mánadagur 3. juni 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. juni 2019 · Nr. 63
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge – Gundadalur
Allir sum ein fara spælararnir
yvir til dómarin eftir dystin.
Ein sonn málveitsla í Gundadali
endar við 6-4 sigri til HB móti
EB/Streymi. Tú kundi næstan
illtonkt spælarar fyri at skjóta
við fýrverki, nú Lars Müller
leggur floytuna á hillina.
Hann hevur um nakar verið
ímyndin av einum dómara, sum
letur spælið og spælararnar
ráða. Vilja til spæla fótbólt, so
ger so væl!
Eftir 14 ár av døming í
bestu deildini er tíðin komin
at gevast. Løgreglumaðurin
skal av landinum at arbeiða
og tað er seinasta skumpið,
ger at floytan nú verður liggj
andi á hillini saman við teim
um
níggju
steypunum,
ið
Lars Müller hevur vunnið
sum ársins dómari. Tað er ein
kensluborin dómarin, ið gong
ur av vøllinum fyri seinastu
ferð. Hann hevur fyrr hótt við
at gevast, men nú vendist ikki
aftur.
-Ja, hetta er seinastu ferð,
so tað er ikki løgið at tað bleiv
kensluborið. Eg haldi at tíðin
er komin nú. Eg havi følt tað
seinastu tíðina. Tað krevur
ófatiliga nógv at vera við og
døma. Eg búgvi í suðri og tað
er nógv ferðing. Tað hevði ikki
borið til, um eg hevði ein góða
leiðara og góðar starvsfelagar
á arbeiðsplássinum. Eg haldi at
løtan er tann rætta. Eg skal av
landinum í eitt hálvt ár og tað
er landsliðssteðgur, sigur Lars
Müller eftir dystin.
Hann hevur sambært Faroe
soccer dømt 362 dystir, men nú
verða ikki fleiri, hóast hann
fyrr er so gott sum givin, tá
hann hevur verið til Fótbólts
galla hjá Sosialinum og FM1.
-Tey tiltøkini eru altíð eftir
at kappingarárið er liðugt. Tá
eru tey flestu troytt av fótbólti,
men tað hevur verið ein tíð
nú, har eg havi hugsað meiri
um tað. Hetta krevur at tú er
fult og hundrað prosent við.
At tú ert motiveraður bæði til
at venja og at verða klárur til
dyst. Tann partin føli eg, at eg
havi verið noyddur at stríðast
harðari fyri seinastu tvey árini.
Tí haldi eg, at løtan er tann
rætta, sigur væl lýddi dómarin
úr Suðri.
Kláraði ikki at halda
tráunum aftur
-Tað var ótrúliga tungt at koma
ígjøgnum tíggju teir seinastu
minuttirnar. Tíðin gekk alt for
skjótt og ein av diddunum hjá
mær sigur, at nú hevur hon
eisini upplivað pápa sín gráta.
Eg havi ótrúliga heppin at vera
við til hetta her, sigur Lars
Müller og leggur afturat:
-Sjálvandi fari eg at sakna
hetta og tann felagsskapin,
ið er millum dómararnar. Tú
skal vera dómari fyri at skilja
tað, eins og tú helst skal vera
spælari fyri at skilja saman
haldið har. Vit hava ein fant
astiskan felagsskap og eina
fantastiska leiðslu innanfyri
dømingina, sum hevur flutt
okkum heilt langt fram, sigur
løgreglumaðurin við floytuni í
hondini.
Tað var heldur ikki ein heilt
vanligt upphiting til dystin, tí
dómarin visti at hetta var sein
astu ferð.
- Tað var onkur løta, har
eg bara fór oman í hornið at
stilla meg at hugsa eina løtu.
Ein dag sum í dag reflekterar
tú sjálvandi. Beint nú er tað
bara ein vanligur dystur, sum
eg havi dømt ein sunnudag.
Nú skal eg nokk hava tað upp
á frástøðu og tað verður helst
tómrúmið, sum kemur nú, ið
eg fari at merkja. Eg havi fingið
sagt farvæl við eina rúgvu av
fólki. Tað verður nokk komandi
tíðina, at eg fari at merkja, at
okkurt manglar í, sigur Lars
Müller eftir dystin.
Ósemjur ein partur
av spælinum
Tað er sjáldan, at ein dómari
sleppur uttan at skeld ella
tvey í einum dysti. Hartil mun
nu spælararnir oftast verða
ósamdir, so leingi mótstøðulið
ið fær dømingina í sín lut.
-Tað hava eisini verið dagar,
har eg havi formulerað upp
søgnina í høvdinum, tí hetta
tími eg ikki meir. Tað trúgvi eg
at allir dómarar hava upplivað,
sigur Lars Müller og leggur
afturat:
-Vit eru sjálvandi ósamdir til
Lars Müller:
Tað var ein hugtungur Lars
Müller, sum í gjár blásti í floytuna
fyri seinastu ferð. – Eg havi
verið ótrúliga heldigur at vera
við til hetta, sigur Lars Müller
LØTAN ER
RØTT AT
GEVAST
Tað hava eisini verið
dagar, har eg havi
formulerað uppsøgnina í
høvdinum, tí hetta tími eg
ikki meir. Tað trúgvi eg at
allir dómarar hava upplivað
FÓTBÓLTUR