mikudagur 29. mai 2019síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
22
mai 2019
31
- AVBJÓÐINGIN FYRIBILS ER IKKI AT SELJA TURKAÐU
FISKAVØRURNAR, TÍ EFTIRSPURNINGURIN ER SO MIKIÐ
STÓRUR, MEN AVBJÓÐINGIN ER HELDUR FRAMLEIÐSLAN,
SIGUR NICLAS A. DANIELSEN, SUM ER ANNAR
MAÐURIN AFTAN FYRI NAD SEAFOOD Á TOFTUM
Vilmund Jacobsen
Ein av teimum heilt smáu útbjóðarunum av
matvørum á føroyska marknaðinum er fyri
tøkan NAD Seafood, sum toftamenninir, Niclas
A. Danielsen og Arnhold Davidsen, eiga.
Teir arbeiða báðir á landingarmiðstøðini á
Toftum, og har hava teir eisini leigað seg inn í
hølir til sínar royndir og framleiðslu við eitt nú
at frystiturka fisk og vørur úr fiski.
- Hetta er nakað, eg havi arbeitt við í fleiri
ár, og nú hava vit so í umleið eitt ár roynt at
frystiturka í einari minni maskinu, sum er keypt
til endamáið. Men, hetta er ein lítil maskina til
frystiturking, og skulu vit gera meira við hetta,
nú eftirspurningur er eftir turkaðu vøruni, noyð
ast vit eisini at gera íløgu í eina størri maskinu.
Hetta eru dýrar maskinur, sigur Niclas A.
Danielsen.
Hann vísir á, at neyðugt verður eisini við
øðrum og størri hølum, um teir skulu veksa
munandi um framleiðsluna.
- Ætlanin hjá okkum var ikki at hava banka
skuld, og tí mugu vit helst fyrst síggja, hvussu
tingini fara at laga seg.
Nógv kann turkast
Niclas A. Danielsen sigur, at teir serliga hava
turkað hýsufløk, eitt sindur av laksi, og síðan
hava teir gjørt royndir við at turka fiskafars.
- Vit hava eisini gjørt royndir við at turka
fiskapylsu, sum PrimaFisk í Leirvík framleiðir,
og hetta vísir seg at rigga sera væl. Alt eftir,
hvussu tjúkkar skivurnar eru, tá tær fara í
maskinuna, koma tær út aftur sum fiskakips,
fiskakeks ella fiskaknekkbreyð.
Hann sigur, at eigarin av PrimaFisk, Jan E.
Petersen, við stórum áhuga og forvitni hevur
fylt við, hvussu væl tað í veruleikanum riggar
at turka fiskapylsur í skivum.
- Taka vit laksin, er avbjóðingin, at hetta er
feitur fiskur, sum kann tráðna lutfalsliga skjótt,
og tí hevur tað eisini stóran týdning, at turkaði
laksurin – ella laksabitarnir – verða goymdir í
lufttøttum posa, sum ikki ov nógv ljós sleppur
til, sigur hann.
Framleiðslan avbjóðingin
Niclas A. Danielsen vísir á, at avbjóðingin fyri
bils er ikki at selja turkaðu fiskavørurnar, tí eftir
spurningurin er so mikið stórur, men avbjóð
ingin er heldur framleiðslan.
Hann sigur, at maskinan, sum teir hava til
frystiturking, er á stødd við eitt húsarhaldstól,
kanska sum ein vaskimaskina ella uppvaski
maskina, og hesa fingu teir í mai mánaði í fjør
– ella fyri júst einum ári síðan.
- Tá vit turka hýsu, kunnu vit koyra eini trý
ella fýra kilo av flaki í maskinuna í senn. Vit
hava eisini roynt at koyra seks kilo av hýsuflaki
inn, men tá kann tað henda, at tað eru stykki,
sum ikki eru nóg turr. Fløkini skulu helst ikki
vera ov tjúkk heldur.
Niclas Danielsen vísir á, at vanligur fiskur
sum eitt nú hýsa tódnar nógv í vekt við turking,
og tá trý ella fýra kilo fara í maskinuna, har tey
skulu vera í 48 tímar, fáa teir millum 500 og
700 gram út aftur í turrum.
- Tá vit turka skivur úr fiskapylsu, verður
úrtøkan væl størri, tí tað er minni væta í fiska
pylsuni. Haraftrat stendur fiskapylsan helvtina
styttri í maskinuni. Eini fimm kilo av skivum úr
fiskapylsu standa í maskinuni í 24 tímar, og tá
fáa vit umleið eitt kilo útaftur, sigur hann.
Turrir fiskabitar
Frystiturkaða vøran, sum NAD Seafood hevur
virkað úr eitt nú hýsu ella hýsubitum, minnir
um orkubitar, sum vit kenna teir úr Íslandi, og
framleiðslan her er eisini hin sama.
- Fiskurin hjá okkum er bara so nógv hvítari
sum turrur enn fiskurin, sum vit hava sæð í
framleiðsluni hjá øðrum. Smakkin mugu fólk
sjálvi meta um, men vit halda, at vit hava eina
reina og góða vøru, sum kann etast av øllum.
Niclas Danielsen leggur aftrat, at bæði flak
NAD Seafood
minstu framlei
- Turkaðu fiskabitarnir hjá okkum eru
so nógv hvítari enn tað, vit hava sæð í
framleiðsluni hjá øðrum, sigur Niclas
A. Danielsen
Onkuntíð hava teir á NAD Seafood
skorið nakrar fiskar, tá viðskiftafólk
hava ynskt tað