Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-03, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juni 2019síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 3. juni 2019 · Nr. 63 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KAPPRÓÐUR førini við dreingjum var fasiner­andi. Royndin Fríða úr Vági, ið er mannað við dreingjum á ítróttarskúlanum, sum lítlar og ongar royndir hava í kappróðri, legði bragd­ liga fyri, men Royndin Fríða datt skjótt longur aftur og end­ aði á fjórða plássi. Kappingin tóktist standa millum Drekan hjá Havnar Róðrarfelag og Firvald av Tvør­ oyri. Heykur úr Hósvík róði væl vestari á. Á eysturætt plagar at verða sagt, at tað er fyrimunur at rógva tættari Kósabrúnni. Um hetta er so, so var sigurin hjá Heyki merkisverdur. Heyk­ ur úr Hósvík var eina sponn undan Firvaldi, tá ið bátarnir fóru um málið. Gullið í Eysturoy Tær í Fuglafirði hava seinnu árini verið øgiliga sannførandi í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum. Soleiðis vóru tær eisini á norðoyastevnu, tá ið tær vunnu glæsiligan sigur. Hugaligt var at síggja Hav­ frúnna úr Vestmanna og Svan av Skála bjóða seg fram. Skála og Vestmanna eru gamlar róðrar­bygdir, men seinnu árini hevur ikki verið so nógv at sæð til bátar úr hesum bygdum. Hesir báðir og eisini Teistin av Argjum vóru væl við í startspurtinum, men so roynd­ ust tøkini tryggari og dyggari hjá Erlu Kongsdóttir, sum vann í stórum stíli. Sølmundur av Glyvrum hevur seinnu árini verið best­ur í kappingini millum 6-manna­før við kvinnum, og á norðoyastevnu vann Søl­ mund­ur við einari bátslongd aftur til Fortunu úr Vestmanna og Smyril úr Vági, sum vann tættu kappingina um silvur­ krónurnar. Gullið í Klaksvík Dreingjamanningin hjá Klaksvíkar Róðrarfelag í barnaróðrinum var framúr. Hóast teinurin bara var 500 metrar, so vóru tað níggju sekund aftur til Fiskin úr Vági. Í 2017 vann 5-mannafarið Fípan Fagra FM í dreingja­ kapp­ingini. Í fjør vann Páll Fangi FM í kappingini millum 6-mannafør við monnum. Saman við tveimum nýggjum rógvar­um bjóða teir, sum í fjør og fyrra árið vunnu hesar FM kappingarnar, nú umborð á Nevinum Reyða av í kappingini millum 8-mannaførini. Einasti avbjóðarin er sigurs­ vandi Argjabáturin, sum hevur luttikið í hvørjum róðri síðani í 1987, og sum hevur vunnið so ógvuliga nógv – eisini teir sum nú manna flaggskipið hjá Argja Róðrarfelag. Tí var tað talan um kapp­ rógving millum unglingar um­borð á Nevinum Reyða og royndar menn umborð á Argja­ bátinum. Argjabáturin legði seg skjótt ein skut framum, men undir Kósa­brúnni róðu bátarnir mest sum stavn um stavn, og tá ið teir vóru farnir innum stórubeding, tók Nevið Reyða Argja­bátin, og í endaspurtinum vísti tað seg at muna væl betri hjá teimum, sum róðu í heima­ sjógvi. Hóast talan bara var um tvær manningar, so boðaði róð­urin frá, at tað ivaleyst fer at verða spennandi, tá ið næsti tví­dysturin verður á skrá í Hval­vík nú leygardagin. Barnaróður gentur 1 Hulda 2.46.14 2 Ingibjørg 2.46.45 3 Rókurin 2.51.36 4 Tambar 2.52.04 5 Dúgvan 2.54.29 6 Karin 2.55.31 7 Heykur 2.58.33 8 Ørnin 2.59.24 9 Fiskurin 3.01.20 10 Títlingur 3.03.35 11 Sílið 3.08.41 12 Beinta 3.10.05 13 Blikur 3.14.12 Barnaróður dreingir 1 Fípan Fagra 2.32.41 2 Fiskurin 2.41.45 3 Knúkur 2.41.47 4 Ingibjørg 2.45.25 5 Dúgvan 2.48.19 6 Falkurin 2.50.30 7 Pílur 2.41.45 8 Royndin Fríða 3.05.04 9 Nísan 3.15.04 5-mannafør gentur 1 Blikur 5.27.19 2 Drekin 5.28.28 3 Rókurin 5.34.49 4 Frúgvin 5.36.14 5 Kollur 5.37.20 6 Firvaldur 5.38.05 7 Fenja 5.39.31 8 Báran 6.46.48 9 Sílið 5.47.11 10 Ørnin 5.48.33 5-mannafør kvinnur 1 Erla Kongsdóttir 5.27.35 2 Havfrúgvin 5.24.20 3 Teistin 5.34.29 4 Svanur 5.36.43 6-mannafør kvinnur 1 Sølmundur 5.31.19 2 Smyril 5.34.00 3 Fortuna 5.34.16 5-mannafør dreingir 1 Heykur 5.15.12 2 Firvaldur 5.15.31 3 Drekin 5.17.23 4 Royndin Fríða 5.19.06 5 Karin 5.20.04 6 Sílið 5.20.08 7 Tjaldrið 5.20.47 8 Ørnin 5.27.02 9 Jallurin 5.28.18 10 Teistin 5.43.09 6-mannafør menn 1 Hvessingur 4.59.07 2 Gongurólvur 5.06.27 3 Herningur 5.09.48 4 Riddarin 5.14.07 5 Jarnbardur 5.15.08 6 Strálan 5.15.26 7 Páll Fangi 5.17.14 8 Lómur 5.18.16 8-mannafør 1 Nevið Reyða 4.52.08 2 Argjabáturin 4.53.20 10-mannafør 1 Ormurin Langi 4.40.33 2 Suðringur 4.41.16 3 Havnarbáturin 4.42.31