Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juni 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. juni 2019 · Nr. 63 Loysing ella samband -nú ella einaferð seinni Valevnini ósamd nær ein møgulig loysing frá Danmark skal takast Árni Gregersen Í ovurmorgin verður fólka­ tings­valið. Tað hevur sett eitt sindur av dámi á vikuskiftið, har nakrir valfundir og valkaféir hava verið. Í Løkshøll vóru floks­for­ menn­irnir savnaðir til orða­ skifti undan valinum og á torg­inum í SMS í Havn vóru 12 val­evnir savna til valfund. Tað er ógvuliga sjónligt, at valevnini hava torført at greiða frá, hvat tey, sum fólka­ tingslimir, kunnu gera av pol­ itikki. Tey flestu halda, at tað er gott, at vit hava føroyskar røddir á Fólkatingi, men hvat tær ítøkiliga politiskt skulu brúkast til, er meira ógreitt. Á fundinum á Torginum í SMS var eitt kjak um spurn­ ingin um loysing ella sambad. Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi førdi fram, at við teimum um­ støðum vit hava í dag, so eiga vit at loysa frá Danmark, sum skjótast og yvirtaka tey mál­s­ øki, sum vit enn ikki hava fingið til Føroyar. Ikki óvæntað helt Helgi Abra­hamsen úr Sambands­ flokk­inum, at ríkis­felags­skap­ urin er ein góð skipan, sum í stór­an mun gagnar føroy­ing­ um. Eisini Kaj Leo Holm Jo­ hannesen, Sambandsflokkurin, helt, at skipanin virkar væl. Hann nevndi, at tað tað ræður um, at vit í Føroyum semjast um, hvat vit vilja yvirtaka og so siga dønum tað við einari rødd. Ikki leypa framav Umboðini fyri Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Framsókn vóru meira varin og hildu ikki at spurningurin um samband/ loysing kundi avgreiðast í ein­ um. -Tað er ikki ein spurningur um, um Føroyar gerast ein suv­erenur statur, men nær, segði Súsanna Olsen, Fram­ sókn. Hon vísti á, at kring um í heiminum eru 48 lond, sum hóast minni enn ein milljón íbúgv­arar búgva í londunum eru suverenir statir. -Tað eiga og kunnu vit eisini blíva, segði Súsanna Olsen. Jónleif Johannesen úr Javn­ að­arflokkinum vísti á, at tað er umráðandi, at vit fyrst í Føroyum taka støðu til, um vit ynskja loysing ella ei. -Fara vit á Christiansborg at skeldast um hvat vit vilja, so flyta vit okkum ikki av fetan­ um, segði Jónleif Johannesen. Javnaðarflokkurin heldur eisini, at vit eiga at fyrireika okkum til at yvirtaka fleiri av teimum smærru málsøkjunum fyrst, tí vit eru ikki til eiðar at yvirtaka tey fimm stóru máls­ økini, sum eru eftir at yvirtaka. Christian Andreassen adv­ okatur er nýggjur í politikki og stillar upp fyri Fólkaflokkin. Hann er í stóran mun samdur við Javnaðarflokkin um, at tað ikki ber til at kvetta á stokk­ inum. -Málsøkini, sum eru eftir at yvirtaka eru so stór og ógvus­ lig, at tað eru vit ikki heilt klár til enn. Vit eiga heldur at gera sum við revsilógini, har eg sjálv­ur havi sitið í einum arbeiðsbólki saman við dønum og funnið fram til skilagóðar loysnir, segði Christian Andreas­sen. Summi av valevnunum vóru samd um, at vit í ríkis­fel­ ags­skapinum hava nógvar møgu­leikar. Bæði Kaj Leo Holm Johannesen og Annita á Fríðriksmørk vístu á, at vit á ávísum økjum hava fult frælsi at gera millumlanda avtalur. Hetta er til dømis, tá ið tað snýr seg um fiskivinnuavtalur. Høgni Reistrup, sum um­ boðaði Framsókn vísti á, at hetta arbeiðið – tá ið vit fara eitt sindur longur – verður gjørt torført, tí danir leggja fót­onglar í vegin í hesum arbeiðnum. Hann vísti til avtaluna, sum Føroyar gjørdu við Ísland, men sum danski utanríkisráðharrin annuleraði. Sjálvstýri hevur bert ein per­són uppstillaðan. Kortini lut­tók Zakarias Wang í fund­in­ um í SMS. Hann segði, at sjálvt um før­ oyingar ikki hava góðtikið grund­lógina, so fara øll hini – um tey verða vald, at svørja at halda donsku grundlógina. Fólkatingsval 2019 MIKUDAGUR 3. JUNI 2019 · NR. 63 Sosialurin 5