Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juni 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. juni 2019 · Nr. 63 TÍÐINDI Í røðuni nam hann við fleiri evnir í flaggsøguni. Um tað tíð­ ina tað bleiv teknað og borið fram og tað stríð tað síðan hev­ur verið at vunnið tí hevd. Tað er kanska lætt at detta í tí fellu, at romantisera alt ein slíkan dag, tá Merkið verður fagnað, men bæði Jógvan Arge og Poul Michelsen, tá hann flutti fram røðu á Regensen, nýttu høvi hendan dagin, at gera vart við, at hóast Merkið er okkara flagg og er viðurkent av mongum, so er tað ikki so allastaðni. Enn er neyðugt hjá før­oyingum at standa saman um tað og stríða fyri at tað verð­ur viðurkent á jøvnum føti við onnur fløgg, eitt nú í Olymp­isku nevndini. Veðrið var av tí allar fínasta hesa løtuna í Norðmans­dalin­ um og nýttu fleiri sær eisini høvi at síggja vøkru náttúruna kring Fredensborg slot og njóta sólina, áðrenn bussarnir aft­ur løgdu leiðina til Keyp­ manna­havnar, har dagurin end­aði við einum borðhaldi á Norð­uratlantsbryggjuni. Nógv kend fólk vóru til gudstænastuna. Her síggjast millum annað Jógvan Arge, Heðin Mortensen, Poul Michelsen og Bárður Nielsen Eini 500 fólk vóru til gudstænastuna í Holmens kirke Tað var av allar fínasta veðrið Merkið verður her borið út úr kirkjuni Gingið var framvið Fredensborg slot á veg til Norðmansdalin Fýra bússar og fleiri bilar við fólki tóku túrin út í Norðmansdalin. Her er skrúðgongan á veg móti dalinum Áhoyrarnir sita ymsastaðni í dalinum og lurta eftir røðuni hjá Jógvani Arge Fólk lurta eftir røðuni hjá Jógvani Arge í góðveðrinum í Norðmansdalinum