Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juni 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 3. juni 2019 · Nr. 63 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR FÓTBÓLTUR Higartil hava tað verið trý lið í kappingini um oddasessin. Nú øll liðini hava spælt átta dystir, er tað dragnað eitt sindur soleiðis, at HB er dottið fýra stig afturum ÍF/Víking/B68 og seks stig afturum oddaliðið KÍ. Á middegi í gjár var HB í Sarpugerði, har heimaliðið vann 2-1. Fyrsti dysturin millum hesi bæði liðini varð spældur í Gundadali, og tá var úrslitið 2-2. Á norðoyastevnu hevði KÍ vitjan av EBS/Skála, sum noyddist úr Klaksvík við 3-0 tapi. Eyðvør Klakstein var sera eyðsýnd. Hon skoraðil fyrsta málið, og hon átti uppleggið til hini bæði málini. 2. hvítusunnudag verður grannauppgerð millum HB og B36. Tá fer HB sigur at bera við sær, at fjarstøðan til í hvussu so er annað av teimum fremstu liðunum verður minni. 2. hvítusunnudag verður tað toppuppgerð, tá ið nýggja liðið í deildini, ÍF/Víkingur/B68, fær vitjan av toppliðnum KÍ. Í triðja umfari hittust hesi bæði liðini í Sarpugerði, og tá vann KÍ 1-0. Málskjútti ta ferðina var Rannvá B. Andreasen í fyrra hálvleiki. Ta ferðina kom hon ikki á vøllin eftir steðgin, og síðani hevur Rannvá verið skadd. Í 3-0 sigirnum ímóti EBS/ Skála var hon á beinkinum. Tað er møguleiki fyri, at hon verður at síggja á vøllinum aftur um ikki so langa tíð. Betri deildin kvinnur støðan NR. LIÐ D V J T VM TM MM S 1 KÍ 8 6 1 1 15 5 +10 19 2 ÍF/Vík/B68 8 5 2 1 18 7 +11 17 3 HB 8 4 1 3 24 8 +16 13 4 B36 8 2 0 6 7 18 -11 6 5 EBS/Skála 8 1 0 7 4 30 -26 3 Máltindurin Heidi Sevdal HB 12 Rebekka Benbakoura HB 6 Julia Naomi Mortensen HB 5 Sunnudagin 2. juni KÍ – EBS/Skála ÍF/Víkingur/B68 Um tað ikki eydnast nýggja liðnum at vinna ímóti toppliðunum, so kann tað verða langt fram til KÍ KÍ – EBS/Skála 3-0 (2-0) 1-0: Eyðvør Klakstein 5. 2-0: Sanna Svarvadal 40. 3-0: Evy á Lakjuni 72. ÍF/Víkingur/B68 – HB 2-1 (0-0) 1-0: Jacoba Langgaard 56. 2-0: Annika Ragna Christiansen 69. 2-1: Heidi Sevdal 75. HVÍTUSUNNAN VERÐUR AVGERANDI Jóannes Hansen Tað er sjón fyri søgn, at tað er stór­ur munur á teimum allar bes­tu, teimum bestu og so teim­um næstbestu. Í bestu deildini er tað nú av álvara gingið sundur millum fimm tey ovastu og hini fimm. Í næstbestu deildini eru tvey av teimum næstbestu fremri á støðu­talvuni enn 07 Vest­ur, sum í løtuni er einasta liðið, ið sær út til at fara at hava møgu­ leika at flyta upp. Leygardagin var 07 Vestur í Leirvík og dystaðist við teir næst­bestu hjá Víkingi. Undan upp­gerðini var Víkingur næst­ fremst og 07 Vestur á triðja plássi. Bæði liðini høvdu sama stiga­tal, og Víkingur var fremri, tí málmunurin hjá 07 Vestur var lakari. Tað endaði málleyst í Leirvík, og so er støðan tann sama, sum hon var undan uppgerðini. Hetta var triðja ferðin á rað, at tað endaði javnt hjá 07 Vestur. Á toppinum er næstbesta lið­ ið hjá NSÍ, sum fríggjakvøldið vann 3-2 á heimavølli ímóti B36. Undan hesum umfarinum var tað eitt stig frá NSÍ og aftur til Víking og 07 Vestur. Nú er fjar­støðan trý stig. Leygardagin fæst góð ábend­ ing um, hvørjar fyritreytirnar hjá vestanliðnum eru at vinna næst­bestu deildina. Tá fær 07 Vest­ur heima í Sørvági vitjan av NSÍ. Tá ið hesi bæði liðini í fyrsta umfari dystaðust við Løkin í Runavík, vann 07 Vest­ ur 2-0. Síðani tá hevur NSÍ vunn­ið tíggju dystir og spælt ein javnan – á Skála. Gongdin hjá 07 Vestur hevur ikki verið heilt so sannførandi, sum hon hevur verið hjá NSÍ. 07 Vestur hevur vunnið seks dyst­ir og fýra ferðir er tað endað javnt. Útsetti dysturin á útivølli ímóti B71 er settur at vera nú leygardagin 8. juni. KÍ er á fjórða plássi. Norð­ oya­stevnu­aftan vóru klaks­ vík­ing­ar longu fyri døgurða á Skála. Fyrstu løtuna sá tað einki út hjá KÍ, tí Skála legði seg í handavending framum 2-0. So fótaðu gestirnir sær, og tað end­aði við, at teir vunnu 3-2. Manuskriptið var umleið so­leiðis, sum tað í gjár var hjá besta liðnum, sum vann 2-1 ímóti AB. Skála var frammanfyri 2-1, inn­til vanliga leiktíðin var um at vera farin. Tá skoraði KÍ eftir lítlari løtu tvey mál. Álops­bog­ in varð spentur í botn, tá ið Kristoffur Jakobsen varð flutt­ ur fram í álopið. Hann átti stór­ an leiklut, tí hann legði upp til bæði 2-2 málið og 3-2 málið. Á dómaraseðlinum stendur, at Kristoffur Jakobsen skoraði 2-2 málið, men klaksvíkingar vilja vera við, at tað var inn­ skifti Eivin Sørensen, sum skoraði. Sigursmálið skor­aði super­veteranurin og lið­for­ maður­in Hjalgrím Elttør. B68 og B71 hava teoretiskan møguleika at flyta upp í bestu deildina, tí tey ikki framman­ undan eiga umboð har. Felags fyri bæði liðini er, at tað sein­ astu ferðirnar hevur verið rætti­liga soltið. Hjá bæði B68 og B71 hinaðist tað væl leygardagin. Tey vunnu fulla úrtøku og tóku seg har­við burtur frá hóttanini av niður­ flyting. Toftamenn høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá HB, sum í fyrra hálvleiki løgdu seg framum. Í seinna hálvleiki sóu tveir HB spælarar reyða kort­ið. Tólv minuttir, at fyrri HB spælarin varð vístur av vølli­num, javnaði B68, og sjey minutt­ir seinni skoraði B68 sigurs­málið. Hetta var fyrsti B68 sigurin síðani 13. apríl, tá ið úrslitið var 5-2 ímóti EB/Streymi. Inntil í gjár var úrtøkan síðani 13. apríl tvey stig í seks dystum. B71 hevði leygardagin vitjan av teimum næstbestu hjá EB/ Streymi, sum fóru til hús aftur við 2-1 tapi. EB/Streymur bíðar fram­vegis eftir at vinna fyrsta sig­urin. Eftir málleysan javnleik ímóti Víkingi á úti­vølli, fær 07 Vestur nú vitjan av toppliðnum 1. deild menn støðan NR. LIÐ D V J T VM TM MM S 1 NSÍ II 12 9 1 2 28 14 +14 28 2 Víkingur II 12 7 4 1 28 12 +16 25 3 07 Vestur 11 7 4 0 22 10 +12 25 4 KÍ II 11 6 2 3 30 20 +10 20 5 B68 12 3 4 5 20 25 -5 13 6 B71 10 3 3 4 19 28 -9 12 7 B36 II 12 3 3 6 17 26 -9 12 8 Skála II 12 1 8 3 17 19 -2 11 9 HB II 12 2 2 8 16 21 -5 8 10 EB/Streymur II 12 0 3 9 18 40 -22 3 Víkingur – 07 Vestur 0-0 NSÍ – B36 3-2 (2-0) 1-0: Sølvi Sigvardsen 6. 2-0: Óli H. Olsen 25. 2-1: Andrass Johansen 55. 3-1: Andri Benjaminsen 58. 3-2: Sveinur Lava Olsen br 87. B68 – HB 2-1 (0-1) 0-1: Rói av Fløtum 25. 1-1: Bárður Ó. Jensen 70. 2-1: Karstin Clementsen 77. Skála – KÍ 2-3 (2-1) 1-0: Poul Kallsberg 10. 2-0: Leivur Zachariassen 20. 2-1: Børge Petersen 32. 2-2: Eivin Sørensen 89. 2-3: Hjalgrím Elttør 93. B71 – EB/Streymur 2-1 (1-1) 0-1: Teitur D. Olsen 4. 1-1: Tijani Mohammed br 5 2-1: Clayton Soares 47. Máltindurin Andrass Johansen B36 7 Clayton Soares B71 7 Andri Benjaminsen NSÍ 6 Bárður J. Heinesen KÍ 6 Ingi Jonhardsson Vík 6 Teitur D. Olsen EB/Str 6 13. umfar Hósdagin 13. juni Skála – B71 Leygardagin 15. juni EB/Streymur – Víkingur 07 Vestur – NSÍ HB – KÍ B36 – B68 NÚ SKAL 07 VESTUR STANDA ROYNDINA