Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juni 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. juni 2019 · Nr. 63 TÍÐINDI Norðoyastevna var í ár merkt av Royal Run. Fríðrikur krúnprinsur dró nógv fólk til Klaksvíkar, og hann var raskur at heilsa upp á fólk Frants Jensen frants@sosialurin.fo Sjálvt um hetta helst er sein­ asta norðoyastevna, sum vit kenna hana í dag, so var hýr­ urin góður á fólki í Klaksvík. Roy­ala renningin, tá ið yvir 4.000 fólk runnu, gjørdi stevn­ una til nakað heilt serligt. Og harafturat var veðrið sera gott leygardagin. Krúnprinsurin setti dám á Krúnprinsurin kom við tyrlu til Fuglafjarðar og haðani við bátinum Ziska til Klaksvíkar. Áðrenn renningin byrjaði, segði hann nøkur fá orð. Hann var harmur um, at hann ikki fekk runnið, men hann ynskti øllum teimum mongu luttak­ ar­unum ein góðan túr. Jógvan Skorheim, borgar­ stjóri, bjóðaði krúnprinsinum væl­komnan til Klaksvíkar. Hann gleddist um, at tað hevði eydn­ast at fingið krúnprinsin at koma til Klaksvíkar aftur í ár. Áðrenn fyrstu rennararnir fóru avstað, varð fyrsta ørindi av tjóðsanginum sungið. Tað var krúnprinsurin, ið skeyt Royal Run í gongd í Klaks­vík. Krúnprinsurin var sera fólks­ligur og heilsaði upp á nógv­ar rennarar og áskoðarar. Nógv fingu eisini eina mynd av sær saman við prinsinum. Ein ung genta, ið skjótt skal giftast, fekk eisini klemm frá krúnprinsinum. 10 km ella eina míl Runnið varð eina míl ella 10 kilo­metrar. Neyðugt var tó ikki at renna; fleiri nýttu eisini møgu­leikan at ganga. Mílin varð runnin frá ferju­ leguni til Jógvan Waag­steins­ gøtu og aftur. Teinurin á 10 kilometrar varð runnin frá ferjuleguni til rundkoyringina, út til gamla snørisvirkið/Berglon, har vent varð niðan á Klaksvíksvegin. Harfrá varð runnið út til Norð­ oyri og aftur til ferjuleguna, har málið var. Runnið varð í ymiskum bólk­um. Tey fyrstu byrjaðu klokk­an 10:30, og tey seinastu fóru avstað umleið klokkan 11:30. Tónleikur á rutuni Hóast krúnprinsurin ikki rann vegna ein diskusprolaps, so súkkl­aði hann rutuna og heils­ aði upp á fólk á vegnum. 13 undirhaldsstøð við smá­ um pallum vóru á rutuni. Mill­ um annað undirhildu Bubu, Trøllapætur og Trøllaomman. Eyðun Nolsøe, Karl Martin Samuelsen, Danny & Símun, Hallur Joensen, Steintór & Pæt­ur og onnur sungu og spældu. Eisini nakrir DJ undir­ hildu. Klaksvíkar Horn­ork­est­ ur, Klaksvíkar Dansifelag og eitt lið við 40 taekwondo íðk­ arum, vístu síni kynstur. Á málinum var ein stórur pallur, har Jonhard Larsen, Ragn­hild Ellingsgaard og Hall­ ur Holm greiddu frá og prát­ aðu við ymisk fólk. Heiðursmerki Hóast talan ikki var um eina kapping, har tað gekk út uppá, at vera fyrstur um mál­strik­ una, so fingu øll sína egnu tíð at vita. Fremstur í 10 km tein­ inum var Signar Brask Rørsvik, sum rann teinin á 34 minuttir og 35 sekund. Fremst av kvinn­ unum var Rebekka Fuglø, ið rann teinin á 39 minuttir og 37 sekund. Øll, ið vóru við, fingu eitt heiðursmerki, tá ið tey komu á mál. Treysti – Tað hevur verið spennandi, men eisini strævið at fyrireika hetta stóra tiltakið. Vit hava tó havt sera nógv hjálparfólk, sum hava verið sera røsk at hjálpa okkum, sigur Guttorm Sørensen, sum vegna renni­fel­ agið Treysti hevur fyrireikað Royal Run í Klaksvík. Umleið 150 hjálparfólk hjálptu til. Talan var bæði um fólk frá Treysti, kommununi, skúlaflokkar og onnur. Guttorm Sørensen fekk ikki sjálvur tíð at renna í Klaksvík. Hann fer ístaðin at renna í Keypmannahavn 10. juni. Sí fleiri myndir frá Royal Run her á síðunum, sum Álvur Haraldsen hevur tikið. 4.010 FÓLK RUNNU Í KLAKSVÍK