mikudagur 29. mai 2019síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
21
Mai 2019
31
Hann fegnast eisini um lutfalsliga
nýggja fiskaburgaran hjá fyritøkuni,
ið er ein serstøk framleidd fiskapylsa,
skorin í búffar.
- Fiskaburgarin verður eisini at
fáa í handlunum nú. Hesir búffar
hava verið at fingið á nógvum tiltøk
um. Teir hava verið so mikið væl
umtóktir, at teir fara at koma út í
frystidiskarnar kring um í Føroyum
komandi vikurnar, sigur Jan E. Peter
sen.
Fiskaburgarin verður at fáa við og
uttan panering.
Lítið kut úr søguni
Eyðkenda tekningin, sum er á pos
anum við kendu og vælumtóktu
leirvíksknettunum, er teknað og
signerað av Óla Petersen í 1972,
men gamla familjufyritøkan í Leirvík
hevur meira enn eina øld á baki.
Í nýggjari tíð var tað Rasmus Han
sen og familja hansara, sum róku
virkið, men stovnarin av fyritøkuni
var abbi Rasmus, Karl Hansen, og
hann hevði eisini úthandil í Leirvík.
Fyritøkan hevur borið navnið hjá
abbanum, Karl Hansen’s Eftf. upp
ígjøgnum árini, tó at virkið í Leirvík í
vanligari talu og í nógv ár hevur verið
rópt Knettavirkið.
Tá abbi Rasmus legði frá sær, tók
pápin – Jacob Emil Hansen – yvir, og
tað vóru foreldrini hjá Rasmusi, sum
seinast í sekstiárunum fóru at virka
knettir í Leirvík.
Í fyrstani varð tað mesta av
arbeiðnum gjørt við hond.
Tá pápin doyði, tók Rasmus yvir,
og síðan tíðliga í sjeytiárunum hava
hann og familja hansara rikið virkið
fram til nýggjar tíðir.
Hølini, har virkið hevur húsast
síðan fyrst í sjeytiárunum, varð upp
runaliga bygt sum ein bilgarasja,
men er síðan fleiri ferðir útbygt.
Leiga og síðan keyp
Í eina tíð leigaði Jan E. Petersen, sum
eigur og rekur PrimaFisk, Knetta
virkið til hann fyrst í hesum árinum
keypti virkið frá Rasmusi Hansen.
Vinnutemaið í Sosialinum hevur
verið í Leirvík og vitjað á Knettavirk
inum, og her vísti Jan E. Petersen
okkum runt á snøgga virkinum,
sum er nógv størri, enn tú ánar, tá tú
stendur í túninum.
- Í dag er samlaði bygningurin
umleið 300 fermetrar, og her hava
vit bæði flakamaskinu og fulla flaka
linju, og her er eisini eltari til knettir
og frikadellur, kókari og ymiskur út
búnaður annars. Men, her verður alt
”klappað” við hond, sum hann bros
andi tekur til.
Jan E. Petersen sigur seg hava
stóra virðing fyri tí arbeiði, sum Ras
mus Hansen, familja hansara og
teirra eftirkomarar løgdu fyri dagin.
- Eg haldi tað vera heilt fantastiskt,
at virksemið hjá Karl Hansen’s Eftf.
ongantíð er steðgað øll hesi mongu
ár, og nú vit keyptu virkið, var fryst
aríið framvegis í gongd.
Nógvir møguleikar
Jan E. Petersen heldur, at nógvir
møguleikar liggja í virkinum, sum
hann nú ræður yvir, og hann sær
eisini fyri sær ymiskar nýggjar
møguleikar.
- Nú hava vit fiskapylsur, fiska
suppu, knettir og frikadellur, og vit
hava fiskabúffar og fiskaflak, og her
eru framvegis nógvir ymiskir møgu
leikar aftrat á virkinum, sigur hann.
amalt úr Leirvík
Fiskapylsurnar hjá
PrimaFisk fáast kring alt
landið og eru gerandis
kostur millum føroyingar,
bæði heima og uttanlands