Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juni 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. juni 2019 · Nr. 63 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus 11 spælarar á føroyska ung­ dóms­landsliðnum í borðtennis hava um vikuskiftið lut­tikið í Mega Cup í norska høvuðs­ staðnum, Oslo. Hetta er størsta kapp­ing av sínum slag í Noregi. Tað gekst væl hjá føroysku spælarunum, sum vóru farnir til Noregs longu mikudagin fyri at venja. Føroyingarnir vunnu til­samans 11 heiðursmerkir. Pætur Albinus Føroyingurin á danska lands­ liðnum í rógving, Sverri Sand­ berg Nielsen, luttók um viku­ skiftið í EM í Luzern, Sveis. Um­vegis fjórðingsfinalu og hálv­finalu leygardagin róði hann seg í EM-finaluna, sum var í gjár, og har var Sverri eisini tætt við at fáa eitt gott úrs­lit. 500 metrar lá Sverri nummar tvey aftanfyri týska Oliver Zeidler, men hann endaði við at detta aftur á fjórða pláss og gjørdist júst ov stuttur at vinna EM-bronsu. Venjarin hjá honum, Thomas Poulsen, sigur við heima­síðuna hjá danska rógvi­ sam­bandinum, at Sverri fann eitt lag og teknikk, ið hann ongan­tíð hevur sæð áður, og at tað einans var ein heilt lítil løta, har tað ikki koyrdi heilt eftir vild, og at tað var hetta, ið kom at kosta. - Hetta var ein vakur róður. Hann tók initiativ uttan at hugsa so nógv um tað, beit seg fast­an og var enntá tætt við at koma aftur í róðurin eftir at vera dottin aftur á fjórða pláss. Sera flott, sigur venjarin, Thom­as Poulsen. 11 FØROYSK HEIÐURS­ MERKIR Í NOREGI Føroyskir borð­ tennis­spælarar hava um vikuskiftið luttikið í stórari kapping í Noregi, og har vunnu teir fleiri heiðursmerkir Sverri Sandberg Nielsen róði ein sera vakran róður í EM-finaluni í Sveis sunnudagin, og tað restaði ikki nógv í til at hann fekk heiðursmerki Sverri tætt við EM-bronsu Gentur 12 Bronsa: Marin Elisabet Poulsen Gentur 13 Silvur: Marin Elisabet Poulsen Gentur 14 Silvur: Marin Elisabet Poulsen Dreingir 13 B Silvur: Tórur Eið Eliasen Bronsa: Rói Hjaltason og Ári F. Jensen Dreingir 14 B Gull: Tórur Eið Eliasen Silvur: Rói Hjaltason Dreingir 15 B Gull: Tórur Eið Eliasen Bronsa: Rói Hjaltason Herrer F Silvur: Heri Lava Láadal Heiðursmerkjayvirlit: Nr. 2: Tórur Eið Eliasen. Nr. 3: Ári F. Jensen og Rói Hjaltason STUTT SØGD