Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juni 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. juni 2019 · Nr. 63 TÍÐINDI - Søgan um Merkið er óloysandi bundið saman við Keypmannahavn. Tað var her, at ungu menninir, ið teknaðu flaggið á fyrsta sinni búðu, lósu, virkaðu og vórðu ávirkaðir av teimum fólkaræðisligu rembingunum í Evropa um hetta mundi. Og tað var her, at tað fyri 100 árum síðan, 2. juni 1919, fyrstu ferð bleiv borið fram Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Ringt er at siga júst hvussu Jens Oliver Lisberg og hinar studentarnir mettu leikur fór at ganga, tá teir fyri 100 árum síðan teknaðu fyrsta útkastið til eitt flagg, ið vit seinnu komu at kenna sum Merkið. Vit vita tó, at teir droymdu um, at teirra landsmenn heima í Føroyum fóru at taka nýggja flaggið til sín og brúka tað í almennum og privatum høpi. Tað skuldi tó ganga nøkur ár, áðrenn hetta hendi, og var tað tá serliga umstøður undir 2. ver­aldarbardaga, ið gjørdi at Merkið loksins bleiv viðurkent sum flagg føroyinga. Men neyvan hevði nakar teirra væntað, at 100 ár aftaná, at teir høvdu sítt lív og yrki á studenta­garðinum Regensen og gøtunum í innara Keyp­ manna­havn, at hundraðtals av før­oyingum skuldu ganga gjøgn­um somu gøtur við Merk­inum á lofti fyri at fagna tí, ið teir byrjaðu í einum lítlum kam­ari á Regensinum. Andsøgn Fyri ein fremmandan, ið ikki kennir søguna um føroyska flaggið, kann tað tykjast sum ein andsøgn, at flaggið hjá ein­ ari tjóð, ið er eitt symbol sum savn­ar ein ávísan, avmarkaðan bólk og skilur restina av heim­ in­um frá, veður fagnað í høv­ uðs­staðnum hjá eini aðrari tjóð. Men søgan um Merkið er óloysandi bundið saman við Keypmannahavn. Tað var her, at ungu menninir, ið teknaðu flaggið á fyrsta sinni búðu, lósu, virkaðu og vórðu ávirk­ að­ir av teimum fólkaræðisligu remb­ingunum í Evropa um hetta mundi. Og tað var her, at tað fyri 100 árum síðan, 2. juni 1919, fyrstu ferð bleiv borið fram. Tí var tað eisini upplagt at gera nógv burturúr degnum, tá Felagið Føroysk Træseglskip fyri tveimum árum síðan av­ gjørdi at skipa fyri sigling úr Før­oyum til Danmarkar og aft­ur við gomlum, føroyskum træ­skipum, fyri á hendan hátt at fagna Merkinum. Seinastu vikurnar hevur verið siglt úr Føroyum til Dan­mark, har vitjað hevur verið yms­ar býir, og hósdagin kom skipa­ flotin til Keyp­manna­havn­ar, har sluppirnar hava ligið við kai uttanfyri føroysku send­i­ stov­uni á Norð­ur­atlants­ bryggj­uni. Við Merkinum á odda Meðan skipini hava ligið við kai hevur verið skipað fyri eini ørgrynnu av mentanarligum til­tøkum, ið hava varpað ljós á Føroyar og føroyska mentan, men sunnudagurin var tann stóri dagurin, tá Merkið av álv­ ara bleiv sett í miðdepilin. Dagurin byrjaði á Norð­ur­ atlantsbryggjuni, har før­oy­ing­ ar úr øllum býnum saml­að­ust frá morgunstundini av. Fyrst á skránni var at ganga skrúð­ gongu frá Norður­atl­ants­bryggj­ uni til studenta­garð­in Reg­ ensen, ið er staðið har Merkið á fyrsta sinni bleiv hongt út gjøgnum eitt vind­eyga. Á odda fyri skrúðgonguni gekk Mouritz Mohr, stjóri í Mest, sum er abbasonur Kjart­ an Mohr, ið fyri 100 árum síðan var tann fyrsti flaggberin av nýggja flagginum. Hetta hendi til eitt tiltak hjá Føroy­inga­fel­ agn­um í Norðmansdalinum norð­anfyri Keypmannahavn. Í garðinum á Regensen var føroyska kórið í Keyp­manna­ havn, Húsakórið undir leiðslu av Jón Eliassen, til staðar og framførdi nakrar sangir, áðr­ enn Poul Michelsen, lands­ stýris­maður í uttanríkis- og Tá komi var út í Norðmansdalin bar Jógvan Arge fram røðu um tað, ið har hendi fyri 100 árum síðan. Myndamaður: Heri Simonsen STÓRFINGIN FA AV MERKINUM Skrúðgongan er á veg yvir til Sæland eftir nýggju Inderhavnsbroen Mouritz Mohr, stjóri í MEST, gekk á odda og var flaggberi hendan dagin. Hann er abbasonur Kjartan Mohr, ið var tann fyrsti at bera Merkið fyri 100 árum síðan Skrúðgongan gongur framvið kanalini á veg til Regensen