Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juni 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 3. juni 2019 · Nr. 63 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíð­ir, men eg havi altíð roynt at verið opin og erligur um, at vit eru eisini menniskjur og gera feilir. Eg trúgvi at dómarin er tann, sum tekur flestar avgerðir í einum dysti. Eg rokni eisini við, at hann tekur flestar rættar avgerðir í einum dysti, men tað sum onkuntíð stendur eftir, er tann eini feilurin. Tað er nú eina ferð soleiðis, men eg haldi ikki at eg havi nógvar fíggindar, sigur Lars Müller, sum heldur ikki slapp snikkaleysur í sínum seinasta dysti. -Tað segði eg eisini við spælararnar. Tað er ein púra van­ligur dystur og eg merkti ikki, at eg ikki skuldi skeldast, tí tað var mín síðsti dystur, sigur fyrrverandi dómarin. Ein spennandi ferð Lars Müller byrjaði fyrst í 90 un­um at verða linjuverji og døma í suðri fyri Royn. Hann var tá framvegis spælari. -Eg dømdi eisini ein dyst í bestu deildini eina ferð í 90 unum. Tað var tá tað var streyka, so eg var eitt sindur av ein­um streykubrótara. Hetta hevur verið ein fantastisk ævintýraferð fyri meg. Eg havi upplivað so heilt ófatiliga nógv innanfyri døming. Eg havi upp­ livað nokk meiri enn teir flestu spælararnir hava. Eg havi verið í øllum norðurlondunum og dømt. Eg havi verið til altjóða dystir saman við Peturi Reinert, sjálvt um eg ikki var FIFA-dómari, sigur Lars Müller og sigur víðari um minniligastu dystirnar: -Steypafinalurnar standa eftir, tí tað verður gjørt so nógv burturúr. Og so minnist eg fyrstu ferð, at eg dømdi HB móti B36. Tá tú byrjar at døma, er tað dysturin, sum allir síggja upp til og spyrja nær teir fáa hann. Eftir tjúgu minutt­ ir hugsaði eg bara, er hetta tað? Tað hendi akkurát einki, fortelur Lars Müller við einum brosi. Tá Niklas lumpaði Lars Hann hevur ongantíð verið bleyt­ur fyri at samskifta á vølli­num, men onkuntíð er tað farið av sporinum. -Mær hevur altíð dámt væl at samskifta á vøllinum, men onkuntíð er tað eisini farið av sporinum. Eg var eina ferð í Gøtu og dømdi ein dyst mill­ um Víking og KÍ, ið spæla um meistaraheitið. Eg síggi so eitt av hjálparfólkunum hjá Víkingi, sum er nervøsur. Eg fari yvir til hann og sigi í skemti, at hann skal bara leggja mær eitt krov í bilini og skal eg nokk orna restina, sigur Lars Müller og fortelur víðari. -Hatta er slíkt, sum eg kann finna upp á at siga í skemti, men tað vísur seg at hesin arbeiðir saman við Niklasi á Líðar­enda. Dagin eftir hava teir planlagt at lumpa meg. Niklas ringir og spyr í álvara hvat eg nú havi gjørt, tí hann er blivin upp­ringdur úr Klaksvík um hend­ingina við krovinum. -Eg sat eina løtu og hugsaði hvussu eg skuldi koma burtur­ úr hesum. Eg valdi so at krúpa til krossin og siga sum var, men tá bresta teir út úr at flenna í hinum endanum. Tá lærdi eg, at tú skal ansa eftir hvønn tú sigur havt við, sigur ein smílandi Lars Müller. Torførasta útvísingin Undan steypafinaluni í 2017 mill­um B36 og NSÍ, er B36 á vitjan í Gøtu. Her fær Lars Müll­er tey boðini, at Tórður Thom­sen skal útvísast. Tey fet­ini eru millum tey tyngstu, ið Lars Müller hevur tikið. -Tað er ikki nøkur beinleiðis døm­ing, sum stendur eftir, men tað er meiri tað menniskjaliga. Eg veit hvussu nógv ein steypa­ finala hevur at siga, og eg veit at eg við hesum frátakið hon­ um tað. Eg spyrji fleiri ferð á veg yvir um hinir eru vísir í at hann skal útvísast. Men hatta er treytirnar sum dómari, men teir tankarnir hava ofta vent aftur til mín, sigur Lars Müller, ið annar heldur at spælararnir góð­taka umstøðurnar. -Eg haldi tey góðtaka, at hetta er eitt torført arbeiði. Sjálv­andi koma tað brokk og tað hevur eisini nakað við hvørj­um tú heldur við. Soleiðis havi eg tað eisini sjálvur, tá eg hyggi eftir altjóða fótbólti og Aston Villa spælir. Tá eri eg ikki altíð samdur. Í 99 prosent av tíðinum kanst tú ein tíma eftir dystin práta við fólk. Tey eru nógv, sum hava skrivað og ringt til mín eftir dyst. Tað hevur brotið um bæði borð, men eg havi ongantíð kent meg hóttan, sigur nú fyrrverandi dóm­arin. Hann endar við at takka øll­ um, sum hava verið við til at gera yrkisleiðina hjá honum sum dómari. trondur@sosialurin.fo FÓTBÓLTUR