Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juni 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. juni 2019 · Nr. 63 TÍÐINDI Ein 49-ára gamal maður varð fríggjadagin varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Til grundlógaravhoyring varð hann skuldsettur fyri brot á paragraff 119 í revsilógini um hóttan móti fólki í almennari tænastu Pætur Hjalmar Evensson Hósmorgunin varð løgreglan boð­send til ein bústað í Havn í sambandi við húsaófrið. Á veg upp gjøgnum trappurnar til íbúð­ina kom ein maður brølandi út gjøgnum hurðina við einari øks í hondini. Hann var fullur, og aftan á eina løtu legði hann seg niður á dura­ gátt­ina og slóð nakrar ferðir við øks­ini í trapputrinini. Har var trongt í trappu­upp­ gongd­ini, og tí stúrdu løgreglu­ menninir fyri, at maðurin skjótt kundi missa øksina úr hond­ini. Teir kendu seg hóttar, og tí valdu teir at taka pistólin fram, sum annars er rættiliga sjáld­samt í Føroyum. Men maðurin lat ikki við seg koma, hóast løgreglu­menn­inir nú høvdu pistól í hond. Teir bóðu hann um at leggja øksina frá sær og koma við út, men hann var ikki sam­starvs­sinn­ aður og vildi ikki við teim­um, men bleiv liggjandi á gólv­in­ um. So hendi tað, at hann misti øksina. Tá gjørdi løgreglu­ menn­inir skjótt av, og ein teirra legði seg á hann og koyrdi hann varisliga í hand­ jørn. Hótti og sparkaði Í bilinum á veg til løg­reglu­ støðina og á løgreglustøðini var maðurin heldur ikki sam­ starvssinnaður. Tað var allatíð umráðandi hjá honum at vita, at dama hansara, sum hann hevði ballast við, ikki var hand­tikin. Og tað var hon ikki, fekk hann at vita fleiri ferðir. Gjøgnum alla tilgongdina spark­aði hann nakrar ferðir eftir løgreglufólkunum og rakti millum annað ein á hjálm­in. Hann hótti ein løgreglu­ mann og segði, at hann altíð fór at minnast hann. Maðurin spurdi um tænastunummar hjá einum og segði, at hann nokk skuldi finna út av, hvar við­komandi búði. Seinni, tá hann var í bíðirúminum, vísti hann aftur ónøgdsemi og sparkaði eftir løgreglu­fólk­un­ um. Mintist tað ikki Skuldsetti maðurin var sera full­ur, og í rættinum segði hann seg ikki minnast hend­ ing­ina í trappuuppgongdini ser­liga væl. Hann minnist tó, at hann hevði skeldast við damuna, og tí helt hann, at tað einasta, Varðhaldsfongslaður í fýra vikur: HEVÐI ØKS Í HOND OG HÓTTI LØGREGLUFÓLK