá fyritøkuni nú er fiskapylsur, fiskabúffar, fiskasuppa, knettir, frikadellur og fiskaflak. - Vit hava bæði vanligar frikadellur og smá­ frikadellur, sum tær eisini verða róptar. Fiskapylsurnar fáast kring alt landið og eru gerandiskostur millum føroyingar, bæði heima og uttanlands. - Fiskapylsurnar eru glutenfríar, lactose/ mjólka­proteinfríar, og tær eru at fáa við ymisk­ um smakki, leggur hann aftrat. Góðar afturmeldingar Jan E. Petersen vísir á, at nýggjasta fiskapylsan er ein luksusvøra úr havtaskulivur, sum higartil bert hevur verið at fingið til ymisk tiltøk, har hon hevur verið sera væl umtókt. - Afturmeldingarnar, sum vit hava fingið um fiskapylsuna úr havtaskulivur, eru fantastiskar, sigur hann. Nýtt og gott ga - Eg haldi tað vera heilt fantastiskt, at virksemið hjá Karl Hansen’s Eftf. ongantíð er steðgað øll hesi mongu ár, og nú vit keyptu virkið, var frystaríið framvegis í gongd, sigur Jan E. Petersen, sum sær nógvar møguleikar við Knettavirkinum