Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-03, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juni 2019síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. juni 2019 · Nr. 63 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Stóra KÍ viðhaldsfjøldin varð hild­in leingi á pínubeinkinum í gjár. Hóast stóra yvirvág og upp­ spæl til nógvar møguleikar í fyrra hálvleiki, so helt AB tørn. Mattias Lamhauge var óførur í máli­num, og hugburðurin úti á vølli­num var góður millum røsku norðoyagestirnar. Beinanvegin eftir steðgin skolaðu álopini ímóti AB máli­ num, møguleikarnir vóru nógv­ir, men AB søgan var tann sama. So fór marran frá 2016 at spøkja. Hon er, at tá hevði KÍ leingi kós móti FM. Fram ímóti kapp­ingarenda snávaði KÍ. Fyrst og fremst tí tað kiksaði á Argjum, har heimaliðið vann 4-1. Eitt korter undan leikloki var marran um at vera full­ kom­in. AB var onkra ferðina í góðari støðu, og so var tað, at Bjarki C. Nielsen av brots­ teigar­markinum og eitt sindur í høgru heilfluktaði, og bólturin sigldi omanfyri Kristian Joen­ sen og í handara síðunetið. Blóðtrýstið var høgt í kulda­ num, men inni á vøllinum hildu spælararnir høvdið kalt, og í síðstu lítlu løtuni eydnaðist tað heimaliðnum at skora tvey mál og harvið at vinna stigini, sum bera við sær, at KÍ eisini eftir tólvta umfar er topplið – eitt stig frammanfyri NSÍ. Serliga fegin var tvífaldi KÍ mál­skjúttin Patrik Johannesen. Hann er keyptur til Klaksvíkar at skjóta mál, og undan gjár­ deg­num hevði hann skorað eitt mál í 7-0 heimasigrinum ímóti TB, tvey mál í 4-0 sigrinum á Argjum og tvey mál á heima­ vølli í 4-0 sigrinum ímóti EB/ Streymi. Í gjár var hann fyri fyrstu ferð dystaravgerandi sum mál­skjútti, og liðfelagarnir og ven­jarin fegnaðust saman við málskjúttanum, sum í fyrra førinum fluktaði bóltin í málið eftir innlegg úr høgru, og í seinna førinum við høvdi­ num og úr heilt stuttari fjar­ støðu trýsti bóltin innum mál­ strikuna. -Hetta var stórur lætti, og vit fegnast. Patrik hevur víst fínan hugburð, síðani hann kom til Klaksvíkar, men hann hev­ur ikki skorað so nógv mál, sum vit vita, at hann áður hevur gjørt. Hann var skaddur í Noregi, og tað hevur tikið sína tíð hjá honum at vinna seg aftur sum málskjútti. Nú hevur hann skorað fýra mál í tveimum teimum seinastu um­før­unum, og tað boðar frá góðum, sigur KÍ venjarin Mikkjal Thomassen. Hann sigur seg ikki vera ov­ farnan av, at tað leyp so lítið av ímóti AB: -Eg havi sæð allar dystirnar hjá AB, sum eigur nógvar ung­ar og evnaríkar spælarar. Í Gunda­ dali ímóti HB var um reppið, at AB vann stig, og avrikið ímóti okkum var tað besta hjá AB higar­til í ár, sigur KÍ venjarin. AB venjarin Sorin Anghel er vónbrotin: -Eg kann ikki annað enn rósa mínum monnum fyri framúr góðan hugburð. Teir útintu tað, sum vit høvdu avrátt, og vit kunnu ikki krevja meiri av teim­um, sigur AB venjarin. Michal er komin fyri seg ÍF – B36 1-3 Hetta hevur ikki verið besta árið hjá Michal Przybylski hjá B36, men tað kann væl vera, at tað nú verður øðrvísi. Í gjár var hann fyri aðruferð í ár millum teir fyrstu ellivu, og tá ið eitt korter var farið, hevði hann lagt B36 framum bæði 1-0 og 2-0. Miðskeiðis í sein­na hálvleiki staðfesti Árni Frederiks­berg B36 sigurin, sum ongan­tíð varð hóttur, hóast vong­verjin Dánjal Pauli Høj­gaard, sum varð fluttur fram í álopið, minkaði um munin. -At vit beinanvegin skor­ aðu tvey mál bar við sær, at vit stýrdu spælinum og ongan­tíð kendu okkum hóttar. Michal hevur verið nógv skaða­darv­ að­ur, og eg eri sera fegin um, at hann skoraði tvey mál ímóti ÍF, og nú er komin seg heilt eftir skaðasteðgin, sigur B36 venj­ arin Jákup á Borg. ÍF venjarin Hans Jørgen Djur­huus er ikki tikin av fótum, hóast tað ikki riggaði ímóti B36: -Vit fingu beinanvegin tvey mál ímóti okkum, og so var dystar­ætlanin oyðiløgd, men eg eri fegin um avrikið í seinna hálv­leiki. Vit rokna framvegis við møguleikanum at røkka málið, sum er at varðveita pláss­ið í deildini. Tá ið vit tóku við sum venjarar, tosaðu vit báðir Kári Reynheim við leiðslu­na um, hvat vit vænta og rokna við. Spælararnir eru greiðir yvir tað, og vit halda fram­vegis, at tað fer at bera til. Nú fáa vit tvær vikur at venja, og eftir summarsteðgin ætla vit, at liðið skal vera væl fyri, tí tað er neyðugt at allir ellivu orka at spæla, um vit skulu vinna stig. Og tað ætla vit okkum at gera, sigur Hans Jørgen Djurhuus. Tað koppaði aftur til Víking Víkingur – Skála 2-1 Fyri fjórðu ferð í ein mánað dyst­aðust Víkingur og Skála í gjár. Fyri einum mánað síðani vann Víkingur 3-2 á Skála, síðani hevur Víkingur varpað Skála úr steypakappingini, og í gjár eydnaðist tað aftur Víkingi at vinna øll stigini. Skála legði seg framum, tá ið Heðin Klakstein var fyrstur á returbólti, eftir at Elias Ras­ mus­sen í Víkingamálinum hevði hálv­ bjargað, tá ið Pætur Dam Jacob­sen royndi seg. Skála­leiðsl­an helt, inntil smáar tíggju minuttir eftir steðg­in. Tá javnaði Víkingur, og sigurs­málið varð skorað fimm minuttir undan leikloki. Í báðum førum skoraði Vík­ ingur eftir horna. Í fyrra føri­ num var tað Adeshina Lawal, ið varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, sum setti bóltin í málið eftir horna frá Sølva Vatnhamar, og í seinna førinum var tað miðvallarin Heðin Han­ sen, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið eftir horna frá Hanusi Jacobsen. Spælið myndaðist ikki so nógv øðrvísi, enn tað hevur FÓTBÓLTUR KÍ venjarin sigur seg vera nøgdan við avrikini higartil hjá Patriki Johannesen, men at tað fyri álopsspælaran sjálvan kemur væl við, at hann í evstu løtu í gjár bjargaði KÍ oddasessin og harvið styrkti um sjálvsálitið PATRIK KANN VERÐA GULL VERDUR