mánadagur 3. juni 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 3. juni 2019 · Nr. 63
TÍÐINDI
91 ára gomul gekk
10 kilometrar
á Royal Run
Næst elsti luttakarin á Royal Run í Klaksvík leygardagin
var Rigmor Andreasen av Argjum. Hon er 91 ára gomul og
nýtti 1 tíma og 58 minuttir at ganga teir 10 kilometrarnar
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
Rigmor Andreasen er væl
fyri. Hon gekk túrin saman
við dótturini og tveimum
ommudøtrum.
Leggjasta kann afturat,
at tá ið Rigmor Andreasen
fylti 87 ár, varð dagurin
hildin, við at hon og ein
stórur partur av familjuni
gingu niðan á Slættaratind.
Elsti luttakarin bundið
til krúnprinsin
Elsti luttakarin á Royal Run
var 93 ára gomlu Petrina
Hansen úr Klaksvík. Hon valdi
at ganga eina míl, og tað gekk
hon uppá 22 minuttir og 45
sekund.
Fríðrik krúnprinsur heils
aði uppá Rigmor Andreasen
og Petrinu Hansen, og tær
fingu klemm frá honum.
Petrina hevði eisini bundið
hosur til krúnprinsin og
familjuna, og tað fekk hann
handað frá henni.
Rigmor Andreasen saman
við krúnprinsinum
Morid Johannesen, Rigmor Andreassen, Lív
Justinussen og Tóta Jeffrisdóttir Akursmørk
93 ára gamla Petrina Hansen heilsaði uppá krúnprinsin