Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juni 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. juni 2019 · Nr. 63 TÍÐINDI So líðandi vaks talið av før­ oyingum í skrúðgonguni, so hvørt sum hon kom nærri Holm­ens kirke, og mundi hon vaksa úr eini 100 til 350 fólk hend­an stutta teinin frá Reg­ en­sen til Holmens kirke. Tá øll høvdu funnið eitt pláss í vøkru kirkjuni bleiv Merkið borið til altars, meðan Húsa­kórið framførdi vakra sang­in Cantate Domino. Prest­ ar hendan dagin vóru Borgny Brunings-Hansen og Heri Joen­sen, ið bæði bóru fram ein andaligan boðskap við støði í Merkinum til tey umleið 500 fólkini í kirkjuni. Fredensborg Úr Holmens kirke fóru lut­tak­ ararnir umborð á fýra ymiskar bussar og fleiri bilar og settu kós úr Keypmannahavn norð­ ur móti Norðmansdalinum. Tað var her, at Føroyingafelagið fyri hundrað árum síðan skip­aðu fyri einari útferð, har Kjart­an Mohr bleiv tann fyrsti, ið bar Merkið alment fram. Í vakri dalinum, ið hoyrir til Fredensborg slot, har drotn­ ing­in býr ein stóran part av ár­ in­um, var felagssangur og kór­ sang­ur á skránni, áðrenn Jógv­an Arge helt síðstu røðuni á degnum. Formenninir í Sambandsflokkinum og Framsókn tóku ein steðg frá fólkatingsvalstríðnum og luttóku á merkisdegnum Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, bar fram røðu á Regensen Húsakórið framførdi fleiri sangir gjøgnum dagin Magnus Magnussen heldur røðu í Regensinum. Jens Olivur Lisberg var ommubeiggi hansara Nógv fólk vóru komin saman í studentagarðinum Merkið varð vundið á stong í Regensen. Aftanfyri sæst Rundatornið Á veg til kirkjuna løgdust fleiri fólk aftrat skrúðgonguni og mundi hon at enda telja um 400 fólk Borgny Brünings-Hansen, prestur, tekur móti fólki