Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juni 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. juni 2019 · Nr. 63 Lars Løkke partur av føroyska valstríðnum Fyri fyrstu ferð luttók danski forsætisráðharrin fríggjadagin í føroyska valstríðnum til Fólkatingið Árni Gregersen Tað er longu mikudagin, at val er til danska Fólkatingið. Eitt sindur av valstemningi er, men tað sæst ómetaliga væl í hesum døgum, at munurin millum eitt fólkatingsval og eitt løgtingsval er ómetaliga stór­ur. Føroyar eiga sambært grund­lógini tveir sessir av teim­um 179 í danska Fólka­ ting­inum. Hetta seinasta val­ skeiðið hava teir báðir, Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum og Magni Arge úr Tjóðveldi røkt sessirnar. Báðir tveir stilla uppaftur, men seinasta veljarakanningin sigur, at tað verður eitt umboð fyri Sambandsflokkin og eitt umboð fyri Javnaðarflokkin, sum verða vald mikudagin. Á einum veljarafundi á Torg­inum í SMS sunnukvøldið ásannaði Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin, at flokk­ urin stendur seg væl í veljara­ kanningunum, men hann legði dent á, at flokkurin ikki hevur vunnið nakað val enn og at flokkurin hevur brúk fyri hvørjari einastu atkvøðu. Løkke á vitjan Valstríðið í Føroyum er eitt sindur øðrvísi í ár enn tað van­ liga plagar at vera. Lars Løkke Rasmussen, for­ sætisráðharri, avgjørdi, at ein partur av hansara valstríði skuldi vera í Føroyum, so hann brúkti fríggjadagin til eina stutta vitjan í Føroyum. Ein almennur valfundur var hildin hjá Østrøm. Formaðurin í Vinstra og danski forsætis­ ráð­harrin nýtti høvi at gera vart við, at danski for­sætis­ráð­ harrin er forsætisráðharri í øll­ um kongaríkinum – tað vil siga eisini í Føroyum í Grønlandi. -Tí dugi eg ikki at síggja at að er nakað óvanligt, at eg brúki ein dag her í Føroyum, segði Lars Løkke Rasmusen. Spurdur um hví hann so ikki eisini vitjaði í Grønlandi segði hann, at tað fyrst og fremst var av praktiskum or­ søk­um – altso, at tað er mun­ andi longri at fara til Grøn­ lands. -Men eg havi luttikið í ein­ um fundi saman við grøn­lend­ ingum í Danmark, segði danski forsætisráðharrin á fundinum í Østrøm. Lars Løkke Rasmusseen brúkti eisini tíð saman við Reg­in Jacobsen, stjóra á Bakka­frost. Teir sigldu saman við Hans á Bakka av Havnini og in á Glyvrar, har Lars Løkke vitjaði virkið har. Síðani var ein stuttur fund­ ur á Koks Frammi við Gjónna, har danski forsætisráðharrin brúkti tíð at tosa um fram­ burðin og menningina í før­ oysku ferðavinnuni. Politiska kósin Sambandsflokkurin gjørdi púra greitt, at tað var ikki flokkurin, sum hevði fingið for­mannin í Vinstra til Før­oy­ ar. Kortini vóru tað mest sam­ bandsfólk sum møttu í Østrøm á almenna fundinum har. Lars Løkke Rasmussen gjørdi eisini heilt greitt, at hann hevur somu politisku kós, sum Sambandsflokurin hev­ur, tá ið tað snýr seg um ríkis­felagsskapin. -Eg haldi, at skipanin við ríkisfelagsskapinum er ein góð loysn. Og eg haldi eisini, at hetta er ein skipan, sum eigur at virka á jøvnum føti millum øll trý londini, segði Lats Løkke Rasmussen. Hann helt, at ein vegur at ganga var at menna DFG-skip­ anina, so eisini hon kann virka á jøvnum føti. Tað sum formaðurin í Vinstra annars segði, hóskaði í stór­an mun til tað uppleg, sum Sam­bandsflokkurin fer til val uppá mikudagin. MIKUDAGUR 3. JUNI 2019 · NR. 63 Sosialurin 4 Fólkatingsval 2019