mánadagur 3. juni 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 3. juni 2019 · Nr. 63
TÍÐINDI
- Maðurin hevur
nógv styttri
snór enn onnur
Pætur Hjalmar Evensson
Verjin hjá skuldsetta var
ikki samdur við ákærunum
og kravdi mannin leyslatn
an. Hann kallaði systemið
løgið og vísti á, at tað ferð
aftaná ferð henda løgin ting
í sambandi við mál hjá 49-
ára gamla manninum.
Sakførarin var beinleiðis
sjokkeraður av handfaring
ini av málinum hesa ferð.
Hann helt, at mátin, løg
reglan handfór støðuna upp
á, var, sum hann tók til:
“overkill”. Grundin til órætt
vísu handfaringina var bara
orsakað av fortíðini hjá
manninum, og hevði sama
støða hent við einum øðrum
persóni,
høvdu
løgreglu
fólkini bara flent og latið
viðkomandi ligið uttan at
taka tað í so stórum álvara,
meinti verjin og sipaði mill
um annað til teir skotsikru
vestarnar og avbyrgda veg
in.
Verjin segði, at løgreglan
og ákærin tóku nakrar setn
ingar burtur úr øllum sam
anhanginum fyri at fáa tað
at síggja ógvusligari út, enn
tað í veruleikanum var. Tá
verjin sá videobrotið frá til
burðinum
í
trappuupp
gongdini, bleiv hann ovfar
in, tí áðrenn væntaði hann,
at støðan var nógv verri,
enn hon í roynd og veru var.
Ikki førur fyri at
gera nøkrum ilt
Verjin hjá skuldsetta legði
dent á, at maðurin var ógvu
liga fullur og var tí ikki før
ur fyri at gera haltari hønu
óreint.
Víðari vísti verjin á, at øll
húsarhald eiga eina líknandi
øks, og hetta er ikki ein øks,
maðurin hevur skaffað sær
við tí fyri eyga at gera nøkr
um ilt. Tí hevur málið út
viklað seg óneyðugt og yvir
drivið, og rætturin átti ikki
at givið løgregluni viðhald,
varð sagt.
Verjin segði, at so skjótt
skuldsetti maðurin opnaði
munnin, so var løgreglan
klár, og løgreglan hevur
altíð eyka stór oyru, tá tað
snýr seg um júst hendan
mannin. Verjin helt tað vera
órættvíst, at hesin ávísi
maðurin skal hava so nógv
styttri snór enn øll onnur
fólk.
Hevur tikið seg um reiggj
Eisini varð víst á, at hóast
skuldsetti maðurin hevur
havt
nakrar
avbjóðingar
seinastu árini, hevur hann
tikið seg um reiggj nú. Tað
kundi staðfestast, tí maður
in eitt nú hevur ætlanir um
at koma sínum rúsdrekka
trupulleika til lívs við at
koma í viðgerð. Men tá mað
urin ringdi inn til Bláa
Kross, var einki tøkt pláss,
so hann kom á bíðilista.
Maðurin segði eisini sjálvur
í rættinum, at hann hevði
eitt stórt ynski um at gerast
edrúur. Hann hevur eitt nú
akkurát verið til AA fund og
ætlar sær aftur har.
Skuldsetti maðurin ásann
aði í rættinum, at hann væl
var greiður yvir, at mann
ikki mátti siga sovorðið við
løgregluna og sipaði til hótt
anirnar. Hann svór, at hann
ikki var greiður yvir, at tað
var løgreglan, sum var kom
in heim til hansara í fyrsta
umfari hendan hósmorg
unin.
Vandi fyri endurtøku
Men ákærin var ikki í iva -
maðurin visti, hvat hendi,
og hann kundi risikera at
missa øksina og raka polit
istarnar í trongu trappu
uppgongdini. Ákærin helt
ikki, at hetta málið átti at
bagatelliserast soleiðis, sum
verjin helt, tað átti. Ákærin
vildi ikki risikera, at maður
in fór at gera líknandi aftur,
og tí varð avgerð tikin at
varðhaldsfongsla
hann
í
fýra vikur.
Verjin
hjá
skuldsetta
valdi at kæra avgerðina við
vón um leyslating.
hann hevði gjørt skeivt, var at
larma.
Tað, sum 49 ára gamli mað
urin ikki visti, var, at tað var
dama hansara, sum hevði ringt
til løgregluna eftir hjálp mitt í
klandrinum
teirra
millum.
Hetta fann maðurin ikki út av,
fyrr enn tað bleiv upplýst í
rættinum til grundlógaravhoyr
ingina fríggjadagin.
Vildi verja seg fyri
grannunum
Tá løgreglan kom á staðið hós
morgunin, var 49-ára gamli
maðurin ikki greiður yvir, at
tað var løgreglan. Hann helt, at
tað var grannin, sum kom eftir
sær, tí grannin og parið hava
áður hava verið í innanhýsis
stríði.
Tí tók hann øksina fram
fyri at verja seg, um grannin
ætlaði at gera honum ilt.
Løgreglan gjørdi tó vart við
seg, og tá ringdi maðurin til
sakførara sín, sum ikki tók
telefonina, og eftirfylgjandi
royndi hann at ringja til tvey
tíðindafólk.
Hann helt ikki, at støðan var
so álvarsom og væntaði bara,
at hann fór at enda í fullu
brummu, tí hann hevði einki
gjørt galið annað enn at
klandrast, meinti hann.
Hann var eisini sannførdur
um, at hann fór sjálvboðin nið
ur til løgregluna, sum fylgdi
honum á støðina.
Vegurin bleiv stongdur
Løgreglan gjørdi nógv burtur
úr málinum og metti tað vera
neyðugt
at
steingja
vega
strekkið, har bústaðurin var.
Løgreglan møtti mannsterk
upp á staðnum í skotsikrum
vestum, og stóri løgreglubuss
urin stillaði seg fyri vegin, so
bilar ikki kundu koyra gjøgn
um økið.
Heitt varð í hesum sam
bandi á fólk um at halda seg
burtur frá staðnum, og hetta
varð millum annað sagt í út
varpinum.
Nógv mál í skjáttuni
Hetta er ikki fyrstu ferð, skuld
setti maðurin er í rættinum
fyri hóttanir og harðskap. Hann
er væl kendur av løgregluni og
hevur í fleiri førum fyrr verið
ákærdur fyri at hótta og brúka
harðskap móti løgreglufólki.
Hetta metti ákærin sum
avgerandi fyri málið. Ákærin
vísti á, at tá maðurin seinast
var í rættinum 12. mars, segði
hann, at hann hevði lært lekti
una og lovaði, at tey ikki
skuldu síggja hann aftur í
rættinum. Men kortini endaði
hann aftur sama stað tveir og
ein
hálvan
mánað
seinni.
Ákærin legði dent á, at tað ikki
var ofta, at føroysk løgreglu
fólk taka pistólin fram, og
hetta undirstrikaði álvaran í
málinum.
Haraftrat hevði ein løg
reglumaður tikið video upp av
stórum parti av tilburðinum í
trappuuppgongdini, í løgreglu
bilinum og á løgreglustøðini,
sum undirbygdi orsøkina at
skuldseta mannin.
Kærdu avgerðina: