mánadagur 3. juni 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 3. juni 2019 · Nr. 63
Fólkatingsval 2019
MIKUDAGUR
3. JUNI 2019 · NR. 63
Sosialurin
7
FRÆLSA RØDD Á FÓLKATING
- Røddin sum talar, tá hini tiga
Til arbeiðis á Fólkatingi
Vit skulu brúka allar politiskar
pallar optimalt
Helena Dam á Neystabø,
valevni til fólkatingið
fyri Javnaðarflokkin.
Tað hevur týdning, at tú velur
ein flokk og eitt fólk, sum tek
ur fólkatingsarbeiðið í álvara.
Stilli bara upp til
Fólkatingið – ikki
til Løgtingið
Sjálv havi eg valt bert at stilla
upp til Fólkatingið. Verði eg
vald, so arbeiði eg fyri Føroyar
á Fólkatingi burturav.
Enn verða mál avgjørd
í Danmark – tí skulu
vit vera á varðhaldi
Føroyingar skulu hava ávirkan
á tey mongu mál, sum fram
vegis verða avgjørd í Fólka
tinginum. Tað eru: uttanríkis
mál - verjumál - rættarskipanin
og løgregla. Stór og tung máls
øki.
Uttanríkispolitiska
heimildarlógin skal bøtast
Eitt
fólkatingsumboð
skal
berjast fyri, at uttanríkispolit
isku heimildir okkara verða í
samsvari við ynski landsstýris
og Løgtingsins. Tað er ikki gott
nokk, at føroysk og grønlendsk
viðurskifti verða fløkt saman.
Danir siga, at her slepst ikki
longur fyri Grundlógini. Men
søgan hevur prógvað nakað
annað. At Føroyar og Danmark
kunnu semjast um næstan
hvat sum helst – um politiska
handalagið er tað rætta. Yvir
tøkan av undirgrundini er
besta prógvið. Tað er eitt drúgt
og tógvið stríð – ja. Men tað
ber til.
Vælferðarmálini
standa fremst
Dagligar vælferðarskipanir hjá
føroyingum, bæði í Danmark
og í Føroyum, skulu tryggjast.
Tað kann snúgva seg um eftir
løn, fyritíðarpensjón, stovns
uppihald, veitingar og tæn
astur, cpr-nummar, heilsutæn-
astur, heilsugransking og við
gerðartrygd.
Eitt fólkatingsumboð skal
verða á varðhaldi og lofta mál
um, sum kunnu hava óhepnar
avleiðingar, tí at mál verða ym
iskt viðgjørd í Føroyum og
Danmark. Ikki minst skulu vit
troyta allar hugsandi møgu
leikar
til
samstarv
innan
heilsugransking og viðgerðar
trygd.
Smidligt
útbúgvingarsamstarv
Samgongan hevur sett nógvar
nýggjar útbúgvingar á stovn.
Endamálið er at skapa tíðar
hóskandi karmar fyri ung
dómin í Føroyum. Og tað hev
ur givið úrslit. Í dag nærkast
fólkatalið 52.000 í Føroyum.
Hvør skuldi trúð tí.
Eitt fólkatingsumboð skal
arbeiða fyri, at allar føroyskar
útbúgvingar verða viðurkend
ar – og at útbúgvingarsamstørv
fáast í lag, sum gera tað møgu
ligt at nema enn fleiri og fjøl
broyttari útbúgvingar í Føroy
um.
Fiskivinna krevur
altjóða samstarv
Ikki minst er okkara høvuðs
vinna,
fiskivinnan,
nógv
ávirkað av altjóða samstarvi
og millumtjóða avtalum. Her
ræður um at vinna vinnuni øki
allastaðni, har tað er møguligt.
Í tøttum samstarvi við lands
stýri og Løgting sjálvandi.
Heimsmálini fara
um landamørk
Veðurlag, umhvørvi, náttúru
vernd, dálking, røkt av fiska
stovnum, orkupolitikkur, út
lendingamál, skattaskjól, hvítt-
vasking og ikki minst gransk
ing eru mál, sum vit einans
kunnu loysa og menna tvørtur
um landamørk.
Tí gevur tað ikki meining at
minka um sambond og sam
størv millum lond. Vit skulu
brúka pallin í Fólkatinginum
til at taka ábyrgd bæði úti og
heima.
Vit skulu brúka allar
politiskar pallar optimalt.
Eg bjóði meg fram at
vera tín rødd út í heim
í sambandi við hetta
fólkatingsvalið.