mánadagur 3. juni 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. juni 2019 · Nr. 63
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Veðrið skikkaði sær betri, enn
tað alla vikuna varð spátt um,
at tað fór at gera, tá ið tað var
norðoyastevnuaftan og harvið
fyrsti FM kappróðurin.
Fyrsta stóra avbjóðingin var
øðrvísi, enn hon plagar at vera
hjá rógvarunum og foreldrum,
nevndarlimum
og
øðrum
stuðlum, sum trúliga ferðast
kring landið við manningunum
og bátunum, sum plagdu at
vera í stórum lastbilum, men
sum nú í flestu førum standa
á elegantum vognum og eru
serlig føroysk summarmynd.
Kongaliga renningin bar við
sær, at tað fyrrapartin og til eitt
sindur eftir døgurða ikki bar
til at koyra frá rundkoyringini
við Norðoyatunnilin og út til
økið á vestaraarmi, har kapp
róðrarbátarnir standa, áðrenn
teir vórðu flotaðir.
Fleiri
bátar
vóru
longu
fríggjakvøldið
at
síggja
í
Klaksvík, sum var í sonnum
stevnuhýri,
og
leygardagin
eydnaðist tað heilt væl við
kappróðrinum, bæði á landi og
sjógvi, hóast starturin á 1000
metra málinum varð útsettur í
ein hálvan tíma orsaka av tekn
iskum órógvi.
Róðrarlíkindini eru tengd
at ætt, vindstyrki, aldu, hita og
eisini avfalli og kanska mjørka.
Um hann er útsynningur og
vestan eru tað heilt góðar um
støður at rógva kapp í Klaksvík,
hóast summarið ikki av álvara
hevur fingið høvdið fyri seg
enn.
Leygardagin var hann høgur
í ættini, og so er tað kaldari og
ofta avfall í Klaksvík. Hann var
eysturhallur, og tað var einki
avfall. Líkindini vóru hampiliga
góð at rógva, og tað gekk væl
at leggja bátarnar til startin,
hóast fleiri róðursmenn og
róðurskvinnur
av
góðum
grundum ikki eru í fullgóðari
venjing.
At tað er lutakast, sum á
norðoyastevnu ger av, hvar
bátarnir liggja, ber við sær,
at tað ofta er langt millum
kappingarneytarnar. Soleiðis
er tað ikki í hinum FM kapp
róðrunum.
Leygardagin
–
hvítusunnuaftan
–
verður
kappast á sundalagsstevnu í
Hvalvík. Tá fara bátarnir, sum
vunnu á norðoyastevnu, at
liggja í miðjuni, og teir bátarnir,
sum vóru størstu avbjóðararnir
í Klaksvík, fara at liggja borð
um borð við vinnararnar á
norðoyastevnu.
Fyrsta róðurin – barna
róðurin við gentum – vann
Hulda av Tvøroyri. Firvaldur
hevur seinni árini vunnið
nógv í kappingunum millum
5-mannafør við gentum og
kvinnum, og nú sást nýtt ættar
lið av gentum hjá Froðbiar
Sóknar
Róðrarfelag
vinna.
Kappingin var sera spennandi
við Ingibjørg hjá Havnar Róðr
arfelag.
Gullið í høvuðsstaðnum
Viðhvørt hevur tað verið so
leiðis, at nógv teir flestu lut
takararnir
hava
verið
úr
stóru og virknu feløgunum í
høvuðsstaðnum, sum eisini
hava vunnið nógv teir flestu
sigrarnar. Tað er komið fyri, at
bátar hjá Havnar Róðrarfelag
hava vunnið allar róðrarnar á
norðoyastevnu.
Leygardagin
vóru
Argja
Róðrarfelag, Havnar Róðrar
felag og Róðrarfelagið Knørr
ur lutfalsliga væl umboðað.
Havnar
Róðrarfelag
vann
ongan róður, meðan Róðrar
felagið Knørrur og Argja Róðr
arfelag vunnu hvør sín róður.
10-mannafarið
hjá
Róðrarfelagnum Knørri vann
sera spennandi kapping.
Havnarbáturin
og
Suðr
ingur bjóðaðu av, og allir
tríggir bátarnir royndu at
stinga stavnin framum kapp
ingarneytarnar. Í endaspurti
num lógu teir borð um borð,
men royndu veteranarnir um
borð á Orminum Langa vóru
teir drúgvastu.
Tað kann vera, at Ormurin
Langi fer at endurvinna FM
heitið, men gongdin í fína
róðrinum í Klaksvík kundi
verið ábending um, at tað
verður
spenningur,
og
at
Suðringur og Havnarbáturin
kanska eisini fara at smakka
søta sigursrómin.
Blikur hjá Argja Róðrarfelag
vann
kappinga
millum
5-mannafør við gentum. Onkr
ir aðrir bátar høvdu hug at
bjóða seg fram í startinum,
men tað varð kapping millum
royndu manningarnar umborð
á
Drekanum
hjá
Havnar
Róðrarfelag og umborð á Bliki
hjá argjamonnum um sigurin,
og í endaspurtinum var mann
ingin av Argjum tann drúgvara.
Gullið í Sundalagnum
Hvessingur
hjá
teimum
í
Hvalvík og Streymnesi hevur
mangan verið drúgvur. Ofta
plagdi tað at vera við kvinnu
manning.
Leygardagin var tað við
monnum, at Hvessingur vann
sannførandi sigur. Talan er um
rættuliga royndar rógvarar,
sum avrikaðu so væl, at tað
longu nú er ilt at síggja, hvør
skal bjóða teimum av í FM
stríðnum. Hvessingur verður
upplagdur favorittur í heima
sjógvi leygardagin.
Gongurólvur hjá Havnar
Róðrarfelag og Herningur hjá
Róðrarfelagnum Knørri høvdu
hug í startinum at bjóða av,
men tað var skjótt, at tað var
greitt, at kappingin fór at
vera um næstfremsta plássið.
Ta kappingina vann Gongu
rólvur.
Kappingin millum 5-manna
Suðringar, høvuðsstaðurin, Sundalagið,
Skálafjørðurin, Fuglafjørður og
Klaksvík vunnu, tá ið fyrsti FM
kappróðurin var á norðoyastevnu
GULLIÐ FÓR UM ALT LANDIÐ